- Vit vilja ikki finna okkum í, at KÍ soleiðis fer aftur um okkara rygg, og blandar seg beinleiðis inn í okkara tiltak.
Somikið bersøgin er NSÍ-formaðurin, Jákup Mortensen, sum undan fráferðini hjá NSÍ til Esbjerg orðaði eitt hvast skriv, sum varð stílað til Fótbóltssamband Føroya, KÍ og Esbjerg.
Orsøkin til øðina hjá formanninum skal finnast í Klaksvík. Har hevur KÍ nevnliga gjørt av, at teir vilja bjóða Esbjerg til vinardyst, nú Esbjerg kortini er í Føroyum á vitjan hjá NSÍ. Nakað sum í øllum førum má metast sum eitt sera óvanligt stig. Ikki minst tí KÍ á henda hátt hjálpir Esbjerg í teirra fyrireikingum til Inter-toto dystin móti NSÍ.
- Fyrstu ferð eg hoyrdi um hetta var umvegis telefon tíðliga í seinasta viku. Akkurát tá sat eg á fundi, og hugsaði kanska ikki so nógv um tað. Seinni ringdi eg so norður til KÍ, har eg segði við teir, at hetta bar als ikki til, og at teir máttu avlýsa tiltakið.
- Eg hoyrdi einki aftur frá teimum, og so roknaði eg bara við, at tað málið var úti av verðini, sigur Jákup.
Undir lágmark
Hetta helt sær tó ikki longur, enn til seinasta fríggjadag. Tá var Norðlýsið í luftini á Rás2, og her staðfestu umboð fyri KÍ, at teir hava boðið Esbjerg til venjingardyst, og at hesin verður leiktur 23. juni.
- Tá fleyg øðin í meg. Eg ringdi beint til Gest Hovgaard (KÍ-formaður, blðm., og segði honum, at hetta funnu vit okkum ikki í. Samstundis segði eg við hann, at eg vildi hava hetta málið avklára mikudagin, áðrenn vit fóru niður, men enn havi eg so einki hoyrt, sigur NSÍ-formaðurin, sum hósdagin fór til Danmarkar saman við restini av ferðalagnum hjá NSÍ.
- Eg má bara siga, at eg haldi hetta vera langt undir alt lágmark. Tað er nakað, sum eitur sømiligheit, og tað má KÍ eisini fyrihalda seg til. Um teir fylla 100 ár ella ikki, eri eg akkurát líkaglaður um. Tað eru vit, sum hava vunnið rættin til at spæla móti Esbjerg, og KÍ skal so ikki blanda seg út í okkara tiltøk, og tað allar minsta var, um teir spurdu seg fyri her hjá okkum fyrst.
Kæra KÍ
Tá evstamarkið, sum Jákup sjálvur hevði sett, var farið aftur um bak mikudagin, uttan at NSÍ hevði hoyrt nakað sum helst úr KÍ, sendi NSÍ eitt skriv, sum í fyrsta umfari verður sent FSF, KÍ og Esbjerg.
- Eg veit ikki, hvat víðari hendir í málinum, men tey í FSF, sum eg havi tosað við, tóktust nærum skelkað av hesum. Onkur helst fyri, at tað mátti vera skemt, men tað er so ramasti álvara.
- Og hvat Esbjerg ger, veit eg ikki. Eg havi so greitt teimum frá, hvussu hetta málið hevur koyrt, og so vóni eg, at teir síggja tað høpisleysa í hesum. Hvat nú, um teir seinni í kappingini fáa dyst móti Juventus, og FC Midtjylland bjóðar teimum til venjingardyst í Herning, so leikararnir skulu vera betri fyri til dystin móti Esbjerg? Nei, eg spyrji bara, tí sjálvandi hevði tað ongantíð komið upp á tal. Og um eitt danskt felag hevði gjørt soleiðis, so vildi talan verið um eitt ramaskríggj.
Undan fráferðini til Danmarkar hevði Jákup so heldur ikki hoyrt frá Esbjerg, men tað vónaði hann so, at teir fóru at gera.
UEFA verður kunnað
Og at enda skoytir NSÍ formaðurin so uppí, at teir eisini fara at kunna UEFA um málið.
- Enn er brævið so bert skrivað á føroyskum og donskum, men vit gera so eisini eina enska útgávu, sum verður send UEFA. Har plaga tey vanliga at appelera til, at fótbólturin skal vera við til at byggja upp vinarlag, men her hendir so tað júst øvuta. Tú byggir so ikki brýr, við at ganga aftur um bakið á fólki.
- Akkurát, hvat UEFA ger við málið, havi eg so ikki ánilsi, men eg vóni í øllum førum, at KÍ verður átalað fyri atburðin, og eg vóni so sanniliga eisini, at FSF fer at hava sínar viðmerkingar um hetta.
Í øllum førum er ikki nakað, sum eitur vinarlag millum okkum og KÍ. Teir eru farnir langt undir tað, sum kann kallast vanlig sámiligheit, og teir kunnu so gott spara sær at bjóða okkum í nakran føðingardag, sigur ein argur Jákup Mortensen at enda.










