Skulu vit hava fullveldi við ella uttan rættarloysi?

Fyri nøkrum mánaðum síðan tók eg Høgna Hoydal, landstýrismann uppá orðið, tá hann segði seg altíð vera til reiðar at luttaka í einum sakligum orðaskifti um okkara stjórnarviðurskifti. Eg setti Høgna eina sakligan fyrispurning sum var grundaður á lagnuna hjá lógina um yrkisráð hjá lønjavningargrunninum. Henda lóg varð samtykt á vári 1997, men varð ongantíð sett í verk.

Fyri nøkrum mánaðum síðan tók eg Høgna Hoydal, landstýrismann uppá orðið, tá hann segði seg altíð vera til reiðar at luttaka í einum sakligum orðaskifti um okkara stjórnarviðurskifti. Eg setti Høgna eina sakligan fyrispurning sum var grundaður á lagnuna hjá lógina um yrkisráð hjá lønjavningargrunninum. Henda lóg varð samtykt á vári 1997, men varð ongantíð sett í verk.


Uppgávurnar

hjá tinginum

Samb. nýggju stýrisskipanarlógini hevur løgtingið tvær høvuðs-uppgávur. Tann fyrra er at lóggeva og tann seinna er at hava eftirlit við at landsstýrið fremur hesa lóggávu. Tá vit her hava dømi um eina lóg sum ikki var framd er tað nærliggjandi at hyggja at hvussu løgtingið røkir sína eftirlitsuppgávu.

Hetta kom eisini greitt til sjóndar, tá ein tingmaður á heysti í fjør setti landsstýrismanninum ein fyrispurning um orsøkina til at ráðið ikki var komið at virka. Tað framgekk heilt greitt av svarinum, at tað var tilætlað at lógin ikki var framd. Høvuðsgrundin skuldi annars vera tann, at broytingin, sum tingið samtykti til uppskot landsstýrisins um yrkisráð. Tað ásetti at ráðið eisini skuldi vera ráðgevandi viðvíkjandi fyrisitingini hjá lønjavningargrunninum. Samb. løgmanni hetta ískoyti skuldi stríða ímóti stýrisskipanarlógini. Tað var tó eingin løgfrøðislig grundgeving løgd fram fyri hesum sjónarmiði. Tað var eingin tingmaður uttan spyrjarin sum tók orðið í hesum máli sum tískil endaði uttan nakra niðurstøðu.

Tískil kundi staðfestast, og tað verður eisini prógvað í hesi grein, at leikluturin hjá løgtinginum sum eftirlit av landsstýrinum er einki verdur. At sama ting seinni avtók hesa lóg hevur fyri so vítt einki við stýrisskipanina at gera, men var tó ein staðfesting av nevndu fatan av tinginum sum eftirlit hjá landsstýrinum.


Gruggut og

ógreitt svar hjá Høgna

Svarið hjá Høgna var rættuliga ógreitt. Hann gruggaði málið við óviðkomandi viðurskiftum. Men eitt segði hann sum var fullkomiliga greitt, og tað var fylgjandi: Eftir mínum tykki er hetta (mál) eitt dømi um, at stýrisskipanin á hesum øki er farin at virka.

Fyri at sleppa undan, at Høgna skuldi leggjast orð í munnin hevði eg eina grein í Sosalinum 2.mars har niðurstøðan var, at Høgni metti tað at vera í samsvar við stýrisskipanina at landsstýrið ikki hevði framt eina løgtingslóg, og at tað eisini var í samsvar við stýrisskipanina at løgtingið í síni eftirlitsuppgávu hevði tikið hetta til eftirtektar. Í hesum sambandi var dokumenterað at løgmaður hevði villeitt løgtingið og hevur heilt greitt brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna. Høgni hevði eftir øllum at døma ikki áhuga fyri at halda áfram við hesum orðaskifti. Hann svaraði so ikki aftur. Men ?tann sum sigur samtykkir?.

Hetta mál er tó so týdningarmikið fyri framtíðina hjá okkum øllum, at tað er neyðugt at fáa ?skorið útí papp? hvørja støðu fullveldis-politikkararnir hava til verandi stjórnarviðurskifti.

