Nú Eplafestivalur verður í Trøðum á Sandi í morgin, hava vit havt eitt ávíst fokus á Traðir. Uttastovugarður er ein av fýra bóndagørðum í Trøðum og tey, sum reka garðin, eru Ottar Hentze og Jónhild Jacobsen.
Á garðinum eru 20 mjólkneyt, 30 ungneyt, og síðan ber hagin, sum hoyrir til garðin, 175 áseyðir. Hagin, sum liggur norður móti Skopun, verður róptur Norðasti Fjórðingur. Hetta er høgligur hagi, tí koyrandi er framvið vestara parti og ígjøgnum hagan.
Fyrr í vikuni vóru vit inni á gólvinum í fjósinum hjá Ottari Hentze og Jónhild Jacobsen. Tey stákaðust við tað seinasta, sum skuldi gerast í fjósinum og við ymiska grøði, sum tey fara at selja á Eplafestivalinum.
Uttastovugarður veltir nógv epli, røtur og ymiska aðra grøði, og í ovaru hæddini í fjósinum stóðu nøkur tons av góðum og nýupptiknum eplum og gularótum.
Umframt grøðina, fara tey eisini at selja nøkur turr ærstjógv, og til høvið í morgin hava tey eisini malið eina heila kúgv, so her skuldi verið nógv fars at keypt hjá teimum, sum hava hug til tess, meðan festivalurin er.
Ottar Hentze sigur, at tá áseyðatalið liggur um 175, verður talið av lombum umleið tað sama, tí roknað verður við einum lambi fyri hvørja ær í miðal. - Nei, eg haldi ikki, at slaktið, sum nú stendur fyri, kennist møtumikið. Eplini eru komin upp, og nú er tað slaktið, ið vit fara at savna okkum um.
Bóndin vísir á, at gingið verður á fjall í tveir dagar, og síðan tekur tað tríggjar dagar at fáa slaktið til høldar. - Vit hava góða hjálp í familju og vinum, og vit eiga eisini tveir synir, 17 og 21 ára gamlir, sum eru óførir í fjallgongu og slakti, sigur Ottar Hentze.