vera fólkaatkvøða um føroyskt fullveldi og ikki bara um grundlógina. UM hetta er so, má sigast, at tjóðveldisflokkurin í veruleikanum er farin út í Tinganes at umsita luft, í hvussu er á tí ríkisrættarliga [...] Blaðið skrivar, at tað er óvissa um fólkaatkvøðuna, sum er ein fyritreyt fyri í heila takið at tosa um meiri sjálvstýri og loysing. Sambart grein hjá Høgna Hoydal í 14. September, so er fólkaatkvøðan frá 1946 [...] flokkurin tvíhelt um bæði fiski- og búskaparmál? Mundi endamálið ikki vera at fáa fiskivinnumálini, tí hetta er tað einasta økið á fíggjarlógini, har tú hevur játtanir at brúka? Var alt hetta prátið við at
og ikki. Er tað so, at tað er møðin, sum er orsøkin til slíka skriving, so vildi tað verið hóskandi at spurt l formann fólkafloksins, hvussu tað ber til, at Óli altíð er so móður. Veruleikin er tann, at [...] har er eitt men. Fyri líkasum at slætta sjógvin og fyri at hála í land aftur, sigur Anfinnur Kallsberg við sjónvarpið, at royndirnar vísa, at tá tað er komið hartil, at ein samgonga er skipað, so er ÓB [...] mótstøðumonnum - og í hesum førum komandi samstarvsmonnum - er ikki eindømi. Hon er afturvendandi. Men gott tað sama - at ÓB fór so langt hesaferð, tí hetta hevur fingið ilt í hansara egnu. At løgmaður so eisini
hugsað verður um, hvussu viðbrekin okkara búskapur er, og tá vit enn onga trygd hava fyri, at olja og gass finst í undirgrundini, sum kann styrkja búskapin - um somu tíð, sum tosað verður um at taka á okkum [...] almanna- og heilsumálaráðharrin tosar um rationaliseringar og langtíðarætlanir innan eitt nú sjúkrahúsverkið veit hon væl, at hetta er ein ynskidreymur. Skal ein gera sær vón um einar sjálvfíggjandi og sjálvstøðugar [...] sjálvbjargnar og at stór stig verða tikin á sjálvstýrisleið eru vit samd um. Men hetta má gerast við skili. Tú kanst ikki bæði tosa um at átaka tær størri fíggjarligar byrðar og samtíðis nokta fyri at fremja
At landsstýrismaður/kona fær oljuna at umsita burturav er eisini eitt týðandi signal til oljuheimin um, at føroyingar meina nakað viðynskið um eina oljuvinnu, og at vit ætla at tryggja, at taðeru vit [...] HÓAST tað er skeivt at halda javnaðarflokkin uttan fyri, og at tað ikki er í tráð við demokratiska andan, at so lítil flokkur sum sjálvstýrisflokkurin fær so stóra ávirkan og umboðan, fara vit - nú samgongan [...] samgongan er skipað - kortini at vóna, at landsstýrið fer at reka ein politikk, ið er í tráð við fólksins vilja og gagnar teimum mongu. Tíanverri lovar samgonguskjalið ikki væl, hyggja vit eftir borgarligu
sum semjast um politikkin, ikki kunnu semjast um málsøkini og persónarnar. Hóast hetta er hent áður, so er tað einki minni enn skomm, at flokkar ikki kunnu semjast um málsøkini, tá tað er komið so langt [...] fólkafloksins á møti. SPURNINGURIN nú er, um krav fólkafloksins eisini er ultimativt. Tað vilja komandi dagarnir vísa. Helst er talan um taktikk, sum víst á omanfyri. Tí tað er eingin meining í at skipa eitt [...] lata tjóðveldisflokkinum fiskivinnumálini ella fíggjarmálini. ER hetta so og hetta er orsøkin til nýggjasta kravið frá fólkafloksleiðsluni, so er lítið at byggja hesa samgonguna á. Hava fólkafloksmenn ikki
