bygd dró abba á ungum árum, og millum hesar nýggju býfelagar sínar treivst hann væl, bæði millum ung og gomul. Skemtingarsamur og orðkringur, men eisini álvarsamur, tá skil og umhugsni kravdust. Ein hvøkk [...] á Bakka og vit fóru av har. Men onkuntíð, tá bussurin ikki fór suðurum og vit fóru av á Gørðunum, so vóru vit vísir í, at abbi hevði eyguni eftir okkum, og so kom hann kvikliga eftir Sandinum og tók eina [...] sumri og heysti tók tú, abbi, okkum við á fjall. Lærdi okkum at klippa seyð og at fletta. Ja, í heila tikið allastaðni, har seyður var og tú varðaði av honum, hevði tú okkum við – á Homrunum og í Botni
heim til Harran sum tú trúði fult og fast á, og tú legði alt í hansara hendur. Nú er tú komin heim til tín og tíni. Eftir sita vit, maður, børn, verbørn, ommubørn og langommubørn við einum tómrúmi í d [...] kundi. Tá familian hevur mist, og stóð í neyð, tókst tú tær av børnunum, og hevur uppfostra tey sum tíni egnu í stytri ella longri tíð. At tú hevur havt tað bæði ringt og samstundis gott sást væl á tínum [...] at seta teg inn í støðuna og dugdi altíð at síggja tað positiva í øllum. Og tað var júst tað sum eyðkendi teg, lívsgleðin. Sjálv hevur tú verið sjúk stórsta partin av lívinum, og hevur yvirvunnið mangt,
fekk fyritøkuna at vaksa, og umhugsni fekk fyritøkuna at finna røttu javnvágina. Hjúnini løgdu væl eftir seg – bæði vinnuliga og sosialt – nú tey fóru um sýnina. Steintór og Gerda Fagradal, eru farin [...] Sandsbygd er tvey skilafólk fátækari. Steintór og Gerda vóru kend andlit í bygdarmyndini. Tey høvdu bæði dirvi og eginleikan, at byggja eina haldgóda fyritøku upp, og samstundis høvdu tey eitt stórt hjartað [...] millum fólk, og virðingin millum húskini, er bara vaksin gjøgnum árini. Minnuligu løturnar saman við teimum eru enn ritaðar í minnið. Mong skriva og tosa um at veita tænastur. Steintór og Gerda eru hugmyndir
í tríggjar mánaðir, og seinni í lívinum kom hon at seyma mangt plaggið uppá seg og síni. Nú var Sannilena klár at giftast, og tey giftust í 1930. Fyrsta árið búðu tey í Tjørnuvík og síðan fluttu tey til [...] væl. Komi javnan til Eiðis, og tá var ofta farið inn á gólvið hjá Sannilenu. Hon var eitt lívstykki sum fáur. Var altíð í góðum lag og so sera skemtingarsom. Hon mintist væl og dugdi so væl at siga frá. [...] á Suðurlandinum, og 9 mans umkomust. Millum teir vóru feðgarnir Jógvan Elias og sonur hansara Jógvan Hendrik, kallaður Henge, úr Tjørnuvík.Tey vóru rættiliga javngomul, vóru vinir og í ætt. Mammurnar vóru
so heim aftur, og tey bæði giftust. Tey fingu børnini Heðin í 1937, Sigrun í 1938, Elsubu í 1943 og Hjørdis í 1951. Fyri nøkrum árum síðani fluttu Sigrun og maðurin Dánjal inn til Petru, og hon hevur verið [...] fosturbeiggin Olivur. Systkini giftust øll við gøtufólki og búðu eisini í Gøtu, og Petra hevði tætt samband við tey øll. Nú eru bert Sofus, 92 ár og Esther, sum er 87 ár, eftir av hesum ættarliði. Petra var [...] bæði í samband við Gøtu og í Havn. Petra visti so ótrúliga væl, og hennara vitan var mangan hent, tá ið skrivast skuldi um søgulig viðurskifti. Men eisini bert at koma inn á gólvið og fáa eitt prát var sera
