Samgongustev
Bill Justinussen, landsstýrismaður hevur nú fingið eina ábreiðslu frá Anfinni Kallsberg.
Tað er framferðin, tá ið Bill Justinussen valdi siðseminevndina, sum nú hevur kostað honum eina ábreiðslu frá løgmanni.
Í teirri munnligu átaluni, sum Bill Justinussen hevur fingið í telefonini og á landsstýrisfundi týsdagin, átalar Anfinn Kallsberg, at Bill Justinussen fylgdi ikki rættari mannagongd, tá ið hann valdi siðseminevndina av nýggjum.
Av røttum átti nevndarvalið at verðið lagt fyri Landsstýrið, so at Landsstýrið fekk høvi at siga sína hugsan um teir nevndarlimir, sum Bill Justinussen ætlaði at velja í nevndina.
Hetta er ikki bara galdandi fyri siðseminevndina, men yvirhøvur, tí tá ið ráð og nevndir skulu veljast, er mannagongdin, at tað skal leggjast fyri Landsstýrið, so at tað verður kunnað um teir limir, sum verða valdir.
Men Bill Justinussen sigur, at Løgmaður heldur eisini, at hann kundi havt valt aðrar limir í nevndina, enn teir, sum hann hevur valt.
? Við atliti til teimum atfinningum, sum hava verið, heldur løgmaður, at nevndarvalið kundi havt verið hepnari.
Bill Justinussen valdi Onnu-Lenu Olofson í Klaksvík, Eydnu Háberg úr Havn, Dánjal á Dul Jacobsen í Havn og Jens Wang í Hoyvík í nevndina.
Afturat teimum fýra, sita læknarnir, Høgni Djurhuus, Annika Olsen og Eliesar Olsen í nevndini, teir tríggjar hevur Læknafelag Føroya valt.
Til eftirtektar
Bill Justinussen sigur, at hann tekur ábreiðslurnar frá Løgmanni til eftirtektar og leggur afturat, at hereftir fer hann at fylgja teimum røttu mannagongdunum.
? Eg átti at vita, at mannagongdin er tann, at slíkt verður lagt fyri landsstýrið, men eg má viðganga, at eg havi ikki verið nóg tilvitaður um tað.
? Tað eru mannagongdir fyri alt møguligt og tær eru niðurfeldar í langar reglugerðir og tað tekur tíð at venja seg við alt.
Higartil hevur hann valt siðseminevnd og sjúkrahúsráðini og hann hevur í hvussu so er eina nevnd eftir at velja, og tað er nevndin fyri Húsalánsgrunnin.
? Í tí sambandi verður mannagondin fylgd og nevndin fyri Húsalánsgrunnin verður í fullari semju við alla skipanina, sigur Bill Justinussen.
Hinvegin fær hann onki gjørt við tær nevndir, hann hevur valt.
Og hann stendur framvegis fast við, at hann hevur ikki valt nevndarlimirnar eftir hvørjum trúarbólki, teir hoyrdu til, ella eftir politiskari sannføring.
Hann heldur framvegis fast við, at einasta orsøkin til, at hann valdi tey fólk, hann valdi, er tí, at hann heldur tey vera væl skikkað at kjakast um siðsemiligar spurningar.
? Men tað er ómøguligt at velja fólk, ein aldrin hevur hoyrt um og tískil er tað nátúrligt at at velja fólk, sum eg onkusvegna javi hoyrt um - hóast eg ikki kenni tey persónliga.
?Men eg havi ikki valt fólk, sum umboða ávísar trúarbólkar ella ávísar, politiskar flokkar, sigur Bill Justinussen.
Og so leggur hann afturat, at hann hevði onki havt ímóti at sloppið undan at valt hesar nevndirnar, men, sum støðan er nú, er tað hansara skylda.
? Eg havi nógv onnur mál, eg kundi hugsa mær at framt í landsstýrinum heldur enn at fordeila nevndarsessir.