Havnar Sjónleikarfelag gevur okkum nú møguleikan at síggja ein meira vaksnan og speisaman Hans Andrias Djurhuus.
Í løtuni verður seinasta hond løgd á venjingar í Sjónleikarhúsinum. Tað er Havnar Sjónleikarfelag, ið setur upp meira enn 70 ára gamla leikin hjá Hans Andrias Djurhuus: "Álvaleikur."
Hetta er allarhelst fyrstu ferð, at hesin leikur er spældur í Sjónleikarhúsinum, men hann hevur verið spældur fleiri aðrastaðni í landinum bæði fyrr og í nýggjari tíð, og er ógvuliga umboðandi fyri skaldskapin hjá Hans Andriasi.
Í 2001 skrivaði Kirsten Brix, doktari, eina grein í Fróðskaparritið, ið júst umrøður Álvaleik. Hóast leikurin er gamal, er hann so mikið vælskrivaður, at hann væl kann nýtast nú á døgum. Høvuðsevnið: "eru tað menniskjuni, ið hava vald yvir náttúruni ella er tað náttúran, ið stýrir mannalívinum?", er eitt evni, ið eins væl kann hóska til føroyska umhvørvið nú á døgum, sum tá í tíðini.
Álvaleikur hevur helst sína fyrimynd í "Dreymi Jóansøkunátt" eftir William Shakespeare. Leikirnir byggja á somu temu, hava sama slag av málsligum spølum og náttúrumyndum. Munurin liggur m.a. í, at Álvaleikur væl kann spælast av góðum áhugaleik-arum, og at myndirnar og málið eru staðbundin í føroysku mentanini.
Í hesari uppseting eru 28 leikarar úr Havnar Sjón-leikarfelag, bæði meira og minni kend og í øllum aldrum frá 12 ár til mitt í 60?unum. Leikurin hevur bert 16 leiklutir, men hesaferð hava allir leiklutir dupulta manning, sum spæla annaðhvørt kvøld uppá skift. Hetta er ein áhugaverdur arbeiðsháttur, ið her í Føroyum ikki hevur verið royndur í leikum fyri vaksin. Á henda hátt kunnu leikararnir inspirera hvønn annan, og tað gevur samstundis áhugaleikarunum møguleika at liva eitt lív, meðan teir spæla sjónleik.
Álvaleikur er ein leikur fyri vaksin, men størri børn kunnu eisini hava gleði av hesum skemtiliga leiki. Og øll kunnu hava stóra gleði av at kunnast við tann Hans Andrias, ið ikki bara er okkara kæra "barnarímuskald", men eisini ein argingarsamur og speiskur samfelagsviðmerkjari.
Leikstjóri er Hedvig Westerlund, teaturpedagogur og sjónleikari, ið áður hevur arbeitt sum leikari og hjálparleikstjóri í "Intituut voor Scheppende Ontwikkeling" í Antwerpen við experimentalari leiklist. Í Føroyum kenna vit hana best frá Sjónleikaskúlanum hjá Havnar Sjónleikarfelagi.
Gallafrumframførsla av Álvaleiki verður tann 4. oktober og atgongumerkjasølan byrjar nú mánadagin 29. september í Kunningarstovuni.










