Gera veg á Skála


Vegagerðin millum Skála og strender er byrjað, og fyrsta stig verður væntandi liðugt í august. Nær restin verður liðug, velst um játtanina, sigur landsverkfrøðingurin

Vegagerð

Skála:Byrjað er upp á endaligu vegagerðina millum Skála og Strendur. Byrjað er innanvert ítróttarhøllina á Skála, og ætlanin er at binda í nýggja vegendan Innan Glyvur.
Vegføringin verður løgd úr svinginum innanvert ítróttarhøllina á Skála og fer at liggja oman fyri bygdirnar á Skála og Innan Glyvur, sigur Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur. Í fyrsta umfarinum, sum nú verður gjørt, er ætlanin at taka ein góðan kilometur. Arbeiðið, sum gjørt verður í ár, fer væntandi at kosta einar níggju-tíggju milliónir. Tá eru ymiskar útreiðslur sum projektering o.a. uppií, sigur hann.
Vegastrekkið, sum nú verður gjørt, er boðið út, og er tað byggifelagið Højgaard & Schultz, sum ger arbeiðið. Tilboðið frá Højgaard & Schultz upp á sjálvt arbeiðið var upp á knappar fimm milliónir, sigur landsverkfrøðingurin.
Samlaða vegalongdin, sum gerast skal, verður 4.350 metrar, sigur hann.
Annað stig i vegagerðini verður boðið út at gera í komandi fíggjarári. Landsverkfrøðinguirn væntar, at tað fer at verða umleið tað dupulta av tí, gjørt verður í ár. So tá triðja árið er farið, vónar hann, at vegurin út eftir vestara armi er liðugur, sigur Oyvindur Brimnes.
Tað, sum gjørt verður nú, er bara sjálvt undirlagið. Einki verður asfalterað, fyrr enn alt strekkið er liðugt, sigur Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur.