Fólk eru fegin um nýggja dagstovnin Inni á Gøtu. Hann er millum annað av tveimum útlendskum pedagogum skírdur at hava fyrimyndarligar karmar. Talan er um fyrsta nýbygning innan dagrøktina, ið Tórshavnar [...] løgi, at vit hava valt at byggja ein stovn við 42 nýggjum plássum, og at hini 20 plássini eru útvegað til børn, ið eru í skipanini frammanundan. Tað er væl skiljandi, men hinvegin mugu vit eisini ansa eftir [...] arbeiðinum. Jóhanna Hansen er sett sum leiðari fyri nýggja stovnin, og afturat sær hevur hon seks fólk í starvi. Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn, handaði mándagin Johannu Hansen ein A lykil til b
í Vági hava granskararnir vitjað virkir og fyritøkur. Tey hava hitt fólk, ið eru við í ítróttarfelagnum og fólk, sum á annan hátt eru við í sosiala lívinum. Roynt verður at skilja tey. Hví gera tey hetta [...] knýtir fólk til samfelagið, bygdina. MOST/CCPP Heili 9 lond eru við í verkætlanini; Canada, Grønland, Ísland, Føroyar, Noreg, Svøríki, Danmark, Finnland og Russland. Tvey øki, ella bygdir, eru so vald [...] verður stórur dentur lagdur á at hava fólk úr hesum ymsu støðunum við í orðaskiftinum. Tá ráðstevnur hava verið, og tær eru við jøvnum millumbilum, so greiða hesi fólkini sjálvi frá og koma at kennast
sum eru ringast fyri eru tey, sum ikki klára seg sjálvi, men sum noyðast at vera á stovni, har tey mugu fáa hjálp til tað allar mesta. ? Í øllum Føroyum eru 330 í hesum bólkinum. Í Suðuroynni eru tað eini [...] lítið út ímillum onnur. ? Hetta eru fólk, sum hava søkt um stovnspláss, men sum ikki fáa tað. ? Talan er um 630 fólk í øllum landinum. Í Suðuroynni er talan um 40 fólk. ? Hetta tal er helst eisini ov lítið [...] ella ongari hjálp. Hesin bólkurin er nógv tann størsti, í øllum landinum eru vit um 5.200 fólk, í Suðuroynni eru talan um gott 780 fólk. Hart trýst Sigvald Kristiansen fortaldi, at hann fekk mangan at vita
hava tað við at ganga til próvtøku. Summi eru, sum als ikki taka sær tyknir av hesum, og tískil taka próvtøkudagarnar sum allar aðrar dagar í skúlaárinum. Hesi eru helst í minniluta, ella kann tað bara tykjast [...] fleiri førum eru tey til próvtøku dag um dag. Er próvtøkan rættvís Sum áðurnevnt, so er tað ógvuliga ymiskt, hvussu fólk hava tað við at ganga til próvtøku. Hetta sama kann sigast um, hvat fólk halda um skipanina [...] tykjast so, tí at hini, sum ikki hava tað so gott við próvtøkum, eru nógv meiri sjónligari. Einki er yvir at dylja, at tað eru sera nógvir skúlanæmingar, sum hava tað serstakliga trupult við at ganga til
sigurharra, og tað vil siga, at higartil er eingin uppgerð í deildini endað við javnleiki. B36, B68 og B71 eru einastu liðini, sum hava fult stigatal, og tað kann væl fara at vera, at tey eisini hava fult stigatal [...] eftir at triðja umfarið er farið afturum, tí talan verður ikki um nakra innanhýsis uppgerð millum hesi feløgini komandi vikuskifti. Enn er so lítið farið av kappingini, at tað er ilt at meta um, hvørji [...] so er B36 fer at vera við í kappingini um uppflyting. Ofta vísir tað seg, at tað er torført at fáa fólk til útidystirnar og serliga teir í Suðuroy, men hetta hevur ikki nervað úrslitini hjá B36. Teir hava
