hendan mekanisman er aðaltátturin í fiskidagaskipanini. Skal veiðan minka, má tað raka tey sum veiða! Men tað er greitt, at skulu vit hava eina vinnu, sum gevur neyðugt avkast, eiga dugnaligastu fiskimenninir [...] skipan er komin í gildi. Og hon støðgar ongantíð. Arbeiðstólið verður tilpassað fiskidøgunum. Verður hetta sæð í mun til hvat ein kvotaskipan eggjar reiðarum og fiskimonnum til, so er tað at fáa tillutaða [...] ninum í fiskivinnumálum í 2010, er niðurstøðan so at siga tann sama. Politiska avtalan, sum nú er gjørd, sigur, at um 80% av døgunum ikki eru brúkt eitt tvey ára skeið, so verður skorið. Verður hugt eftir
seg fram at vera vertur í ár, sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Fyrsti Fólkafundurin varð hildin í Hoyvík, í fjør var fundurin í Klaksvík, og í ár er sum nevnt Runavík vertur. Økið [...] øllum at døma er komin fyri at vera. Tað er greitt, nú minni enn ein mánað áðrenn triði Fólkafundurin verður hildin dagarnar 19. og 20. september. Tað hevur ligið í kortunum, at Fólkafundurin fyrstu árini [...] Runavík vertur fyri árliga Fólkafundin, sum verður hildin við Løkin. – Fólkafundurin er eitt gott og áhugavert tiltak, sum er við til at økja og styrkja um fólkaræði í Føroyum. Tí hevur Runavíkar Kommuna bjóðað
Í hesum døgum verður arbeitt við at broyta prísirnar á ferðaseðlum við skipunum hjá Strandferðsluni. Tað upplýsir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fyri Fíggjarnevndinini, nú fíggjarlógin fyri næsta ár [...] Men nú verður arbeitt við eini ætlan um at økja inntøkurnar hjá Strandferðsluni av ferðaseðlum. Tað merkir, at tey, sum brúka Strandferðsluna nógv, fáa avsláttur, men aftur fyri skulu tey, sum ikki hava [...] hava fastan bústað í Føroyum, búgva, rinda ein hægri prís. Ætlanin er eisini at broyta farmagjøldini, soleiðis at prísurin er ymiskur, alt eftir nær fráferð er. Ætlanin er at broyta prísirnar soleiðis
valevnini samd í, at neyðugt er við einari náttúrumargfeldislóg. - So okkara vón er, at óansæð hvør samgongan verður, so kemur ein náttúrumargfeldislóg í eitt komandi samgonguskjal. Tað er tað, ið vit hava [...] hava eftirlýst leingi, og tað er tað, ið ferðavinnan hevur eftirlýst í mun til at avmarka neiligu avleiðingarnar av ov nógvari ferðavinnu. Harumframt eru tað eisini nógvir aðrir almennir stovnar, ið sakna [...] Um tað ikki vóru so nógv mál, ið endaði við at detta burtur, tá tingið fór til hús í summarferiu í farnu tingsetu, so hevði fremsta ynskið hjá Føroya Fuglafrøðifelag, tey komandi fýra árini, verið eitt
ini og hann hevur í hvussu so er eina nevnd eftir at velja, og tað er nevndin fyri Húsalánsgrunnin. ? Í tí sambandi verður mannagondin fylgd og nevndin fyri Húsalánsgrunnin verður í fullari semju við alla [...] Kallsberg. Tað er framferðin, tá ið Bill Justinussen valdi siðseminevndina, sum nú hevur kostað honum eina ábreiðslu frá løgmanni. Í teirri munnligu átaluni, sum Bill Justinussen hevur fingið í telefonini [...] Landsstýrið, so at tað verður kunnað um teir limir, sum verða valdir. Men Bill Justinussen sigur, at Løgmaður heldur eisini, at hann kundi havt valt aðrar limir í nevndina, enn teir, sum hann hevur valt.
