Sørvágur: Tey, sum arbeiða á lítla saltfiskavirkinum, Vestís Seafood í Sørvági, eru ikki arbeiðsleys hesar fyrstu dagarnar í nýggja árinum.
Poli Hansen, virkisleiðari, sigur, at nógv var at gera uppundir høgtíðina, og tað er hesin fiskurin, sum nú verður pakkaður.
Alt verður flakt
Á Vestís arbeiða 11 fólk við virkisleiðaranum, 5 mannfólk og 6 konufólk. Virkið hevur 3-4 mánaðir á baki, og nógv hevur verið at gjørt í hesum tíðarskeiði.
? Vit hava eina flekimaskinu og eina maskinu til flak, men alt, sum higartil hevur verið virkað, verður flakt.
Poli sigur, at høvuðsrávøran er toskur og upsi, men tey hava eisini flakt og saltað smáar nøgdir av brosmu.
Meginparturin av fiskinum, sum virkaður verður á Vestís Seafood, verður keyptur á uppboðssølu.
Samstarv við Eiði og Klaksvík
Tað eru Vesturvón og Maru við Jóhan Páll Joensen og Jóhan David Joensen, sum standa aftan fyri hetta virksemi í Sørvági. Arbeitt verður í tøttum samstarvi við Norðís Seafood á Eiði og saltfiskavirkið, Sammut, í Klaksvík, sum somu menn eiga og reka.
Skrivstovan hjá Vestís Seafood er á Eiði.
Poli Hansen, sum hevur verið við í Sørvági síðan byrjanina fyrr í heyst, starvaðist í 5 ár hjá Vaðhorn á Strondum. So, hann veit hvat tað er at fáast við saltfisk.