Bygdarmynd broytist

Stóra høsnahúsið í Rituvík verður nú partvís niðurtikið. Stóra høllin, sum sjónsk var langt burtur, fer nú at hvørva

Rituvík: Kenda høsnahúsið í Rituvík verður skjót søga. Stórir partar av veggjum og taki eru longu niðurtikin, og stálkonstruktiónin veðru tikin niður í næstum.
Tað eru fýra brøður, ættaðir úr Rituvík, sum hava keypt høsnahúsið við tí fyri eyga at taka tað niður.
? Grundin er, sigur Áki Højgard, sum er ein teirra, sum keypt hevur og granni hjá høsnahúsinum, at tað var vorðið ov ótrygt at hava tað standandi har. Farið var at fúka burturav, sigur hann, so teir hildu best vera at fáa tað beint av vegnum, áðrenn tað gjørdi skaða.
Hann sigur, at tað tilfarið, sum brúkast kann, verður tikið frá og fyribils goymt í lægra partinum, sum stendur eftir, meðan alt tað tilfarið, sum ikki kundi brúkast til nakað, er burturbeint.
Stálkonstruktiónin undir stóru høllini verður tikin niður og seld. Fyribils eru stálbjákarnir tað einasta tilfarið úr húsinum, sum avsett er. Teir skulu flytast yvir á Skála, har teir eftir ætlan verða settir upp aftur í skýlinum, ætlanin er at gera kring fótbóltsvølin á Skála, sigur Áki Højgaard.
Men økið rundan um høsnahúsið er hampiliga stórt, og tað kann so brúkast til eitthvørt, heldur Áki Højgard. Tað kann bæði vera til at hava kríatúr gangandi á, ella fyri tann skuld til grundstykki, heldur hann.