Sveinur Tróndarson
Tað gongur ikki altíð sum ætlað. Hetta mugu tey bæði fótbóltsfeløgini í Gundadali sanna, nú býráðið hevur havnað umsókn teirra um stuðul til nýggja bygningin við Ovara vøll í Gundadali. Men hóast tað, so hava feløgini ikki slept ætlanini um bygging.
Kristian á Neystabø, formaður í B36 sigur, at teir nú bíða eftir svarinum frá býráðnum.
? Vit hava ikki fingið nakað skrivligt svar, og hava tí ikki fingið nakra grundgeving fyri hví býráðið ikki vil lata stuðul, sigur hann og leggur afturat:
? Tí ber so illa til at siga nakað um hvussu víðari verður farið fram.
Kristian á Neystabø vísir á, at ætlanin er soleiðis samanskrúva, at feløgini skulu eiga bygningin, meðan tann sum skal reka bovlinghøllina skal leiga seg inn í bygningin.
? Men eftir tí, sum eg havi skilt, so er hetta ein partur av trupulleikanum. Eg veit tað kortini ikki við vissu. Sum eg havi skilt tað, so hevði tað eftir øllum at døma verið frægari, um feløgini sjálvi stóðu fyri bovlingini, sigur Kristian.
Er tað ein møguleiki, at tit yvirtaka ætlanina?
? Tað sær út til, at tað er tað sum býráðið vil. Ein annar møguleiki er at langtíðarleiga húsið til býráðið til barnaansing, sigur Kristian á Neystabø, sum kortini leggur dent á, at verandi ætlan als ikki er slept.
Fíggingarmynstrið broytast
Avleiðingin av noktandi svarinum hjá býráðnum, sum umsøkjararnir higartil bert hava fingið munnliga, er, at annað fíggingarmynstur má útvegast.
? Hatta var ein »strika í rokningini«. Vit hava fingið munnliga játtan frá peningastovnum, men nú er tað ein spurningur um hesar játtanir halda. So er tað sjálvandi eisini ein spurningur, um landsstýrið játtar umsóknini um stuðul nú býráðið hevur avvíst. Alt hetta skal takast við í ta samlaðu metingina, áðrenn vit fara undir arbeiði, sigur Kristian á Neystabø.
Hóast formaðurin í B36 sigur, at byggiætlanin í Gundadali ikki er slept, so torir hann tó einki at siga um nær farið verður undir arbeiði í Gundadali.
? Nú mugu vit fyrst fáa at síggja hvussu svarið frá býráðnum sær út, og síðani mugu vit síggja hvat vit kunnu gera út frá tí, sigur Kristian á Neystabø at enda.