tað, endaði við, at hann bleiv tikin ein dagin í januar í 1984. Sjálvur sigur høvundurin, at hann vil fegin hava fólk at tosa um dómin, sum hann fekk. Hann væntar ikki, at bókin fer at elva til ta stóru [...] Finst at donsku stjórnini Mannarættindafelagsskapurin Amnesty International finst at donsku stjórnini, nú tað er komið fram, at danski ríkisborgarin, sum sat fangi í Guantanamo, varð illa eyðmíktur. Lars [...] á Vestara Áarbakka. Men eingin dugir rættiliga at siga frá, hvussu tað kundi bera til, at hermenninir skutu tann 31 ára gamla Arafat Ibrahim Yacub, sum sat í rullistóli. Arafat Ibrahim Yacub hevði sitið
í næstu kappingunum? - At tað verður spennandi og tætt. Eg haldi ikki, at vit róðu so væl, sum eg haldi, at vit eiga at megna. Men eg rokni eisini við, at hinir bátarnir fara at verða betri fyri, enn teir [...] tað er heilt greitt, at eingin fer at koma sovandi til nakað FM heiti. Men vit fara at gera okkara besta. Argjabáturin lá vestastur í Klaksvík. Tað var eitt sindur torført hjá teimum at fylgja við í, hvussu [...] hóming av, at tað var rættuliga tætt millum okkum og Nevið Reyða. Men vit vóru ikki greiðir yvir, um vit vóru frammanfyri teir, ella hvussu nógv vit vóru frammanfyri. Eg haldi, at vit kunnu siga, at vit vunnu
síðani verið javnan at sæð á norðoyastevnu. Seinast undan hesuferðini í 1995. Jógvan Ravnsfjall sigur, at flestu av fólkunum eru tey somu. ? Fleiri eru jú eld nógv, men eg haldi ikki, at tað var nakar stórur [...] stórur trupulleiki at finna fólk til framsýningina, sigur hann. Hann veit ikki at siga, nær fólkalívsmyndir aftur verða á skránni, tí tað er ikki nakað ávíst mynstur. ? Tað er sera tilvildarligt, nær tær [...] Øll vóru íklødd sum fyri 100 árum síðani ? bæði børn og vaksin. Og tað sást eisini, at fleiri av teimum eru von við at vera við til hesa framsýningina. Onkur teirra hevði enntá verið við hvørja ferð, síðani
fór langt í sínum stríði fyri at fáa meg niður til kanningar, og tað gjørdi, at tað kom fram, at eg var DAMP, at eg varð illa happaður, greiðir hann frá. Happingin gjørdi, at Brandur bleiv sera illur í sær [...] teimum at fáa føroysku myndugleikarnar at senda hann niður. Har varð diagnosan DAMP sett eftir bert einari kanning. Har fekk Brandur eisini at vita nøkur ting, um hvat og hvussu hann kundi gera fyri at betra [...] uppvøkstri minnist Brandur manga tunga løtu, har hann ferð eftir ferð fekk at vita, hvat hann ikki skuldi gera, hvat hann gjørdi skeivt, og at hann ikki var góður nokk. ? Tað er strævið fyri foreldur at hava
minni væl, at tey trivust so har í oynni. Hann bar ótta fyri, at fólk fóru at finna út av, at Ragnar var hansara sonur, og at loyndarmálið, sum Rannvá ikki vildi siga nøkrum, tískil fór at verða uppklárað [...] Jóhann Hentze, sum var ferðaleiðari hendan leygardagin, at siga, at skúvoyingar hava staðfest, at øska er at finna undir svørðinum í toftini. Tað merkir, at har hevur eldur verið - antin til hita, matgerð ella [...] og avvísandi. Men, so hvørt sum tíðin gongur, sæst, at gentan er við barn, men gentan vil ikki siga, hvør eigur barnið. Tískil fær eingin at vita, at tað er kommandanturin á Skansanum, sum hevur gjørt seg