Fyrst er at siga, at fremsta treyt fyri at eitt fólk kann sigst at vera frælst er, at rættartrygdin er í lagi og at galdandi lóggáva verður fylgd. Hetta merkir m.a. at borgarin fær tey rættindi sum eru ásett í galdandi lóggávu. Eitt fullveldi uttan slíka rættartrygd gevur í hvussu einki frælsi.


Rættartrygd er

í lagi í Danmark

Í so máta er Danmark eitt tað fremsta land í heiminum. Tí er tað ikki so løgið, at tá vit skuldu hava eina nýggja stýrisskipan, at skeitt varð eftir teirri donsku. Tí hevur okkara ting á pappírinum somu uppgávu sum danska fólkatingið og annars flestu ting í demokratiskum londum nevniliga at vera lóggevandi og at hava eftirlit við at lógirnar verða hildnar. Tann sum kennir til danskan politikk veit, at í donsku stýrisskipanini eru eisini óskrivaðar reglur fyri hvat t. d. ein ráðharri kann ella ikki kann. Og har hava teir eisini nakað so ókent í Føroyum sum avleiðingar fyri ikki at fylgja hesum reglum.

Í hesum fullveldistíðum er tað tí nærliggjandi at kanna eftir hvussu eitt slíkt mál hevði verið avgreitt í Danmark í mun til ta mannagongd sum varaløgmaður og enntá ?justisministarin? metir at vera í samsvar við okkara stýrisskipan.


Greitt dómur yvir støðuna hjá Høgna Hoydal

Vit hava tískil vent okkum til ein danskan serfrøðing í stjórnarmálum, Peter Blume, sum er professari og dr.jur., t.v.s. serfrøðingur á økinum, og biðið hann um at geva eina frágreiðing um skyldurnar hjá einum ráðharra at fremja eina samtykta lóg og hvørjar grundir kunnu vera fyri at ein lóg ikki verður framd.

At ein lóg skal fremjast verður roknað fyri at vera so sjálvsagt í Danmark, at tað finst nærum eingin lesnaður um hetta evni. Tí er tann frágreiðing sum vit hava fingið rættuliga nýskapandi. Frágreiðingin er fullkomiliga greið í teimum spurningum sum er avgerandi fyri hetta mál

Tað er yvirhøvur eingin ivi um, at ein ráðharri hevur ein ótreytaða skyldu til fremja ein samtykta lóg, uttan mun til hvat ráðharrin annars heldur um hesa lóg. Hetta er sjálvsagt eisini galdandi fyri yrkisráðið fyri lønjavningargrunnin. Hetta er ein heilt greiður dómur yvir teir løgmenn og fiskimálaráðharrar, sum hava havt ábyrgd av hesum máli, og serstakliga fyri Annfinn Kallsberg og John Petersen, sum eru teir ið tilætlað hava staðið fyri hesi støðu. Hetta reisir eisini spurningin hvørjar skyldur embætismenn hava at rættleiða landsstýrismenninar í at umsitingin skal vera samb galdandi lóg.

Men hetta er eisini ein greiður dómur yvir støðuna hjá Høgna Hoydal ið alment hevur sagt sína støðu vera mótsatt støðu henni sum er galdandi í rættarsamfelagnum Danmark.


Dómur yvir løgtingið

Tað er annars áhugavert at staðfest verður, at tað er einki grundarlag fyri undanførsluni hjá landsstýrinum um, at lógin um yrkisráð skuldi vera í stríð við stýrisskipanina. Hetta kundi annars verið tann einasta grund fyri ikki at fremja lógina. Slíkar nevndir við somu heimildum eru vanligar í Danmark, har tað verður roknað sum ein fyrimunur at áhugafeløg kunnu vera við í ráðgeving eisini í fyrisitingini av málum, sum teir vara av.

Hetta merkir at henda grundgeving bert er ?uppfunnin? til endamálið.

Hetta er ein váttan um, at løgmaður/landsstýrismaður hevur brotið sína skyldu samb. stýrisskipanarlógina og hevur givið tinginum skeivar og villeiðandi upplýsingar uttan at tingið hevur látist um vón. Hetta prógvar enn einaferð at løgtingið er virðisleyst sum eftirlit hjá landsstýrinum. Í hvussu er tá málið um at avtaka yrkisráðið var til 3. viðgerð visti tingið at løgmaður hevði sagt ósatt fyri tí. Hóast hetta var ikki ein samgonguhond sum himpraðist, tá trýstast skuldi á knapparnar! Virðið hjá tinginum sum eftirlit verður enn meira undirstrikað av, at tingið tók til eftirtektar embætisførsluna hjá undanfarna landsstýrismanninum í fiskivinnumálum í eini støðu, har tað var øll møgulig orsøk til at ivast í hansara dømievnum.


