Herfyri endurgóvu vit á in.fo Axel Hansen, stjórnarlim í Fiskimannafelagnum, fyri at siga, at ætlaða føroyska aspirantútbúgvingin er ein skandala. Men, hesum er Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í útbúgvingarmálum, als ikki samdur við Axeli í.
- Flestu øll lond, sum bjóða út maritimar útbúgvingar, hava sonevndar aspirantskipanir. Eftir hesum skipanum skifta lesandi millum skúla- og sjólívið. Sáttmáli krevst millum næming, skúla og reiðarí um starvsvenjing, og næmingarnir fáa bæði prógv og vinnubræv, tá útbúgvingin er liðug.
Landsstýrismaðurin vísir á, at skipanin heldur ikki er ókend fyri okkum í Føroyum, tí í mong ár hevur hópur av føroyingum útbúgvið seg til skipsførara og maskinmeistara eftir aspirantskipanum í Danmark og aðrastaðni.
- Tað er tí ilt at skilja, hví røddir úr Fiskimannafelagnum finnast hvassliga at einari føroyskari aspirantskipan, har lesandi fáa høvi at ganga í føroyskum sjómansskúla og fara í starvsvenjing umborð á føroyskum ella útlendskum skipum. Talan kann bæði vera um skip í altjóða sigling og fiskiskip.
Landsstýrismaðurin heldur tað vera upplagt at bjóða okkara ungdómi útbúgvingar í Føroyum - eisini teimum, sum hava hug til sjógvin. Hann heldur, at hetta eisini átti at verið søtur tónleikur í oyrunum hjá Fiskimannafelagnum.
Hann leggur aftrat, at føroyska aspirantskipanin byrjar sum ein royndarskipan, ið verður eftirmett um eitt ár. Skipanin er gjørd við fyrimynd úr grannalondunum og lýkur øll altjóða STCW-krøv hjá IMO um fakliga støðið, skeið og siglingstíð.
- Men, skipanin verður í fyrsta umfari royndarkoyrd, so til bera at gera tillagingar í útbúgvingini um neyðugt. Byrjað verður við skiparum og skipsførarum, men ætlanin er eisini at útbúgva maskinistar og maskinmeistarar eftir somu skipan seinni.
Bjørn Kalsø sigur, at kravið til tey lesandi er, at tey hava gymnasialt miðnámsprógv, og at sáttmáli verður gjørdur við góðkent reiðarí um starvsvenjingina.