Norðurlond og umheimin. Og ikki minst at gera Norðurlandahúsið til meira enn ein stovn og eitt hús í Havn og geva íblástur til skapandi virksemi kring allar oyggjarnar. Peter setti veruliga ungdómin og rocktónleikin [...] útróðrar og hann lærdi seg føroyskt. Peter kendi seg sum føroying og við lív og sál tók hann lut í samfelagskjaki um politikk og framtíðina hjá hesum landi. Peter man helst eisini vera fyrsti maður, ið hevur [...] Helsinki. Tað gleddi Peter. Hann fekk skapt sambond millum finsku og føroysku mentanina við fleiri tiløkum og Peter gav eisini samum og samisku mentanini eitt forkunnugt innivist, tá hann skipaði fyri samiskari
ahúsið, og har var tú bert nakrar dagar, tá ið Judi ringdi til mín og segði, at nú var mamma deyð. Góða, elskaða systir, vit bæði og Regin vuksu upp í Valinum, har Sverri eisini er føddur, og í 1953 fluttu [...] hava staðið saman og hildið nógv av hvørjum øðrum, tó var tú altíð okkara eygnasteinur og okkara samlingspunkt, tá ið vit vóru saman. Eftir loknan skúlagang fór eg í læru í smiðjuni og tað síðsta árið, [...] tú á kontórið at arbeiða. Í 1959 fór eg til Danmarkar at lesa, og í 1960 kom tú eisini niður á “Sorø husholdningsskole” og tá sóust vit av og til. Tá ið tú var liðug við skúlan, tosaði eg við teg um at blíva
sín fyrsta arbeiðsgevara, tá hon hevði kioskina og kendu tey hana sum ein góður arbeiðsgevari, bæði við rísi og rósi. Sjálvt um tey ofta vóru rættuliga ung, vísti hon teimum álit. Nú er so tómt norðanfyri [...] góður lutur. Hetta hevur unst okkum, og var Mary ein av teimum. At so nøkur av børnunum vóru javngomul, hevði uttan iva eisini sín leiklut. Fyrst tær báðar Kirstin og Durita, umleið eitt ár er í millum, [...] men tó sum tveir tvinnaðir tráðir og síðani komu teir báðir beiggjanir, bert ein mánaður ímillum. Men sjálvt um tey vuksu upp og seinni fluttu í onnur lond at ganga í skúla, var Mary altíð góð at heita
heim. Gumma varð fødd og vaks upp heima á Sandi í Sandoy. Sum ung genta búði hon eitt tíðarskeið í Havn, har hon arbeiddi á Kondittarínum. Seinni giftist hon til Klaksvíkar, har hon og maður hennara valdu [...] Gumma var eitt gott og deiligt menniskja. Altíð var hon so glað, so blíð og harumframt var hon altíð so góð við øll, ið vóru rundan um hana. Hon giftist við einum av okkara ommubeiggjum og varð harvið rópt [...] síggjast vit aftur." Má Harrin styrkja og troysta tykkum, ið eftir sita: Julian, Heðin, Inga Maria, Sigrun, Bjarki og Rúni. Ærað verður minnið um Mariu Vágstún. Bill, Jórun og Alberta
feigdarboðum og ómetaliga tungt var at koma ígjøgnum teir døpru dagarnar, sum komu í kjalarvørrinum, tí missurin var, og er, so stórur og óveruligur. Marita var nakað fyri seg og hetta merkti hana og umhvørvi [...] lættari at geva ? og kanska er tað júst hendan ímyndin av Maritu, sum hóvaði henni og okkum best? Marita fekk ikki nakað barn sjálv, men hon átti familju og vinfólk, sum vóru góð við hana eins og nógv takksom [...] hennara. Hon fór sum ung niður til Danmarkar at útbúgva seg til ljósmóðir og starvaðist á Ríkissjúkrahúsinum í drúgva tíð. Hon ferðaðist eisini víða, búði m.a. eitt skifti í Saudi-Arabia og setti hetta ein