hjúklað um. Mongu tiltøkini í húsinum seinastu árini, sum fevna bæði um mentan og vinnulív og samfelagsviðruskifti annars benda á hetta. Vit vilja fegnir undirstrika hetta á føðingardegnum, tí tað er okkara [...] NORÐURLANDAHÚSIÐ er annars so nógv, at tú hevur ikki pláss til at seta á prent alt tað, sum hetta húsið hevur verið karmur um. Stjórin í Norðurlandahúsinum sigur, at hann er vorðin so góður við hetta landið. Hann [...] Føðingardagsbarnið, sum hevur traðkað sínar barnaskógvar og nú er at meta sum ein unglingi, er Norðurlandahúsið. Fimtan ár á baki er einki at tosa um, men tá hugsað verður, hvussu nógv lív og lívsgleði føði
Her verður hugsað um CDE (og H). EFTIR okkara tykki vil tað einki minni enn valdsmisnýtsla, um vit fáa eina borgarlig samgonga. Hetta er ikki tað, ið veljarin ynskir. Hinvegin kann tjóðveldisflokkurin [...] hinvegin. SPURNINGURIN er í stóran mun, hvat A vil. Hann kann gera av, um vit skulu hava eina borgarliga samgongu, um Føroyar skulu hava eina sjálvstýrissamgongu og hann ger av, um vit skulu hava eina samgongu [...] verður hugsað um A,C,D og H. Slík samgonga er kanska mest í samsvar við ynski veljarans um meiri sjálvstýri men ikki loysing. Men tað finnast eisini møguleikar við samgongu heilt uttan um fólkaflokkin.
valduell. Hetta má vera seinastu ferð, at stóri valfundurin verður hildin á henda hátt. Brúkið nú tíðina til næsta val at finna eina betri mannagongd. VIT hava eina viðmerking til fundin annars, og hon er til [...] sagt er so gott sum alt sætt. Onkur misskiljing var møguliga í sambandi við ein part av greinini, men sum heild hava vit bert endurgivið mannin fyri at hava sagt tað, sum hann hevur úttalað seg um. Og tað [...] HETTA løgtingsvalið man hava verið eitt av teimum mest spennandi í longri tíð. Tá henda grein varð skrivað vóru valhølini ikki afturlatin. Vit fara tí at lata vera við at gera nakrar metingar av valúrslitinum
ræðslumyndunum er, at Javnaðarflokkurin hevur samtykt, at loysing er høvuðsendamál floksins. Hetta er ósatt og hetta er ongantíð samtykt. Lýsingin sigur okkum, at Sambandið er ræðslusligið. Hvar er trúvirðið [...] einasta veruliga boð uppá, hvør skal gerast løgmaður. Meiri enn triðingurin av føroysku veljarunum peika á Jóannes Eidesgaard, og tað er einki annað enn ein dygg álitisváttan. Men javnaðarformaðurin verður ikki [...] ØLL tykjast samd um, at valið er týdningarmikið, tí ógvuliga týðandi mál fyri føroysku tjóðina standa fyri framman. Tað veri seg ríkisrættarliga, vinnuliga, búskaparliga, sosialt og mentannarliga. Men
føroyingar velja nýtt løgting. Hetta er fyrstu ferð, at tað verður roynt, síðani vit fingu nýggja stýrisskipanarlóg. Talan er um eitt vegamót í føroyskum politikki. Eitt er tað, at komandi landsstýrið skal [...] A og D at góðtaka samarbeiði. Men tað veldst eisini um persónarnar í D. Helena er enn formaður, men SPÍG kann yvirhála hana. Spurningurin tá er, um tað verður borgarliga linjan hjá SPÍG, sum fer at avgera [...] og E. Hetta er ein samgongumøguleiki, sum hevur verið nevndur. Spurningurin er um hesin møguleiki fær undirtøku í flokkunum. Tað er torført at ímynda sær ein javnaðarflokk í samgongu við fólkaflokk eftir