Lóg skal bert haldast, um tú er í krithúsinum hjá Heina

Tann almenna støðan hjá tjóðveldisflokkinum mundi koma fram tá Heini O. Heinesen í viðgerðini av hesum máli segði, at nú skuldu barónarnir í fiskivinnunui setast uppá pláss. Tí kundi hann góðkenna, at ein lóg sum hann sjálvur hevði verið við at samtykkja, ikki varð framd. Men gud náði landsstýrið tá tað ikki fylgir lógaruppfatanini hjá Heina, tá tað snýr seg um mál har hann sjálvur hevur áhuga. T.v.s. at tað er avgerandi fyri um ein lóg skal haldast at tey, sum vara av lógini, eru í krithúsinum hjá formannin í tingbólkinum tjóðveldisflokksins og/ella øðrum tingmonnum. Henda støðan hjá Heina er ikki í ósamsvar við royndirnar hjá Høgna at blanda t. d. Ráfiskagrunnin, sum einki hevur við hetta mál at gera, inn í spurningin hvørt landsstýrið hevur skyldu at fremja samtyktar lógir.


Stýriskipanarlógin

einki verd

Tann samlaða niðurstøðan í hesum máli er, at Høgni Hoydal saman við restina av samgonguni er talsmaður fyri eini støðu, har hvørki stýrisskipanarlógin ella lógin um ábyrgd landsstýrismanna er nakað verd. Hetta merkir aftur, at meðan tað í Danmark finnast greiðar skrivaðar og óskrivaðar reglur fyri hvat ein ráðharri kann loyva sær finnast reelt ongar slíkar í Føroyum. Løgtingið hevur jú beinleiðis tikið ta støðu, at landsstýrismenn, og embætismenn, kunnu gera sum teir vilja um teir fylgja ein lóg ella ikki. Løgtingið kann illa aftaná koma afturum aftur í øðrum málum, tá eitt so greitt brot á stýrisskipanina er beinleiðis góðkent og stuðlað av løgtinginum.

Tað skal sigast eisini, at andstøðan á tingi er heldur ikki nakað verd. Tað er andstøðumanni fyri at takka, at støðan hjá samgonguni er komin so frætt fram í ljósið. Men anstøðuflokkarnir kundu t. d. fylgt hesum máli upp í landsstýrismannanevndini, har anstøðan hevur meiriluta, og bert 10 tingmenn kunnu krevja ein ?kanningarstjóra? at kanna málið. Men hesir møguleikar hjá tinginum verða als ikki nýttir heldur.


Høgni kann sova tryggur

Hetta mál fer ikki at skapa Høgna ella landsstýrinum sum so nakrar trupulleikar. Føroyar mugu vera eitt rættuligt paradís fyri maktmisbrúkarar. Slík mál verða nevniliga heilt konsekvent tagd í hel.

Vit síggja, at eingin politikkari vil alment gera nakra viðmerking til eitt mál sum hetta. Fyrispurningar til landsstýrið um málið verða ikki svaraðir.

Vit hava ein hóp av samfelagsfrøðingum sum plaga at úttala seg ella ella verða spurdir um alt millum himmal og jørð. Tað hevur ikki grett í nøkrum teirra.

Og ikki ein av etableraðu fjølmiðlunum metir tað hava nakran áhuga, hvørt landsstýrið fylgir landsins lógum ella um løgtigið røkir sínar uppgávur samb. stýrisskipanarlógina.

Annars kunnu fjølmiðlar hava tvinnar sera ymiskar uppgávur. Onnur er at vera vakthundur í einum demokrati. Hetta er galdandi í so ymiskum londum sum Danmark og USA. Hin er at vera ørindasveinur hjá makthavarunum. Tað er heilt greitt at uppgávan hjá føroysku pressuni er meira tað seinna enn tað fyrra fyri at siga tað milt. Tí skal lesarin rokna við, at henda vælundirbygda greinin fer at verða tagd í hel eins og hent er við málinum higartil.


