Máttu keypa 30 tons

Á línubátinum Kvikk úr Klaksvík fýlast teir á, at teir skulu verða noyddir at keypa kvotu frá bátum, sum fáa íslandsloyvi ár um ár, hóast teir ikki brúka tað

Línubáturin Kvikk úr Klaksvík er nú farin seinasta túrin undir Ísland í ár.

Men í seinastuni hevur lítið verið fiskað, tí tað hevur viðrað út av lagi illa.

Teir eiga 66 tons eftir undir Íslandi, men av teimum hava teir verið noyddir et keypt 30 tons.

? Høvdu vit ikki havt keypt tey 30 tonsini, hevði tað ikki loyst seg at farið yvir, sigur skiparin, Hans Oluf Johannesen.

Tilsamans fekk Kvikk eina kvotu uppá 216,2 tons undir Íslandi.

Teir hava sostatt fingið góð 180 tons undir Íslandi í ár.

Skiparin sigur, at tað hevur ikki verið so nógv at fáa undir Íslandi í ár, sum onkuntíð fyrr.

Men teir fýlast eitt sindur á, hvussu Íslandskvotan verður býtt.

Serliga fýlast teir á, at bátar fáa Íslandsloyvi ár um ár, hóast teir at kalla ongantíð brúka kvotuna, ella í hvussu so er, bara brúka ein lítlan part av henni.

Og skiparin á Kvikk heldur, at tað er skeivt, at teir, sum brúka kvotuna, so skulu vera noyddir at keypa íslandskvotu frá teimum sum ár um ár bara brúka tær til at selja.

Tí tað er bara eitt dýrkandi millumlið hjá okkum, sigur hann.

Hann sigur, at eru tað ikki bátar, sum keypa íslandskvotuna frá teimum, sum ikki brúka hana, so liggur kvotan ófiskað.

Og tað heldur hann kann vera ein ?farligur sportur? mótvegis íslendingum.

? Eg veit ikki hvussu hugaðir íslendingar eru at lata okkum kvotu fyri onki, sum vit so skulu brúka til at selja ímillum okkum.

Hann vísir eisini á, at íslendskir fiskimenn halda seg fáa ov lítla kvotu sum er, og nógvir teirra eru tí ímóti, at føroyingar fáa kvotu undir Íslandi.

? Verður so tann føroyska kvotan ikki so frægt sum uppfiskað, gevur tað teimum, sum eru ímóti at vit fáa kvotu, óneyðuga góð kort á hondina.

? Tí hvat skulu føroyingar gera kvotu, sum vit ikki brúka.

Hann leggur tó afturat, at áhugin fyri íslandskvotuni er eitt sindur tengd at fiskiskapinum undir Føroyum.

?Tá ið fiskiskapurin undir Føroyum var í hæddini, var at kalla ongin áhugi fyri íslandskvotuni.

Men nú fiskiskapurin undir Føroyum er minkaður eitt sindur, er áhugin fyri íslandskvotuni aftur veksandi.

Skiparin á Kvikk heldur, at tað er neyðugt, at vit fiska íslandskvotuna upp.

Hann sigur, at teir á Kvikk kundu væl hugsað sær eina størri íslandskvotu Hann leggur dent á, at hetta er ikki fyri at øvunda øðrum bátum, at teir fáa íslandsloyvi.

? Men so skuldu teir eisini roynt at fingið hana til høldar.

Hann heldur, at hetta er eisini spurningur um vit skulu betala fyri fiskirættindi.

? Sum er gera vit sum keypa íslandskvotu, teimum, sum fáa kvotu ár um, uttan at brúka hana, eina tænastu.

Sjálvur er hann ikki so heitur fyri handilskvotum. Hann heldur, at tað skuldi bara verið loyvt at selt kvotur, tá ið bátur ikki slapp til fiskiskap í eitt longri tíðarskeið, eitt nú við maskinskaða, ella onkrum slíkum.