Grønland, sum verða bjóðað fram sum ferðavinnumál, og teir mongu keypararnir, sum eru her, koma úr øllum partum av heiminum, og teir koma bert fyri at vitja okkum, sum vilja selja hesi trý londini sum ferð [...] innan føroysku ferðavinnuna, sum eru við á stevnuni. Hetta vil siga, at tað eru tey, sum hava staðið sína roynd í vinnuni, og sum útlendsku keypararnir kenna. Keypararnir, sum eru komnir at vitja stevnuna [...] Býráðshøllin liggur í sjálvum hjartanum av íslendska høvuðsstaðnum, og er hon bygd, so at hon liggur út í vælkendu Tjørnina. Uttan fyri inngongdina til sjálva býráðshøllina er eisini ein lítil hylur, og
Nú hevur VB/Sumba tvey skot eftir í byrsuni. Liðið, sum í løtuni liggur til niðurflyting úr Formuladeildini, kann bjarga sær í deildini, men so er neyðugt við tveimum plettskotum í seinastu umførunum. [...] bert fingið fýra stig seks seinastu dystunum, og tað tykist, sum at liðið hevur lítið at spæla fyri restina av kappingin. Liðið hevur framvegis ein lítlan møguleika at røkka fram til heiðursmerkini, men so [...] Einar Hansen, sum spæla við U19 landsliðnum. Vónin er til staðar VB/Sumba hevur eisini allar sínar spælarar tøkar til dystin sunnudagin. Einki leikbann er hesaferð, og teir smáu skaðarnir, sum eru í leguni
á, at tað hjá einum felagi sum VB, ið liggur í útjaðaranum av landinum, er tað sera trupult at lokka føroyingar úr meginøkinum til VB at spæla. Tí kemur ein lógarbroyting sum tann, ið nú verður skotin upp [...] Tað er helst ikki av leið at siga, at VB var fyrsta føroyska felagið, sum styrkti sítt lið við jugoslaviskum spælarum ? ein táttur, sum fleiri lið síðani hava tikið upp. Tað var í 1996, tá Tomislav Sivic [...] verður liðið styrkt í mun til í fjør. Tórður Holm, sum hevur spælt við TB, er komin til VB í ár, og Elian Hansen, sum fyrr hevur spælt við NSÍ, men sum eisini hevur verið at sæð á VB-liðnum fyrr, fer at
umboðunum hjá Føroyum komandi ár. Men GÍ-liðið hevur verið óstøðugt í ár, og sum nú er, eru fýra stig upp til NSÍ, sum í løtuni liggur til at fáa føroyska plássið í Intertoto-kappingini komandi ár. Dystarskráin [...] formáddi sær so lítið, sum teir gjørdu vesturi á Eiðinum leygardagin. Fyri tað fyrsta var tað eyðsæð, at Europa Cup-dysturin frá hóskvøldinum framvegis sat í beinunum hjá GÍ-arunum, sum ikki fóru suður fyrr [...] kundi Popczynski uttan trupulleikar sláa VB-sigurin fastan. Ein tann mest positivi luturin hjá GÍ í ár hevur verið blaðungi Súni Olsen, sum hevur gjørt vart við seg úti í vinstru síðuni. Hóskvøldið skoraði
hjá NSÍ fleiri umfør áðrenn endan. Liðið liggur trygt í miðjuni, kann ikki náa longur fram, og verður neyvan tikið av nøkrum liði aftanfyri. Hetta er ein støða, sum teir í NSÍ hava roynt áður, og tað sást [...] sigurin móti einum heldur ráðaleysum NSÍ-liði, sum tykist verða farið í vetrarfrí. Fleiri av NSÍ-spælarunum spæla her móti endanum av kappingini ikki upp til tað, sum krevst av 1. deildarspælarum, og tað kemst [...] hjá VB gjørdist ikki minni, tá teir fingu ein av sínum vanliga bestu spælarum útvístan longu eftir fimm minuttir. VB var á veg í mótálop, og samanbrestur millum ein NSÍ?ara og Milan Kuljic endaði við, at