Tað reella valið

Tað er eingin sum ivast í, at tann danska stýrisskipanin við grundlóg er so framkomin sum tað ber til. Í løtuni er vit undir donsku grundlógini, og tað eru týdningarmikil øki, har vit eru undir danskari umsiting, sum t.d. dómsvald og politivald.

Hinvegin hava vit rættarloysi á teimum økjum, har vit sjálvir umsita, sum tað er greitt frá í hesi grein. Og hetta er ikki nakað eindømi.

Tað er ringt at argumentera ímóti grundgevingunum fyri ?fullveldi?, serstakliga fyri at vit skulu gerast fíggjarliga óheftir av Danmark og at vit skulu hava greiðar linjur millum londini. Tað hevði eisini verið upplagt at stuðla teimum ætlanum sum Høgni er fremsti talsmaður fyri, um hann ásannaði at verandi politiska skipan heima hjá okkum ikki fungerar. Og um tað varð staðfest, at tað er eins neyðugt at fáa greiðu á hesi viðurskifti sum á viðurskiftini við Danmark, og um so lítið sum ein fingur varð lyftur fyri at bøta um hetta.

Tí er valið til komandi fólkaatkvøður sera lætt. Antin verða vit framhaldandi undir donsku grundlógini við teirri trygd sum vit vita at hetta inniber. Ella skulu vit sleppa hesi trygdini og fara undir eina føroyska grundlóg, har vit onga grund hava at halda at hon verður meira verd enn stýrisskipanarlógin.

Tíverri, Høgni!


Óli Jacobsen


_________________________________________________________________




HER ER PRÓGVIÐ


Undir orðaskiftinunm um spurningin hjá Hendrik Old um Yrkisráðið hjá Lønjavningargurnninum segði Annfinn Kallsberg m.a. í skrivliga svarinum:


Løgtingslóg...um lønjavningargrunn var undir viðgerðini í løgtinginum... broytt soleiðis, at uppgávan hjá yrkisráðnum eisini skuldi fevna um fyrisiting Lønjavningargrunnsins. Henda orðing hevur tarnað landsstýrismanninum at áseta í kunngerð nærri reglur fyri virkseminum hjá ráðnum. Vist verður til omanfyri standandi viðmerkingar um stýrisskipanina....


Undir orðaskiftinum segði Annfinn Kallsberg m.a.:


...Samb. stýrisskipanina ..... hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ábyrgdina av umsitingini hjá lønjavningargrunninum mótvegis Føroya Løgtingi. .... Tað sum er ógreitt er at í einari lóg stendur at tað skal vera eitt yrkisráð og í eini aðrari lóg stendur at hetta yrkisráðið eisini skal vera við í umsitingini av grunninum. Síðan hava vit eina stýrisskipanarlóg sum er yvir øllum hinum lógunum, sum sigur at tað skal vera eitt greitt býti millum lóggávu og útinnandi vald og tað er landsstýrismaðurin sum hevur ábyrgdina mótvegis løgtinginum. Tí er neyðugt at gera broytingar onkunstaðni í systeminum. Tað er ... tingið sjálvt sum .. skal taka avgerðina um .. at tað ikki er landsstýrimaðurin sum hevur ábyrgdina av lønjavningargrunninum men eitt ráð. Ella tað skal vera soleiðis at hetta ráð skal vera ráðgevandi ella vit skullu rationalisera, so tað er er bert eitt ráð sum skal vera ráðgevandi fyri landsstýrismannin.


Sum tað sæst er tann formella grundgevingin fyri ikki at fremja lógina at hon skal stríða ímóti stýrisskipanarlógina. Tað er eisini rætt at var hetta so hevði landsstýrið heimild til hesa mannagongd.


Um júst hetta sigur dr.jur. Peter Glume:


Det ligeledes ikke noget grundlag for at antage at udvalget ville have fungeret i strid med almene kompetencefordelingsprincipper. I dansk ret er der mange eksempler på rådgivende organer med interesserepræsentanter, der har til opgave at rådgive en minister med hensyn til forvaltningen af et bestemt område. Dette er f.eks. udtalt indenfor arbejdsmarkedsområdet. Sådanne konstruktioner antages ikke at skabe usikkerhed omkring kompetenceforholdene, og de anses ikke at være principielt betænkelige. Tværtimod tilsigter sådanne regler at gennemføre en regulering, som de interesserede parter har indseende med og en vis indflydelse på.