ætlanum føroyinga. Hon dylur ikki fyri, at eisini skotar eru sjálsstýrishugaðir, men meiningarnar um, hvussu langt sjálvstýrið skal røkka, eru ymiskar, eins og í Føroyum. T.d. taka flestu veljararnir undir [...] tí, sum fer fram heima sum burturi. Hon viðgongur, at skotar sum heild ikki eru serliga vitandi um Føroyar, hóast londini eru grannar. -Hetta haldi eg er stórt spell, og vónandi kann ein sending sum henda [...] hava størri sjálvstýri ella fullveldi. Hon sigur seg tó hava fingið varhugan av, at føroyingar eru ikki eitt fólk, sum tekur ov skjótar og illa umhugaðar avgerðir um framtíðina. Oljan góð fyri Skotland Nú
tað eru týdningarmikil øki, har vit eru undir danskari umsiting, sum t.d. dómsvald og politivald. Hinvegin hava vit rættarloysi á teimum økjum, har vit sjálvir umsita, sum tað er greitt frá í hesi grein [...] m sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum. Lesarin kann sjálvur meta um hetta, men tað er alt sum bendir á, at landsstýrið hevur framt brot á bæði stykkini í hesi lóg. Og hesi lógarbrót [...] fremsta treyt fyri at eitt fólk kann sigst at vera frælst er, at rættartrygdin er í lagi og at galdandi lóggáva verður fylgd. Hetta merkir m.a. at borgarin fær tey rættindi sum eru ásett í galdandi lóggávu
ongantíð fyrr. Húsini og sjálvur salurin eru umbygd og umvæld, og karmarnir um virksemið eru tískil bøttir og øktir munandi. Sjónleikirnir, ið eru spældir síðsta árið, eru nógvir í tali. Tað stendur ikki á at [...] vita ikki, hví færri fólk hyggja at sjónleiki í dag enn fyrr. Hóast vit lýsa og fáa góða umrøðu, er sera trupult at fáa áskoðarar. Sjónleikirnir, felagið setir upp og spælir, eru fjølbroyttir, skemtileikir [...] skemtileikir og álvarsleikir, men kortini koma fólk ikki. Ólavsøkukabarettin hevur altíð drigið nógvar áskoðarar, men heldur ikki hon fær so góða undirtøku longur. Tað eru ikki bert vit sum hava trupult við at
onki gjørt við. ? Men helst eru vit øll samd um, at vit hava mist nógv við hesum broytingum. Nakað at hugsa um Býráðsformaðurin vísti á, at heilsustøðan er umstøðurnar eru munandi batnaðar seinastu árini [...] Tvøroyri heví yrkt - - - - - - Tíðarkvørnin kvøður, vit mala við í hesi kvørn, men ansa tó ikki eftir, hvussu skjótt hon melur, tá ið vit enn eru børn. Vit koma til mans, vit fara at fríggja, tá melur hon skjótari [...] sita einsam øll og hartil mangan støk eisini av tí at annar hjúnafelagin er farin. ? Nú á døgum eiga fólk ikki so nógv børn sum fyrr. og hartil flyta børnini aðrastaðni at búgva, summi enntá í onnur lond
(og heilum). Hinvegin eru nógv innan kirkjuna, sum tosa ímóti diskriminasjónini. Hvør hevur so rætt, kunnu vit spyrja. Eg eri sannførd um, at Várharra hevur einki ímóti, at kvinnur eru prestar. Tað kunnu [...] talan um ein bólk við fleiri prestum. Tað er ikki sørt ræðandi, at tað serliga eru teir ungu, nýútbúnu prestarnir, ið eru farnir uppí henda bólkin. Hetta er stór vanærilig skomm, men eg fegnist um, at [...] spell. Vit eru á veg inn í eina nýggja øld, men hetta stríðið er sum tikið úr fornøldini. Ófatuligt, at nakar enn skal halda, at kvinnur ikki eins væl kunnu vera prestar sum menn. Somu fólk halda, at kvinnur