Føroysk útbjóðing yvirhálar bretska

Avgerðin hjá føroysku oljumyndugleikunum at brúka oljumessuna í Aberdeen sum almenna startskotið til oljjuleiting við Føroyar frá ár 2000 kann eisini hava verið umhugsað væl taktiskt. Tí enn hava bretar ikki kunngjørt, nær teirra sokallaða »White zone licitation Round« verður latin upp. Eingin ivi er millum oljufeløg her í Aberdeen, at tað er eitt bæði klókt og taktiskt skilagott stig, tá føroyingar nú spæla út við endaligu tíðarætlanini fyri fyrstu útbjóðingini. Nú hava oljufeløgini fingið nakað ítøkiligt at halda seg til, og so leingi eingin veit nakað um komandi bretsku útbjóðingina í nærum sama øki - í Hvíta økinum á Atlantsmótinum - so eru øll eygu vend móti føroyska landgrunninum.

Jan Müller

Aberdeen



Bretar áttu at

verið fyrr men

Oljuídnaðurin í Bretlandi hevur nú í fleiri ár bíðað í spenningini eftir eini loysn í marknatrætuni millum Føroyar og Bretland. Tað er eingin loyna, at tað leingi hevur verið eitt stórt ynski at sleppa undir leiting í Hvíta økinum, sum orsakað av ósemjuni, ikki var atgongiligt.

Tá so marknaavtalan varð undirskrivað høvdu flest allir eygleiðarar roknað við, at nú fóru bretar, sum jú hava drúgvar royndir í útbjóðing, at lata sína rundu upp langt áðrenn føroyingar komu so langt. Hetta kundi so vera ein trumfur hjá bretsku stjórnini, tí tá vildi hon vera tann fyrsta til at lata upp fyri veruligari oljuleiting í Hvíta økinum. Men tað gongst ikki altíð, sum prestur prædikar. Nú føroyska útbjóðingin varð almannakunngjørd er framvegis einki at frætta um tað 19. bretsku útbjóðingina.

Sosialurin hevur spurt seg fyri hjá DTI, sum er bretska svarið uppá Oljumála- og Vinnumálastýrini. Har verður sagt, at eingin avgerð er enn tikin um tíðarásetingina, heldur ikki um hvørji øki verða við í eini komandi útbjóðing. Ein avgerð verður ikki tikin fyrr enn seinni í ár.

Hvat framtíðar samvinnu við Føroyar viðvíkur, eitt nú í sambandi við útbjóðingararbeiði, sigur Nell Darby, tíðindakvinna hjá DTI, at tað í løtuni er torført at siga nakað um eitt samarbeiði, sum viðvíkur útbjóðing. Men kortini - tá olju- og gassvirksemi er farið í gongd í økinum, kunnu tað væl vera øki av felags áhuga, sum hava við sær, at bretska stjórnin og Føroya landsstýrið kunnu arbeiða tætt saman.

Stjórin í DTI Allan Brooks vitjaði í Føroyum saman við Tony Lloyd, varauttanríkisráðharra, tá marknaavtalan varð undirskrivað. Tá varð mett, at bretska útbjóðingin fór at verða kunngjørd í heyst ella í vetur. Nú tykist henda tíðarætlanin so ikki at fara at halda.