Der foreligger således ikke noget grundlag for ministeren til ikke at etablere rådet i overensstemmelse med loven..


Tað kann verða skoytt uppí, at fyri sjúkrahúsini eru ráð við minst somu heimildum sum yrkisráðið, og vóru hesi ráð júst skipað í samband við stýrisskipanarlógina. Tað kann eisini nevnast, at ein av nevndarlimunum í vinnunevndini, Bjørn á Heygum, ikki bert er løgfrøðingur men var ein av teimum sum gjørdu uppskotið um stýrisskipanarlógina.


Vit hava eisini heitt á landsstýrið um at fáa ta løgfrøðisligu meting sum liggur aftanfyri støðuna hjá landsstýrinum. Vit hava einki frætt, og tí má roknast við, at eingin slík meting finst.


Tí er eingin ivi um, at mannagongdin í hesum máli er brot á stýrisskipanarlógina.



LÓGIN UM ÁBYRGD LANDSSTÝRISINS SIGUR Í § 5.

Løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur sum liggja á honum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuna annars ella starvsinnihaldi hansara.


Stk 2. Ásetanin í stk. 1 er eisini galdandi um so er at løgmaður ella landsstýrismaður gevur løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella um hann, tá løgtingið viðger eitt mál, tigur við upplýsingum sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum.


Lesarin kann sjálvur meta um hetta, men tað er alt sum bendir á, at landsstýrið hevur framt brot á bæði stykkini í hesi lóg. Og hesi lógarbrót eru beinleiðis góðkend av Føroya Løgting.


Óli Jacobsen


______________________________________________________________



Peter Blume

Professor dr.jur.


Redegørelse vedr. ministres forpligtelse til at gennemføre en vedtaget lov.

Hetta er brot ur fragreidingini. Hon verdur i heilum liki prentad i FF-bladnum 6. mai.


Problemstilling

Den følgende redegørelse belyser spørgsmålet om i hvilket omfang en minister er forpligtet til at iværksætte de foranstaltninger, der er fastsat ved lov og herunder udstede de administrative forskrifter, der er forudsætningen herfor. Redegørelsen tager særligt sigte på lagtingslov om lønreguleringsfond, der er kundgjort 23.5.1997. Ifølge denne lovs § 4 skal der nedsættes et rådgivende udvalg, der skal rådgive ministeren med hensyn til indtægtssikring samt i spørgsmål angående lønreguleringens forvaltning. Medlemmerne til dette råd blev udpeget, men den bekendtgørelse, der udgjorde forudsætningen for at rådet kunne fungere, blev derimod ikke udstedt. Rådet blev dermed ikke etableret og den konkrete problemstilling er herefter om dette forløb er acceptabelt.


Denne problemstilling belyses i det følgende først ud fra almindelige forfatningsretlige og forvaltningsretlige synsvinkler, idet det herved især vurderes på hvilken måde en sådan situation må bedømmes efter dansk ret. På baggrund af disse overvejelser vurderes til sidst under det konkrete forløb i forbindelse med 1997-loven. Det er herved lagt til grund at de almindelige offentligretlige forhold på Færøerne er tilrettelagt ud fra tilsvarende principper som i dansk ret. På baggrund af styrelseslovens § 1, der svarer til grundlovens § 3, samt den i 90.erne gennemførte nyordning i henseende til ministeransvarlighed er dette et nærliggende udgangspunkt.


Magtfordeling

Udgangspunktet for en vurdering af loves forpligtende karakter er det retlige forhold mellem lovgiver (Lagting/Folketing) og regering (Landsstyre). Det er en almindelig antagelse at lovgiver kan fastsætte hvilke som helst regler så længe disse ikke er i strid med forfatningen. Med denne begrænsning er lovgiver omnipotent (einaradandi). I denne forbindelse er formodningen at de love, som tinget vedtager, ikke strider mod forfatningen.

Formodningen vil derimod ikke kunne afkræftes af den udøvende magt med regeringen i spidsen. Under en lovs forberedelse og behandling i tinget har regeringen pligt til at vurdere hvorvidt et fremsat forslag er i strid med forfatningen og er dette opfattelsen herefter at gøre tinget opmærksom herpå...