teprum 24-23-heimasigri á StÍF liggur VB framvegis væl fyri í FM-stríðnum Fyrri hálvleikur gekk ógvuliga javnt á, og speglaðist hetta eisini aftur í hálvleiksstøðuni, sum gjørdist 10-10. Í seinna hálvleiki [...] útvísing fyri at brúka seg, varð ein vend skapt. VB vendi dystinum, vann tepur 24-23 og heldur tískil eina góða støðu í FM-stríðnum, har tær – hóast at hava leikt ein dyst færri – ligga ájavnt við Stjørnuna [...] hálvleiki var tað heldur óvæntað StÍF, sum sat á dystinum og leingi sá út til at strandakvinnur skuldu fáa stig við sær norður um fjørðin. Seint í dystinum fekk Rebekka Justinussen hjá StÍF reytt kort, og tá
fyri oddasessinum, sum VB í løguni liggur best fyri at taka. Nakað sum vágskvinnurnar sjálvar syrgdu fyri, tá tær seinasta vikuskifti vunnu trupla útidystin í Klaksvík. Tað var tó ein dyggur smeitur fyri [...] Stjørnan her metast sum risa-favorittur. Stendur á hjá VÍF Í niðara bólkinum vann StÍF sær tvey sera týðandi stig, tá tær í Vestmanna vunnu á liðnum, sum annars hevur verið roknað sum tað sterkasta í bólkinum [...] Um tað veruliga er so, fæst so ein ábending um sunnudagin. Hin dysturin í FM-bólkinum verður millum Stjørnuna og Kyndil. Kyndil var í grundspælinum einasta liðið, sum megnaði at basa Stjørnuni, men kortini
túrurin so komin til StÍF. Kanska hevði VB eisini nakað at prógva her, tí júst StÍF var fyrsta liðið, sum sum fekk fyrimun av málinum. Ikki soleiðis at skilja, at StÍF hevði nakað við hetta at gera, og heldur [...] pláss, nú liðini hittust á Skála. Og í øllum førum legði VB fyri sum eitt óløgi. Áðrenn tær á heimaliðnum rættiliga høvdu funnið nakað sum helst fótafesti á vøllinum, var VB longu fokið avstað, og tær helmaðu [...] til láns í eitt samdøgur. Enn hevur VB tó ein dyst til góðar, so einki er avgjørt enn í so máta, og seinni dysturin millum tey bæði liðini í grundspælinum liggur eisini á. Tann uppgerðin verður í Vági nú
hjá Neistanum, var ongantíð í iva um, at hetta fór at verða ein torførur dystur. Hann vísti á málverjan, Mariu Samuelsen, og Ásu á Neystabø sum lyklaleikarar, tá Barbara Brauer var tikin úr dystinum. Hóast [...] VB liggur eftir vikuskiftið á næst aftasta plássi, men avrikið móti Neistanum var nógv betri enn stigatalvan vísur. Gjøgnum allan dystin er sera javnt. Munurin í hálvleikinum er bara tvey mál. 10-8 til [...] Stjørnan hevði hug at arga Neistan fyri kortum, og hesa ferð megnaði VB veruliga at arga oddaliðið, sum tó framvegis hevur fult stigatal og er favorittur at vinna FM.
Hondbóltur Undan leygardegnum varð útidysturin móti Neistanum mettur sum ein av tveimum møguligum snávingarsteinum hjá VB-kvinnunum, sum framvegis liggja trý stig aftan fyri oddaliðið Stjørnuna. Ikki minst [...] dystinum hesaferð. Ein part av fyrra hálvleiki vóru tað eisini tær, sum høvdu leiðsluna í dystinum, men tá seinni hálvleikur fór ígongd, setti VB alt upp á pláss. Við eini krútsterkari verju, sum sjáldan loyvdi [...] endurvinna gullmerkini. Trý stig eru sum sagt á muni, men við einum dysti til góðar, tykist VB hava allar møguleikar at gera seg galdandi, og tó at tær enn hava ein truplan heimadyst móti VÍF undan stórdystinum