Í dag ber illa til at hugsa sær, at nakar í Føroyum ikki skal fáa løn sína goldna í pengum, men í mjøli, sukuri og gummistivlum. Tað var nevniliga heilt vanligt, at arbeiðsfólk noyddust keypa vørur fyri lønina í handlinum hjá sama arbeiðsgevara, tey annars arbeiddu hjá.
Men tað er ikki meiri enn sløk 100 ár síðani, at hetta var veruleiki í Føroyum. Og leygardagin heldur ein av slóðbrótaranum fyri at fáa hetta broytt, sín 100 ára føðingardag.
Men so fóru arbeiðarafeløgini at ressast við, og eftir eitt stríð, sum var so hart, at tey fægstu kunnu ímynda sær tað, eydnaðist teimum at enda at fáa trumja ígjøgnum, at arbeiðsfólk skuldu hava løn sína útgoldna í reiðum pengum.
Eitt av teimum feløgunum, sum breyt nasar fyri at vinna verkafólki rættin til at fáa løn í reiðum peningi, og fyri at vinna fólki nógv onnur rættindi, var arbeiðsmannafelagið, Fylking, á Tvøroyri.
Tað var 25. apríl í 1915, Enigheden varð sett á stovn. Í 1932 skifti felagið navn til Fylking. Og sostatt fyllir Fylking 100 ár leygardagin, sjálvan flaggdagin.
Og tað verður hátíðarhildið á Seglloftinum á Tvøroyri, leygardagin. Klokkan 16 letur ein framsýning um virkið hjá felagnum. Men klokkan 19 verður hátíðarhald, har Helgi Eidesgaard fer at greiða frá, og Kristin Miclelsen, borgarstjóri, heldur røðu.
Somuleiðis fer Einar Larsen at fortelja, hvussu hann minnist Fylking frá sínum uppvøkstri fyri seinna heimsbardaga. Eisini fer Chris Jan Michelsen at greiða frá, hvussu tað var at vera nevndarlimur í Fylking, tá kreppan herjaði í nítiárunum og tað stóð rættiliga nógv á, bæði politikarum og fakfeløgum.
Hetta kvøldið fara Hentzar og vinmenn at binda alt saman við tónleiki og sangi. Annars verður sjálv framsýningin opin í næstu viku, frá mánakvøldinum til tórskvøldið.










