sítt til at skapa ein undirhaldandi dyst. Gestirnir vóru kortini ikki eigasørir, tí teir byrjaðu við trimum monnum frammi. Hetta munti kortini lítið tí miðjan datt eitt sindur burtur ímillum meginpartin [...] áleypararnar. Men illa hilnaðist kortini, tí tá danir komu inn í móti brotsteignum steðgaði spælið upp. Sveitsiska verjan hevði gott tak á Ebbe Sand og Jon Dahl Thomason, sum ikki høvdu ein veruligan møguleika [...] verið lagt dønum fyri, at teir ikki hava megnað at skapað ein dyst tá teir eru undir trýsti. Í nógvum førum hevur hetta kanska verið so, men í kvøld royndu teir kortini. Og tá tað sá allarsvartast út vísti
hvat eru áhugamál Føroya lands og Føroya fólks mótvegis umheiminum. Hetta er eyðsæð ikki løtuverk, og tískil eiga vit ikki at renna beinini undan okkum í fáfongdari langtan eftir at kunna bringuprýða okkum [...] tikin vendist ikki aftur. Oftani verður víst til Íslands í 1944, men støðan var ein heilt onnur í Íslandi tá. Íslendingar vóru samdir um loysingina, og høvdu altíð verið tað. So er ikki í Føroyum í dag [...] tann sannleikin, at avgerðin um at lýsa fullveldi ella ei, í veruleikanum byggir á ?smag og behag?. Kortini verður hildið rimmarfast við uppáhaldið um, at alt annað enn fullveldi og tað beinanvegin, er ómøguligt
kommunu um eitt greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti, men vit hava tikið útspælið frá teimum um, at hon ikki ynskir blokkstuðul ella nakað sum líkist tí, í álvara. Tí er tilmælið á býráðsfundinum mánakvøldið [...] almanna- og heilsumálum. Gott inntøkugrundarlag Landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum skilir kortini væl, at býráðspolitikarar í Havn stúra fyri fíggjarligu avleiðingunum av at yvirtaka barnaansingarøkið [...] tað er í grundini tað hetta snýr seg um. At raðfesta rætt, sigur Helena Dam á Neystabø. Hví velur tú ikki at taka Tórshavnar kommunu burtur úr sum eina royndarkommunu á økinum? - Tað er ein landsumfatandi
nógv E standa á, sigur Dánjal Petur Mariusarson, kokkur, sipandi til øll tey manngjørdu íblandingar- og litevnini, ið sambært læknafrøðini ikki beinleiðis fremja fólkaheilsuna. Dánjal Petur og felagar hansara [...] Dánjal Petur Mariusarson, kokkur á Marco Polo, Gundur Fossdal, kokkaleiðari á Hotel Føroyum og Johan Mortensen, stjóri, eru aðalsinnaðir undangongumenn í matgerðarlist. Tað vistfrøðiliga rákið, ið ger
beinanvegin á mær, at eg var føroyingur, ið ikki er samskrúvaður til tropiska veðurlagið. Tankavirksemið steðgaði nærum heilt upp, sigur Erla Dal Mørch, sum kortini leggur dent á, at hon hevur havt nakrar [...] Okkurt garvilt Í roynd og veru var Erla ikki ein teirra, ið sat sum á nálum við sjónvarpsskíggjan ta ferðina Robinsonferðin fyrstu ferð var á skránni. Men kortini las hon um sendingina í bløðunum. ? Júst [...] eri glað, er hann eisini glaður? 600 tímar upptiknir Erla vil ikki avdúka, hvør gjørdist vinnari í Robinson-stríðnum. Og hon vil heldur ikki koma við nakrari ábending um, hvør hesin hepni er. Hon sigur
uttan nakrar trupulleikar. Enn hava spælararnir ikki fingið at vita, hvussu Allan Simonsen fer at loysa knútin, nú tveir spælarar mangla, men tað er ikki nógv sum talar fyri, at tveir nýggir mans verða [...] serliga seinnu trý korterini, endaði tað við einum 2-0 tapi, sum enn einaferð vísti, at fótbóltur ikki er rættvísi. Spælararnir hingu við høvdinum eftir dystin móti Estlandi, og Allan Simonsen segði eftir [...] móti Litava var at finna sinniliga yvirskotið. ? Lagið hevur verið gott undir venjing, og tað var ikki so torført at koma fyri okkum aftur, sum eg væntaði, at tað fór at verða, sigur Jens Kristian Hansen
sagt, at eingin avgerð er enn tikin um tíðarásetingina, heldur ikki um hvørji øki verða við í eini komandi útbjóðing. Ein avgerð verður ikki tikin fyrr enn seinni í ár. Hvat framtíðar samvinnu við Føroyar [...] leingi hevur verið eitt stórt ynski at sleppa undir leiting í Hvíta økinum, sum orsakað av ósemjuni, ikki var atgongiligt. Tá so marknaavtalan varð undirskrivað høvdu flest allir eygleiðarar roknað við, at [...] vildi hon vera tann fyrsta til at lata upp fyri veruligari oljuleiting í Hvíta økinum. Men tað gongst ikki altíð, sum prestur prædikar. Nú føroyska útbjóðingin varð almannakunngjørd er framvegis einki at frætta
hava feløgini ikki slept ætlanini um bygging. Kristian á Neystabø, formaður í B36 sigur, at teir nú bíða eftir svarinum frá býráðnum. ? Vit hava ikki fingið nakað skrivligt svar, og hava tí ikki fingið nakra [...] bygningin. ? Men eftir tí, sum eg havi skilt, so er hetta ein partur av trupulleikanum. Eg veit tað kortini ikki við vissu. Sum eg havi skilt tað, so hevði tað eftir øllum at døma verið frægari, um feløgini [...] langtíðarleiga húsið til býráðið til barnaansing, sigur Kristian á Neystabø, sum kortini leggur dent á, at verandi ætlan als ikki er slept. Fíggingarmynstrið broytast Avleiðingin av noktandi svarinum hjá býráðnum
Fyri uttanfyristandandi kann tað tykjast heldur enn ikki løgið, at samstundis, sum býráðið avvísir eini umsókn um stuðul, so verður peningur kortini latin øðrum felagnum, um tað so enn er av aðrari konto [...] konto. Vit hava spurt Heðin Mortensen um tað ikki er eitt løgið samanfall í hesum málum. Hví vilja tit ikki veita stuðul til ætlanina? ? Eingin hevur krav upp á at fáa stuðul frá býráðnum. Vit kunnu veita [...] hevur kostað býráðnum umleið eina millión krónur. Tað heldur hann ikki, at feløgini hava tikið hædd fyri. Heðin Mortensen heldur ikki, at feløgini hava tikið hædd fyri, at tey hava fingið 30 prosent í
ójavna, ið landsstýrið nú fremur við ikki eisini at lata tímaløntu føroyingum somu rættindi undir sjúku, sum fastløntum. Tað er ikki at skilja, at landsstýrið ikki fyri einaferð skuld kann javnseta hesar [...] flokkurin ikki tekur undir við at taka av lógina um karensdagar. Hetta var sjálvandi hugsandi, tí tað eru ikki júst sosialu viðurskifti løntakaranna, ið liggja flokkinum fremst í huga. Kortini var tað