Ídnaður
Elektrikaravirkið P/F Jóannes Thomsen í Fuglafirði byggir nýggjan virkisbygning á Kambsdali. Nýggi bygningurin verður 1.600 fermetrar til víddar í tveimum hæddum.
Væntandi fer hesin nýggi bygningurin at standa klárur til jólar. Grundin verður nú stoypt, og ráelementini verða so sett upp í summar. Síðan kemur innrættingin, sum teir ætla at verða lidnir við seint í heyst.
Sigurd Lamhauge, stjóri í fyritøkuni Jóannes Thomsen, sigur, at nú verður alt virksemið hjá felagnum savnað undir einum taki. Sum er arbeiðir fyritøkan í tveimum ymsum húsum í Fulgafirði, og har er eisini rættiliga trongligt,sigur hann. Eini 20 fólk arbeiða á virkinum, sum millum annað ger el-talvur og ymiskt stýrisystem til alivinnu.
Eitt, sum elvirkið hjá Jóannesi Thomsen ger nógv av, er undirvatnsljós og ljósstýringar til aliringarnar, sigur Sigurd Lamhauge. Eitt nú hevur virkið selt sína framleiðslu til alibrúk í Chile í Suðurafrirka, har teir mans eru og arbeiða, sigur hann.
Sum dømi um stýringarnar, virkið ger alistøðir og smoltstøðir, nevnir Sigurd Lamhauge, at smoltstøðin Sandá á Selatrað hevur fingið ta ivaleyst mest framkomnu stýringinga, sum finst, frá Jóannesi Thomsen.
Tann stýringin verður avgreidd við eini teldu og eini telefonlinju. Í grundini sama prinsippið sum Internetið, sigur Sigurd Lamhauge, stjóri á elektrikarafyritøkuni P/F Jóannes Thomsen í Fuglafirði.










