Fara at byggja bæði til tey lítlu og tey eldru

Hjá býráðnum í Eysturkommunu liggur tað eina fremst í ætlanunum at byggja barnagarð og eitt heim til fólk við demens

Vit hava stórar avbjóðingar í barnaansingini og í eldrarøktini og tað eru tvey mál, ætlanin er at bøta um. Tað sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu.

Hann sigur, at tey í býráðnum eru bæði farin at leggja ætlanir fyri at byggja eitt nýggjan barnagarð og eitt nýtt heim til fólk við demens.

Hann sigur, at hetta eru tvær verkætlanir, sum liggja rættiliga frammaliga í íløguætlanini hjá býráðnum. Fyrireikingarnar ganga sína gongd, men akkurát nær farið verður undir arbeiðini, ber tað kortini ikki til at siga nágreiniliga enn.

Jóhan Christiansen sigur, at fyrsta dagin fær býráðið eina demensætlan og eftir henni er brúk fyri at fáa eitt heim til fólk við demens. Hann sigur, at væntandi verður brúk fyri einum demensheimi til eini 20 - 30 fólk. Tað verður helst bygt í Gøtu, tí tað tað er best, at tað liggur upp at einum av verandi eldrastovnum.  

Gøta er í eldrasamstarvi við Fuglafjørð, og tað er skipað soleiðis, at kommunurnar eiga eldrastovnarnar, sum eru, men leiga teir síðani til eldrasamstarvi.

Hann sigur, at somuleiðis hevur barnagarðurin hevur verið fyrireikaður í eini tvey ár. Arkitektakapping hevur verið um barnagarðin, og hana vann Osbjørn Jacobsen, sum hevur teknað ein rættiliga sermerktan bygning.

Talan er um ein barnagarð til 100 børn, sum ætlanin er at byggja til Við Gøtugjógv. Men borgarstjórin sigur, at av tí, at talan er um ein rættiliga sermerktan bygning, eru tey ikki liðug at umrøða, um tey skulu fylgja ætlanini, ella um tey skulu byggja ein bygning, sum er meiri vanligur, men sum sostatt er bíligari at byggja.

Av tí at ætlanirnar ikki eru endaligar enn, ber heldur ikki til at siga, hvat tær kosta, men kortini er greitt, at talan er um tvær rættiliga dýrar verkætlanir, sum fara at krevja ein stóran part av íløguætlanini hjá Eysturkommunu tey næstu árini.