og í eldrarøktini og tað eru tvey mál, ætlanin er at bøta um. Tað sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu. Hann sigur, at tey í býráðnum eru bæði farin at leggja ætlanir fyri at byggja [...] nágreiniliga enn. Jóhan Christiansen sigur, at fyrsta dagin fær býráðið eina demensætlan og eftir henni er brúk fyri at fáa eitt heim til fólk við demens. Hann sigur, at væntandi verður brúk fyri einum [...] til eldrasamstarvi. Hann sigur, at somuleiðis hevur barnagarðurin hevur verið fyrireikaður í eini tvey ár. Arkitektakapping hevur verið um barnagarðin, og hana vann Osbjørn Jacobsen, sum hevur teknað ein
Nevndarformaðurin í Seanergy, spaniumaðurin Michael Junka, sigur seg síggja nógvar møguleikar í samstarvinum við fyritøkuna á Eiði. Hann sigur, at spanska fyritøkan hevur verið væl nøgd við samstarvið við [...] fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard. Umboð vóru úr vinnunevnd løgtingsins, og haðani bar Katrin Dahl Jacobsen eina heilsu. Kaj Leo Johannesen tók ikki orðið við hesa løtu, men í práti við løgmann, ið eisini [...] skal framleiðast úr fiskaskræðu og sendast á alheims heilsuídnaðarmarknaðin. Eyðun Gaardbo, stjóri, sigur, at marknaðurin úti í heimi fyri hesum evni er velduga stórur – ikki minst tí, at henda framleiðsla
fjølbroytt, enn fólk flest geva sær far um. Tað vera tey bæði, Agnes Mols Mortensen og Niels M. Jacobsen, sum fara at siga frá á túrinum. Bussur koyrir av Kunningarstovuni í Vági kl. 17.15 og av Kunni [...] ein tíma og hann er ikki tungur at ganga. Á hesum túrinum verður tað Gudmund Poulsen úr Sumba, sum sigur frá. Til hendan túrin koyrir bussur av Kunningarstovuni á Tvøroyri kl. 10.00 og av Kunningarstovuni
Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen, sum eru talsfólk fyri tjóðveldisflokkin í slíkum málum, men hvørgin teirra hevur verið at hitta. Sjálvur kennir Høgni Hoydal ikki nógv til málið, men hann sigur, at sjálvandi [...] er í lagið, at ein landsstýrismaður kann gera tað sama, uttan at tað fær avleiðingar, sigur Høgni Hoydal Hann sigur, at ein møguleiki er, at tjóðveldisflokkurin fer at seta ein skrivligan fyrispurning fram [...] Løgtingsins umboðsmaður, at hon hevði onki skeivt gjørt. Kortini mátti hon leggja frá sær. Høgni Hoydal sigur, at uttan at hann kennir hetta málið út í æsir, tykist tað sum um at nú hevur Jógvan á Lakjuni gjørt
Randi Jacobsen Tað eru neyvan øll, sum vita, at í Danmark eru fýra føroysk róðrarfelag. Eitt teirra er róðrarfelagið Neystið í Ishøj. Hetta felag hevur fingið tað hugskot at rógva runt um Sjælland á páskum [...] varðveitt gamla áttamannafarið, sum vann so nógvar sigrar. Tí bóðu vit um at sleppa at læna bátin, sigur Henrik Jensen, fyriskipari. Tað hevur ikki staðið á at fáa rógvarar. Onkrir koma úr Føroyum til Danmarkar [...] fylgibátinum verða eisini fólk til at gera mat, og frívaktin skal sova umborð á tí bátinum. Henrik Jensen sigur, at teir gleða seg til ferðina, og hevur ferðin áhuga millum føroyingar fer at bera til at fylgja
Uttastovugarður er ein av fýra bóndagørðum í Trøðum og tey, sum reka garðin, eru Ottar Hentze og Jónhild Jacobsen. Á garðinum eru 20 mjólkneyt, 30 ungneyt, og síðan ber hagin, sum hoyrir til garðin, 175 áseyðir [...] og ígjøgnum hagan. Fyrr í vikuni vóru vit inni á gólvinum í fjósinum hjá Ottari Hentze og Jónhild Jacobsen. Tey stákaðust við tað seinasta, sum skuldi gerast í fjósinum og við ymiska grøði, sum tey fara [...] skuldi verið nógv fars at keypt hjá teimum, sum hava hug til tess, meðan festivalurin er. Ottar Hentze sigur, at tá áseyðatalið liggur um 175, verður talið av lombum umleið tað sama, tí roknað verður við einum
um nakar hevur nakað ímóti, at fundurin verður framskundaður, og allir taka undir við tí, sigur Tórbjørn Jacobsen. Tú roknar við, at tit vera liðug at viðgera málini í so mikið góðari tíð, at tit vera har [...] verður tjúgu minuttir í seks, so tað rokni eg við, at vit øll fara at innrætta okkum eftir, sigur Tórbjørn Jacobsen. Tað fer at bera til hjá býráðslimunum í Runavík at heilsa upp á starvsfelagarnar í Klaksvík [...] ljóðar, at býráðsfundurin í dag er framskundaður og verður klokkan 16. Býráðsformaðurin í Runavík sigur soleiðis: -Tá ið landsliðið spælir, fer maður av húsi, og tá er einki í vegin fyri at flyta, framskundað
Randi Jacobsen Talið av arbeiðsleysum fólkum er minkað seinastu tvey árini. Í november var tað komið niður á 1234 fólk, sum als einki arbeiði hava. Hesi fólk eru antin í ALS, ella tey fáa forsorgarhjálp [...] hægri útbúgving. - So er ikki longur. Vit vita, at nú fara tey flestu beint eftir skúlan av landinum, sigur Eyðfinnur Finnsson á hagdeildini á Hagstovu Føroya. Umfram tey fulltíðararbeiðsleysu fólkini er eisini
íslendska FH. At Christian Høgni Jacobsen er farin aftur til NSÍ er sjálvandi stórur missur fyri liðið, har breiddin eisini er skerd við missinum av Pæturi Jørgensen, Svend F. Jacobsen og Bárður Mittelstein. Hartil [...] Fyri sjálvsálitið í hópinum hevur ein sigur eisini nógv at siga, eins og tað eisini hevði sæð betri út á pappírinum. So sigurin er avgjørt tað, sum vit fara eftir, sigur HB-málverjin, Tróndur Vatnhamar. [...] steðg, soleiðis at lærið veruliga fær tíð at koma fyri seg. Á pluss-síðuni telur sjálvandi, at Rógvi Jacobsen aftur er tøkur, eftir at hann hevur sitið sítt leikbann av sær. Og móti kropsliga sterku íslendingunum
lýstur í Sosialinum herfyri, og nú hevur Katrin Dahl Jakobsen sett mentamálaráðharranum Tórbjørn Jacobsen fyrispurning um bústaðartrupulleikarnar hjá lesandi. Katrin Dahl Jakobsen, hevur spurt um lands [...] Jakobsen hava at vita um nøkur ætlan er at bøta um bústaðarviðurskiftini? Lættari Í viðmerkingunum sigur javnaðartingmaðurin, at um somu tíð, sum stórar ætlanir eru fyri framman á útbúgvingarøkinum, er líkt [...] ikki til at bjóða teimum umstøður, sum gera tað so óliviligt, at arbeiði kemur fram um lesnaðin, sigur Katrin Dahl Jakobsen í viðmerkingunum til spurningarnar.