Fosturtøka: Beint nú er neyvan nøkur vón fyri broyting 

Fyribils skulu vit ikki vænta, at nakað uppskot um fría fosturtøku verður lagt fyri Løgtingið

Kjakið um fosturtøku í Føroyum er kyknað upp aftur. Fyrst fóru danskir politikarar at finnast at Føroyum tí at vit ikki hava fría fosturtøku – og teir hava eisini funnist at donsku stjórnini tí at hon ikki leggur trýst á føroyingar fyri at loyva fríari fosturtøku.

 

Tveir løgtingslimir, sum nú hava lagt seg út í kjakið, eru Ingilín Didriksen Strøm úr Javnaðarflokkinum og Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi. Og tær halda báðar at lógin eigur at verða broytt, so at vit fáa fría fosturtøku í Føroyum. Men tær siga kortini, at fyribils er ikki væntandi, at tær fara at leggja nakað uppskot fyri Løgtingið um tað. Men tær halda, at tað hevur stóran týdning, at kjakið verður tikið upp, bæði alment og í politikki, og tær vildu gera sína støðu greiða.

 

Hervør Pálsdóttur sigur, at hon hevur ikki tikið støðu til um hon leggur nakað uppskot fyri Løgtingið nú og hon hevur heldur ikki arbeitt við nøkrum uppskoti. Hon ger vart við, at tað, hon hevur ført fram, er hennara egnu sjónamið og ikki floksins sjónarmið. Nú hevur kjakið tikið seg upp, ogso fáa vit at síggja, hvat úrslitið verður, sigur hon.

 

Ingilín Didriksen Strøm sigur, at í løtuni verður ikki arbeitt við at leggja nakað uppskot fyri Løgtingið. Vit hava eitt konservativa samgongu, og eg vænti ikki, at tað er nøkur vón um at broyta lógina í hesum valskeiðnum, sigur hon.

 

Hon hevur heldur ikki tosað við flokkin um málið og og tey hava ikki fund aftur fyrr enn eftir summarferiuna.

 

Spurningurin er so, hvussu verður eftir valið, men tað hevur hon onga meting um enn.

 

Í etiskum málum hava teir ymsu flokkarnir loyvt sínum tinglimum at atkvøða eftir síni egnu sannføring. Kortini hevur samgongan eina avtalu um, at eingi mál skulu fremjast uttan so, at tað er full semja um tað, og tað eru tey flestu í Fólkaflokkinum, kanska øll, sum ikki taka undir við fríari fosturtøku, og tað ger Miðflokkurin heldur ikki.

 

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, hevur eisini gjørt greitt, at tað fer aldrin at henda aftur, at hann fer at binda tinglimirnar hjá flokkinum niður upp á handan mátan.

 

Men tann semjan skrædnaði, tá ið uppskotið um sammøður varð samtykt. Johan Dahl úr Sambandsflokkinum, atkvøddi fyri – og síðani meldaði hann seg úr samgonguni. Men hann meldaði seg ikki úr Sambandsflokkinum - og hann hevur annars atkvøtt saman við samgonguni síðani tá. Annika Olsen, sum var varakvinna á tingi fyri Fólkaflokkin, atkvøddi eisini fyri, men tað kostaði henni sessin í Løgtinginum.

 

Tá ið málið um samkynt hjúnalag varð samtykt, vóru tað einstøk tingfólk úr samgonguni, og Sonja Jógvansdóttir, sum var uttanflokka, sum løgdu tað fram, og tað varð samtykt. Sostatt ber tað til at fáa slík mál samtykt tvørtur um samgongu og andstøðu, men sum skilst á teimum báðum tingkvinnunum,  hava tær ikki nakra ítøkiliga ætlan um at royna tann mátan.