læra av okkara mistøkum og tryggja at vit í framtíðini geva okkara børnum og ungu ein tryggan og góðan uppvøkstur í Føroyum. Tí havi eg sett landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe [...] Í 50 ár hava vit havt ábyrgd av barnaverndarøkinum. Umsitingin av barnaforsorgini kom á føroyskar hendur í 1975, og í 2006 var málsøkið yvirtikið og vit fingu føroyska lóggávu á økinum. Hóast umsiting [...] av landinum, tí vit siga okkum ikki megna at taka okkum av teimum. Í løtuni er trý børn á stovni í Danmark. Hetta er ein myrkur blettur í okkara søgu, sum sjóneykan eigur at verða sett á. Vit mugu hava dirvið
at umboða Føroyar í HM endaspælinum í kvinnuhondbólti, sum verður síðst í hesum mánaðinum í Týsklandi og í Niðurlondum. Føroyska liðið fer í innleiðandi umfarinum at spæla í Trier í Týsklandi. Av teimum [...] sum eru í føroyskum feløgum. Hondbóltslandsliðið skrivar soleiðis í dag: Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 18 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í HM-endaspælinum [...] vera 16 leikarar við til hvønn dyst. Føroyska liðið savnast aftur tann 17. november til venjingar í Føroyum. Leygardagin 22. november kl. 19.00 spæla okkara vinadyst móti Íslandi Við Tjarnir. Atgongumerki
og aftan á verður ofta dansað. Vit hava prátað við kanska tann best umtókta dansitónleikaran í Føroyum í nýggjari tíð Kim Hansen, um hvat fólki dámar at hoyra á jólaborðhaldum. Sera royndur Kim Hansen [...] dini á Hotel Føroyum. Fyrst var tað Taxi og seinnu árini Showmenn, tónleikarar eru komnir og farnir, men Kim hevur verið fasti maðurin. Orsøkin til at eg gjørdi avtalu við Hotel Føroyar í ár 2000, var [...] er mest umbidna lagið tá teir spæla, so tað er nokkso stuttligt. Í ár verður tað ikki Kim sum spælir til jólaborðhaldini á Hotel Føroyum, men Kim væntar, at okkurt jólaborðhald onkrastaðni fer hann at spæla
sindur tengd at fiskiskapinum undir Føroyum. ?Tá ið fiskiskapurin undir Føroyum var í hæddini, var at kalla ongin áhugi fyri íslandskvotuni. Men nú fiskiskapurin undir Føroyum er minkaður eitt sindur, er áhugin [...] Línubáturin Kvikk úr Klaksvík er nú farin seinasta túrin undir Ísland í ár. Men í seinastuni hevur lítið verið fiskað, tí tað hevur viðrað út av lagi illa. Teir eiga 66 tons eftir undir Íslandi, men av [...] undir Íslandi. Teir hava sostatt fingið góð 180 tons undir Íslandi í ár. Skiparin sigur, at tað hevur ikki verið so nógv at fáa undir Íslandi í ár, sum onkuntíð fyrr. Men teir fýlast eitt sindur á, hvussu
sleppa í viðgerð hjá serlækna. Samstundis sleppa tey bara til kanningar eina ferð, ella tvær ferðir um árið, og tey halda, at støðan í Føroyum langt frá nøktandi í einum heilsuverki í Norðurlondum í 2019 [...] speiskliga fyri. Sirið Stenberg sigur, at tað gongur illa at fáa serlækna í starv, men hóast útlendskir læknar eru eru meiri í Føroyum nú, strekkir tað ikki til, tí tað eitt annað, sum ger seg galdandi, og [...] er næstan vónleyst at fáa serlæknar í neurologi til Føroyar og samstundis er talið á sjúklinum munandi økt hesi seinastu árini. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum sigur, at tað er orsøkin
frá Margrethu drotning í summar, og soleiðis eina tøkk og viðurkenning fyri sítt virki fyri donskum áhugamálum í Føroyum, men tað liggur ongin viðurkenning av Føroyum sum tjóð í donsku flaggingini við [...] halgasta høgtíð okkara, og fólk binda frið í stillu viku. Øll uttan formaðurin í Sambandsflokkinum, sum er farin at brestast sjálvan páskadag. Tað gjørdu bretar eisini í Írlandi fyri 100 árum síðan, men tað [...] verja forsætismálaráðið í flaggmálinum, og tað er ikki óvæntað, tí fyri stuttum var hann á vitjan í forsætismálaráðnum. Eg havi ein illgruna um, at hann legði ráð saman við formanninum í móðurflokkinum, Vinstra
Í dag ber illa til at hugsa sær, at nakar í Føroyum ikki skal fáa løn sína goldna í pengum, men í mjøli, sukuri og gummistivlum. Tað var nevniliga heilt vanligt, at arbeiðsfólk noyddust keypa vørur fyri [...] fyri lønina í handlinum hjá sama arbeiðsgevara, tey annars arbeiddu hjá. Men tað er ikki meiri enn sløk 100 ár síðani, at hetta var veruleiki í Føroyum. Og leygardagin heldur ein av slóðbrótaranum fyri at [...] at arbeiðsfólk skuldu hava løn sína útgoldna í reiðum pengum. Eitt av teimum feløgunum, sum breyt nasar fyri at vinna verkafólki rættin til at fáa løn í reiðum peningi, og fyri at vinna fólki nógv onnur
kl. 18. Høvuðsevnið á kvøldsetuni í vár verður sólarmyrkingin, og hon fer eisini at seta dám á skúlagongdina komandi vikuna. Eftir ætlan skuldi í hesum døgum í Føroyum navnframa avstralska Kate Russo greiða [...] arbeitt við í tímunum seinastu vikurnar, og tey fara eisini at greiða frá, hvat ið ein sólarmyrking í veruleikanum er. Ein skiftisnæmingur úr Lettlandi fer at hugleiða um tíðina í Føroyum. Eisini verður [...] upplivingum í sambandi við sólarmyrkingar kring heimin. Tað ber henni ikki til at koma mánakvøldið, men í staðin verður vitjan úr Fraklandi! Ein av mongu ferðafólkunum, sum leggja leiðina til Føroya í hesum
Eitt hátrýst við Ísland stendur mest sum í stað. Brúgvaløg yvir Atlantshavið flyta seg móti Føroyum, men væntandi halda tey seg í ein útsynning úr Føroyum. Í dag verður eitt lot til andøvsgul av norði [...] Turt og eina løtu klárar í. Hitin millum 5 og 8 stig. Fríggjadagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av eystri og landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, í støðum upp í strúk í vindi, 13 metrar um sekundið [...] verður eitt gul til stívt andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið, í støðum upp í strúk í vindi, 13 metrar um sekundið. Yvirhøvur turt og kanska sær sólin. Hitin alt samdøgrið um
skipanin heldur ikki er ókend fyri okkum í Føroyum, tí í mong ár hevur hópur av føroyingum útbúgvið seg til skipsførara og maskinmeistara eftir aspirantskipanum í Danmark og aðrastaðni. - Tað er tí ilt at [...] stjórnarlim í Fiskimannafelagnum, fyri at siga, at ætlaða føroyska aspirantútbúgvingin er ein skandala. Men, hesum er Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í útbúgvingarmálum, als ikki samdur við Axeli í. - Flestu [...] aspirantskipan, har lesandi fáa høvi at ganga í føroyskum sjómansskúla og fara í starvsvenjing umborð á føroyskum ella útlendskum skipum. Talan kann bæði vera um skip í altjóða sigling og fiskiskip. Landsstý