Hondbóltur
Undan leygardegnum varð útidysturin móti Neistanum mettur sum ein av tveimum møguligum snávingarsteinum hjá VB-kvinnunum, sum framvegis liggja trý stig aftan fyri oddaliðið Stjørnuna.
Ikki minst komst hetta av, at Neistin í grundspælinum megnaði at vinna dystin í Vági móti VB, men hetta fingu tær ikki loyvi til at endurtaka leygardagin.
Fyrstu longu l,øtuna var Neistin tó heilt væl við í dystinum hesaferð. Ein part av fyrra hálvleiki vóru tað eisini tær, sum høvdu leiðsluna í dystinum, men tá seinni hálvleikur fór ígongd, setti VB alt upp á pláss. Við eini krútsterkari verju, sum sjáldan loyvdi Neistanum bara tað allarminsta, megnaðu tær fyri tað nógva at halda mótstøðuni burturi frá nøkrum opnum málmøguleikum, og so kundi eyðkenda kontra-spælið hjá VB tryggja teimum sigurin.
Finalan bíðar
Og við hesum halda meistararnir framvegis rimmarfast um møguleikan fyri at endurvinna gullmerkini.
Trý stig eru sum sagt á muni, men við einum dysti til góðar, tykist VB hava allar møguleikar at gera seg galdandi, og tó at tær enn hava ein truplan heimadyst móti VÍF undan stórdystinum í næst seinasta umfarinum, so tykist tað í lotuni vera sera ósannlíkt, at nakar annar enn Stjørnan skal nerta kvinnurnar úr Vági.
Neistin hinvegin hevur ikki longur tað heilt stóra at stríðast um. Hvussu víkir og vendir, so enda tær kappingarárið á fjórða plássinum, og tað er so í øllum førum eitt pláss lægri enn tað, sum miðjað varð eftir við ársbyrjan.
Stóri munurin í mun til tey trý ovastu tykist vera, at Neistin ? sum annars í nógv ár hevur roynt at dúva upp á egið fólk - »bara« hevur tvær útlendskar kvinnur á liðnum. Gongdin í føroyskum kvinnuhondbólti hevur hesi seinnu árini verið, at útlendski styrkurin skal vera so stórur sum gjørligt, um heiðursmerki skulu vinnast, og tí er lítið at ivast í, at tey í Neistanum eru farin at hugsa um, hvør triðja útlendska kvinnan skal verða. Seinasta meistaraheitið liggur heilt afturi í 1997, og tað er long tíð hjá einum felagi, sum við 35 meistarheitum er so nógv tað mest vinnandi í føroyskum kvinnuhondbólti.
Dysturin í tølum
Neistin-VB 22-29 (13-14)
Málskjúttar
Neistin: Lív Sørensen 6(2), Simona Dziugyte 5(3), Lina Andriulyte 3, Marjun Tróndarson 3, Unn Kragesteen 3, Ása Dam á Neystabø 2
VB: Gurið Mortensen 12, Daiva Toumaite 6, Aukse Vysniaskaite 5(2), Rannvá Augustinussen 3, Eydis Kjærbo 1, Laila Jespersen 1
Brotskøst: Neistin 8, VB 2
Útvísingar: Neistin 1, VB 2
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum









