Brúksskylda er bert at rokna sum sminka

Brúksskylda kemur ongantíð at vera mekansima at regulera fiskiskapin við. Heldur eigur at vera hugt eftir møguleikanum fyri øktari umsetiligheit í skipanini

Tað er greitt fyri øllum, at niðurskurðurin yvir ein kamb av fiskidøgum rakar serliga meint tey skip, sum nýta allar sínar dagar. Løgi var annað, ella var jú einki høpi í fiskidagaskipanini. Júst hendan mekanisman er aðaltátturin í fiskidagaskipanini. Skal veiðan minka, má tað raka tey sum veiða! Men tað er greitt, at skulu vit hava eina vinnu, sum gevur neyðugt avkast, eiga dugnaligastu fiskimenninir og reiðararnir ikki at vera revsaðir, men skipanin eigur at geva teimum dugnaligastu (effektivastu) betri rásarúm.
Vit kunnu spyrja: Hvat er tað fiskidagaskipanin eggjar reiðarum og fiskimonnum til: Jú, at fáa sum mest burtur úr hvørjum fiskidegi. Tí førir skipanin inn í eina ringrás, har veiðiliðið, ár um ár, roynir at kýta seg fyri at fáa størstu nøgdina, meðan myndugleikin sum regulerar, á hvørjum ári má taka hædd fyri hesi effektivitetsbroyting. Og einasta amboðið, ið nýtt verður, er, at skera fiskidagarnar niður. Soleiðis hevur hendan ringrásin hildið á síðan skipan er komin í gildi. Og hon støðgar ongantíð. Arbeiðstólið verður tilpassað fiskidøgunum.
Verður hetta sæð í mun til hvat ein kvotaskipan eggjar reiðarum og fiskimonnum til, so er tað at fáa tillutaða tonsatalið til høldar fyri minst møguligan kostna. Arbeiðstólið verður tilpassað tilfeinginum.

Brúksskylda
Júst nú tykist sum um brúksskylda er loysnin fyri fiskidagaskipanina. Hetta er ikki rætt. Nevndin, sum lat frá sær uppskot um nýggja fiskivinnulóg í 2007, hevði við í uppskotinum brúksskyldu. Hendan var tá ikki mett at hava serligan týdning sum reguleringsmekanisma, men skuldi sláa fast prinsippið um, at tillutað fiskirættindi skuldu gagnnýtast. Í frágreiðing latin landsstýrismanninum í fiskivinnumálum í 2010, er niðurstøðan so at siga tann sama.
Politiska avtalan, sum nú er gjørd, sigur, at um 80% av døgunum ikki eru brúkt eitt tvey ára skeið, so verður skorið. Verður hugt eftir døgunum seinastu mongu árini, so er tað so at siga bara bátar í bólki 4A og 4B sum koma at merkja nakað til hetta. (Stórt tal av óbrúktum døgum í bólki 2 og 3, eru nærum altíð orsaka av serligum viðurskiftum einstøk ár). Um onkur hevur hug at rokna út fyri hvørt einstakt skip ella bát, so eru øll tølini tøk á www.fve.fo. Brúksskyldan kann rudda upp í óbrúktum døgum, men kemur ongantíð at gerast mekanisma til at regulera fiskskiskapin, soleiðis at ikki verður neyðugt at skerja teir fiskimenn og reiðarar, sum eru dugnaligast.
Annars kann eisini roknast við, at fyri ikki at missa dagar, so fara bátarnir í 4A og 4B ein stimitúr nú og tá og avreiða nakrar fiskar, soleiðis at dagarnir vera brúktir. Hetta verður ikki effektiv fiskivinna og eggjar til økt veiðutrýst og óneyðuga nýtslu av arbeiðstólunum.
Brúksskyldan einsamøll kemur ikki at bjarga nakrari fiskidagaskipan, og í samband við ásetingina av fiskidøgum á hesum sinni, má tosi um brúksskyldu roknast sum politisk sminka.

Umsetiligheit
Skipanir mega gerast, sum muna. Nevndin, sum gjørdi lógaruppskotið í 2007, skeyt upp, at gera betri møguleikar fyri avhending. Hetta eigur at vera gjørt við at veiðiloyvi, og harvið fiskiorka, kann verða – so at siga – klovin og seld í minni nøgdum. 60% reglan forðar fyri at summi kunnu avhenda endaliga, og tí átti hendan eisini verið avtikin eins og avhending millum ávísar bólkar átti at borið til.
Neyðugt er, at skip og bátar gerast færri. Við verandi árliga niðurskurði verður vinnan seigpínd. Spurningurin er bara hvør heldur út longst.
Heldur átti skipanin at verði gjørd soleiðis, at smidligt var hjá teimum minni effektivu at sleppa burtur úr skipanini. Hetta er gjørligt við at gera møguleikarnar fyri avhending betri enn í dag. Bæði tá tað snýr seg um fiskidagar og sjálvt loyvi. Fyri at flotin kann tillaga seg, er besta loysnin at gera hetta við umsetiligheit. Annars verður neyðugt at fara inn á fyrr royndar skipanir, ið ikki eru mest gagnligar, so sum upphøggingarstuðul.
Sí annars eisini frágreiðingarnar ”Brúksskylda til fiskirættindi”, og ”Umsetilig fiskirættindi” ið eru at finna á www.fisk.fo , og sum er lætnar Landstýrismanninum í fiskivinnumálum 27. juli 2010.