Til minnis um Hans David Jacobsen

Fríggjadagin 3. februar slóknaði eitt lív. Hans David telist ikki meiri millum tey livandi.

 


1949-2001

Eg sat við hansara song á Klaksvíkar Sjúkrahús mikudagin. Tað altíð vinarliga starvsfólkið hevði givið okkum ein drekkamun, og vit prátaðu um tey árini, vit arbeiddu saman á Norðlýsinum sum prentarar.

Serliga prátaðu vit um, tá ið vit gjørdu vikublaðið »Kolon«. Blaðið skuldi setast upp, og filmar gerast. Tað var tíðin áðrenn teldur gjørdu arbeiðið lættari fyri prentarar. Tað skulu ganga skjótt fyri seg - Hans David uttan fyri og eg innan fyri myrkarúmið við framkallingarmaskinuna.

Hann var ein tann besti arbeiðsvinurin, eg havi havt. Hann sá, at tubbaksroykur gjordi mær fortreð og steðgaði tí við at roykja. Eisini høvdu vit felags áhuga í gomlum Volvobilum.

Nógv í Klaksvík varnast helst ikki, at Hans David ikki longur er millum okkum, ein stillførur maður sum hann var, men tey, sum stóðu honum nær, hava mist ein góðan vin. Tey ásanna Jesu orð um, at deyðin er ein fíggindi. Tíbetur segði Jesus: »Hin síðsti fíggindin, ið til einkis verður gjørdur, er deyðin.« (1.Kór. 15:26.)

Kona mín, Laila, hevði borið honum okkara bløð, »Vagttårnet« og »Vågn op!« øll árini, til hon doyði síðsta ár, og eg halt áfram eftir tað. Honum damdi væl at lesa og segði við meg fyri ein mánaði síðini, at hann hevði goymt øll bløðini - tey vóru yvir 500 í tali.

Eg greiddi frá mín trúgv upp á, at jørðin skal gerast eitt paradís, og tey, sum í grøvini liggja, skulu reisast upp til lív. Opinberingin 21:3-5 sigur, at Gud skal búgva hjá menniskjum, og deyðin skal ikki vera longur. Eg vísti honum eisini tað sum stendur í Esajas 26:19: Hini deyði Tíni skulu livna upp aftur, lík míni skulu rísa upp. Vaknið og hevjið fagnaðarsong, tit, sum í dustinum búgva! Tí døgg Tín, og jørðin gevur deydningar aftur til lívs.«

At enda gav Hans David meg hond sína og takkaði mær. Eg vóni, at næstu ferð eg taki hann í hondina á honum, verður tað í einum paradísi á jørðini.

Eg biði Gud ugga tey, sum elskaðu Hans David, í sorg teirra.


Olaf Berg Nielsen