Lovgivers styrende position

Ved vurderingen af forholdet mellem den lovgivende og den udøvende magt er der efter moderne opfattelse ikke tvivl om at den udøvende magt er subsidiær og ikke har nogen selvstændig kompetence. Det kan i denne forbindelse konstateres at Folketinget i stadig stigende omfang intervenerer i administrationen af lovgivningen og dermed i praksis understreger den udøvende magts subsidiære betydning.


Ministerens forpligtelse

På denne baggrund er det umiddelbart enkelt at tage stilling til spørgsmålet om en minister er forpligtet af vedtagne love. Forudsættes det at det ud fra almindelig lovfortolkning er fastlagt hvad en lovbestemmelse betyder og indebærer denne en pligt for ministeren til at foretage en bestemt handling er ministeren også forpligtet hertil.

Det kan herefter overvejes om der kan foreligge omstændigheder, som medfører at ministeren alligevel ikke har denne forpligtelse. Her kan der i et vist omfang skelnes mellem på den ene side tiden kort efter lovens vedtagelse, hvor forpligtelsen er særlig klar, og på den anden side når der er gået lang tid, hvor der kan være sket praktiske, økonomiske eller sociale ændringer..

På denne baggrund kan det i almindelighed konstateres at en minister er forpligtet til at gennemføre vedtagne lovregler. Dette gælder i og for sig uanset om regeringen har støttet den pågældende lov eller dette ikke er tilfældet, men i langt de fleste situationer har regeringen stemt for lovforslaget, hvorved det er særligt utvivlsomt at ministeren har pligt til at realisere loven. Det kan tilføjes at ønsker ministeren ikke efterfølgende at gennemføre loven kan pligten hertil først ophæves, såfremt en lovændring vedtages.


Konsekvensen af manglende lovgennemførelse

Det er naturligt kort at berøre spørgsmålet om hvilke konsekvenser, der kan være forbundet med at minister ikke overholder en forpligtelse fastsat ved lov. Det følgende tager påny udgangspunkt i dansk ret. Der kan være tale om enten et politisk eller et retligt ansvar. Hvorvidt sådanne reaktioner skal komme på tale afgøres af Folketinget. Det politiske ansvar kan have forskellig karakter, men udgøres ultimativt af vedtagelsen af et mistillidsvotum, der indebærer at ministeren må gå af. ..


Lønreguleringsfondloven

På den herved beskrevne baggrund kan den manglende udnyttelse af bemyndigelsen i § 4 i lagtingslov om lønreguleringsfonden vurderes. Det kan først konstateres at der er tale om lov, som er vedtaget af et enigt lagting og dermed også er støttet af det daværende landsstyre. Det kan endvidere konstateres at kompetencen for det rådgivende udvalg, herved i relation til forvaltningen af indtægtssikringsordningen, er klart beskrevet og er tilblevet som følge af et ændringsforslag til det oprindelige lovforslag fremsat og støttet af et enigt erhvervsudvalg. Ud fra lovens forarbejder foreligger der således ikke nogen tvivl om hvilke opgaver udvalget skulle udøve og der er ej heller tale om en bestemmelse om hvilken der ikke har været opmærksomhed i forbindelse med lovens gennemførelse. Ministeren og landsstyret havde rig mulighed til at modsætte sig bestemmelsen, herunder beskrivelsen af udvalgets kompetence. § 4 stk.2 er tilsvarende klar, eftersom den angiver at ministeren ?fastsætter? de nærmere regler for rådets virksomhed. Denne formulering overlader ikke nogen valgmuligheder for ministeren i henseende til udstedelse af de nødvendige administrative retsforskrifter. Der er da ej heller nogen tvivl om at rådet skulle nedsættes og fungere som angivet i loven.

..

Der foreligger således ikke noget grundlag for ministeren til ikke at etablere rådet i overensstemmelse med lovens § 4. På dette grundlag er den manglende nedsættelse af rådet kritisabel.


Konklusion

Sammenfattende konstateres


at en minister er forpligtet til at gennemføre de regler, der er fastsat ved lov,


at ministeren ikke er kompetent til at overvurdere de regler, som lovgivningsmagten har fastsat,


at der normalt ikke foreligger grund til at ikke at gennemføre vedtagne lovregler, i hvert fald ikke de første år efter lovens vedtagelse, og


at § 4 i lønreguleringsfondloven dermed skulle have været gennemført ved udstedelse af den nødvendige bekendtgørelse og nedsættelse af det foreskrevne råd med de i loven angivne kompetencer.


Peter Blume 20. April 1999