og Minnie á og tann flotta frukttekningin. Eg minnist, at tú gav Sólbjørt navnið Flippa Høj, áðrenn hon bleiv doypt. Eg minnist, at tú hevði hugsað um at keypa guddóttrini, Sólbjørt, jólagávu og kom so [...] fyri at hava kent teg og fyri tíðina, vit hava verið saman. Tú kemur altíð at liva í okkara minnum. Sólbjørt og Pauli eru tíverri so lítil, at tey koma ikki at minnast teg. Tey kunnu bert læra teg at kenna [...] sá teg. Eg minnist, hvussu fittur og tolin, tú altíð var við okkum børn. Tey elskaðu, tá tú kom at vitja. Tú bleiv beinanvegin hálaður upp á loft at spæla og tú segði ongantíð nei. Eg minnist, hvussu gávumildur
seinastu vikurnar, er vandi fyri, at alt færri fólk fara at tora at seta spurnartekin við, hvussu vit hava valt at innrætta okkara búskap, og alt færri fólk fara at tora at seta kikaran fyri hitt atfinningarsama [...] verður ráðið lagt undir at siga, at fiskivinnan mestsum er óneyðug fyri búskapin, og at vit kunnu liva av at klippa hvørjum øðrum. Heldur ikki hetta er í tráð við hugsan ráðsins. Men ráðið hevur - bæði [...] lagt undir at hava ta hugsan, at blokkstuðulin annaðhvørt er beinleiðis skaðiligur, ella at hann kann takast burtur úr búskaparliga renslinum uttan ávirkan á føroyska búskapin. Hvørki er satt. Eisini verður
ikki hoyrt frá Esbjerg, men tað vónaði hann so, at teir fóru at gera. UEFA verður kunnað Og at enda skoytir NSÍ formaðurin so uppí, at teir eisini fara at kunna UEFA um málið. - Enn er brævið so bert skrivað [...] send UEFA. Har plaga tey vanliga at appelera til, at fótbólturin skal vera við til at byggja upp vinarlag, men her hendir so tað júst øvuta. Tú byggir so ikki brýr, við at ganga aftur um bakið á fólki. - [...] í seinasta viku. Akkurát tá sat eg á fundi, og hugsaði kanska ikki so nógv um tað. Seinni ringdi eg so norður til KÍ, har eg segði við teir, at hetta bar als ikki til, og at teir máttu avlýsa tiltakið.
grundini at tora at raðfesta lívið framum lógina, ikki at hava ein paniskan ótta fyri at gera mistøk, at tora at yvirgeva seg og til seinast at tora at gera mistøk á Guds rokning. - Hetta merkir ikki, at óndskapurin [...] hættum skulu royna at gerast nóg virðismikil at fáa, t.d. við at hava røttu útsjóndina, røttu statussymbolini og rættan atburð, sigur Bent Falk. Hann vísir á, at vit í veruleikanum royna at fáa vald á kærleikanum [...] samveru og hita, og sannleikin er, at fleiri okkara eru sek í misgerðini at keypa kærleika frá okkara medmenniskjum við at bera okkum at á ávísan hátt, savna stig, vóna at fáa nakað afturfyri og á henda hátt
einki til tónleikin dagin eftir tá ið eg vaknaði, men eg minnist tó mína trongd til at finna útav, hvussu nógvir leikarar spældu, og tá ið eg royndi at telja teir út frá dreyminum kom eg fram til átta leikarar [...] Fyrsti satsurin varð komponeraður fyrst, og síðani annar satsur, waltz, men eftir at hava komponerað annan sats helt eg, at hann egnaði seg væl til eitt tema við variatiónum. Tískil komponeraði eg "ribbons [...] kulminatión av øllum, sum eg royndi at fáa fram í satsinum, og hetta er so avgjørt tann mest áhugaverda hendingin í allari oktettini. Hugskotið við fugato satsinum er, at temaið verður spælt í rotatión av