VB/S hevur vónina

Hóast B68 hevur tikið seg fram um VB/Sumba og ÍF, hava teir í Vági framvegis vón um at yvirliva í Formuladeildini

Nú hevur VB/Sumba tvey skot eftir í byrsuni. Liðið, sum í løtuni liggur til niðurflyting úr Formuladeildini, kann bjarga sær í deildini, men so er neyðugt við tveimum plettskotum í seinastu umførunum.
Sunnudagin kemur NSÍ á vitjan í Vági, og runavíkingar hava ikki staðið seg serliga væl seinastu umførini. NSÍ hevur bert fingið fýra stig seks seinastu dystunum, og tað tykist, sum at liðið hevur lítið at spæla fyri restina av kappingin. Liðið hevur framvegis ein lítlan møguleika at røkka fram til heiðursmerkini, men so skal liðið vinna í teimum báðum seinastu dystunum.
NSÍ hevur allar sínar spælarar tøkar til dystin í Vági sunnudagin.
Christian Høgni Jacobsen hevur verið burtur í landsliðsørindum, og tað hava eisini Bogi Løkin og Einar Hansen, sum spæla við U19 landsliðnum.
 
Vónin er til staðar
VB/Sumba hevur eisini allar sínar spælarar tøkar til dystin sunnudagin. Einki leikbann er hesaferð, og teir smáu skaðarnir, sum eru í leguni, fara ikki at forða nøkrum í ár spæla sunnudagin.
- Um vit hava sama hugburð til dystin sunnudagin, sum vit høvdu ímóti HB seinast, so kann alt henda. Vit skulu veruliga stríðast fyri okkara kjansi, og allir spælararnir mugu arbeiða hart fyri einum góðum úrsliti, sigur Bjarni Johansen, sum er annar venjarin hjá VB/Sumba.
- Støðan hjá okkum er ikki tann besta, og tað verður trupult at sleppa undan niðurflyting, men vit hava framvegis vónina, og vit ætla at stríðast til tað seinasta, sigur hann.