takkaði mær. Eg vóni, at næstu ferð eg taki hann í hondina á honum, verður tað í einum paradísi á jørðini. Eg biði Gud ugga tey, sum elskaðu Hans David, í sorg teirra. Olaf Berg Nielsen [...] Eisini høvdu vit felags áhuga í gomlum Volvobilum. Nógv í Klaksvík varnast helst ikki, at Hans David ikki longur er millum okkum, ein stillførur maður sum hann var, men tey, sum stóðu honum nær, hava mist [...] vera longur. Eg vísti honum eisini tað sum stendur í Esajas 26:19: Hini deyði Tíni skulu livna upp aftur, lík míni skulu rísa upp. Vaknið og hevjið fagnaðarsong, tit, sum í dustinum búgva! Tí døgg Tín, og
bakonurnar, ein túr í Noregi og vitjaðu Sannu. Vit vóru 10 í tali. Har komu nógvar góðar søgur frá gomlum døgum. Sanna hevði tað ógvuliga gott í Noreg. Hon var væl gift, men misti mannin fyri fleiri [...] búðu í Tróndargøtu, tá vit skúlavinkonurnar, gingu til hvørja aðra í bindiklubb í mong ár og hittast enn saman, hóast vit nú eru fáar eftir. Vit minnast, hvussu stuttligt tað var at koma til Sannu í bindiklubba [...] vóru brøður hennara við inni í stovuni. Har var altíð nógv góðgæti at fáa, sum pápin, Jóhan í Hoyvík, hevði havt við heim, tá skipið Hoyvík hevði verið í Onglandi og selt fisk. Í 2002 vóru vit, bindiklub
skeinkiloyvi og alt annað fingið í rættlag, soleiðis at tað er klárt at lata upp mánadagin. Í tí sambandi verður móttøka fyri innbodnum mándagin frá klokkan 15-17 og aftaná verður so opið fyri almenninginum [...] fyrstu ferð at tað verður skonkt í hesum gamla kongliga handlinum á Tvøroyri, tí tey høvdu eisini skeinkiloyvi frá 1861 til 1908. Anna Kirsten Thomsen sigur, at hetta er fyrsta stigið í eini umfatandi [...] Tvøroyri. Og tað er ikki so løgið, tí har er nógv, forvitnsligt at síggja . Tað mann vera fáa staðni, at so nógv er varðveitt av øllum møguligum gomlum skjølum, bæði alt brævaskiftið frá 1856 til í dag, bæði
at tað er full semja um tað, og tað eru tey flestu í Fólkaflokkinum, kanska øll, sum ikki taka undir við fríari fosturtøku, og tað ger Miðflokkurin heldur ikki. Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sam [...] samgonguni, og Sonja Jógvansdóttir, sum var uttanflokka, sum løgdu tað fram, og tað varð samtykt. Sostatt ber tað til at fáa slík mál samtykt tvørtur um samgongu og andstøðu, men sum skilst á teimum báðum tingkvinnunum [...] fosturtøku í Føroyum. Men tær siga kortini, at fyribils er ikki væntandi, at tær fara at leggja nakað uppskot fyri Løgtingið um tað. Men tær halda, at tað hevur stóran týdning, at kjakið verður tikið upp
náttúruni ella er tað náttúran, ið stýrir mannalívinum?", er eitt evni, ið eins væl kann hóska til føroyska umhvørvið nú á døgum, sum tá í tíðini. Álvaleikur hevur helst sína fyrimynd í "Dreymi Jóansøkunátt" [...] at síggja ein meira vaksnan og speisaman Hans Andrias Djurhuus. Í løtuni verður seinasta hond løgd á venjingar í Sjónleikarhúsinum. Tað er Havnar Sjónleikarfelag, ið setur upp meira enn 70 ára gamla leikin [...] leikur er spældur í Sjónleikarhúsinum, men hann hevur verið spældur fleiri aðrastaðni í landinum bæði fyrr og í nýggjari tíð, og er ógvuliga umboðandi fyri skaldskapin hjá Hans Andriasi. Í 2001 skrivaði Kirsten