Frambrot
Í gjár var stór móttøka á virkinum Seanergy á Eiði, sum nú fer undir áhugaverda framleiðslu úr fiskaskræðu.
Nógv fólk vóru til móttøkuna, bæði umboð fyri myndugleikar, fíggingarstovn og vinnuna. Eisini vóru umboð fyri spanska samstarvsfelagið, sum eigur helvtina av partapeninginum í felagnum og hevur formannin í nevndini aftanfyri hetta frambrot innan føroyska vinnu, sum skjøtil nú er settur á.
Føroya løgmaður, Kaj Leo Johannesen, var eisini við til móttøkuna, eins og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard. Umboð vóru úr vinnunevnd løgtingsins, og haðani bar Katrin Dahl Jacobsen eina heilsu.
Kaj Leo Johannesen tók ikki orðið við hesa løtu, men í práti við løgmann, ið eisini hevur royndir sum vinnulívsmaður, skiltist týðiliga, at hann er rættiliga spentur upp á og hugtikin av hesi ótraditionellu og spennandi verkætlan á Eiði.
Á enskum
Tað er sjáldan, at ein stórur partur av tí, sum sagt verður við eina slíka móttøku í Føroyum, gongur fyri seg á enskum máli. Men soleiðis var á Eiði seinnapartin í gjár.
Røðan, sum stjórin í Seanergy, Eyðun Gaardbo, helt, var á enskum, og síðan hevði nevndarformaðurin í felagnum, spaniumaðurin Michael Junka, eina áhugaverda og drúgva frágreiðing um tað virksemi, sum stórfyritøkan í Spaniu fæst við, samstundis sum hann metti um tað samstarv, sum nú er byrjaði á Eiði.
Eftir at teir báðir høvdu greitt frá verkætlanini, sum er reist á føtur í neyvum samstarvi við sponsku fyritøkuna, høvdu fólk høvi at heilsa nýggja og spennandi tiltakinum.
Brjaði samstarvið
Egil Olsen, sum eigur hugskotið aftanfyri hetta virksemi og var maðurin, sum í sínari tíð setti seg í sambandi við sponsku fyritøkuna, var fyrstur at siga nøkur orð, og nú vóru talurnar á føroyskum máli.
Egil greiddi frá, hvussu hann var komin í samband við sponsku fyritøkuna, og hann takkaði øllum, sum høvdu verið við til at gjørt verkætlanina møguliga – ikki minst Eik Banka í Føroyum.
Thordur Niclasen, sum hevur verið borgarstjóri í Eiðis kommunu, meðan verkætlanin er reist á føtur, fegnaðist og takkaði fyri, at kapitalur eisini fylgdi við, tá samstarv kom í lag við sponsku fyritøkuna.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, fegnaðist um hetta nýbrot, sum hann tók til og vísti á, hvussu hann longu í 2003 gjørdist varugur við, hvussu Egil Olsen brendi fyri hesi sak, sum hann tók til.
Pengar í skræðu
Arbeitt hevur við hesi verkætlan síðan ár 2006, og nú er komið har til, at virkið á Eiði fer undir royndarframleiðslu. Tað er evnið kolagen, sum skal framleiðast úr fiskaskræðu og sendast á alheims heilsuídnaðarmarknaðin.
Eyðun Gaardbo, stjóri, sigur, at marknaðurin úti í heimi fyri hesum evni er velduga stórur – ikki minst tí, at henda framleiðsla úr skræðu av fiski, sum livir í saltvatni, er ikki so útbreidd, sum hann tekur til.
- Vit síggja stórar møguleikar í hesum, og ætlanin er í fyrstu atløgu at selja pulvur úr fiskaskræðu til Japans og Thailands. Seinni ætla vit okkum so inn á evropeiska og amerikanska marknaðin við pulvurinum.
Týðandi samstarv
Stjórin sigur, at høvuðsorsøkin til, at henda verkælan nú er vorðin veruleikin, er samstarvið, sum Seanergy hevur fingið í lag við sponsku stórfyritøkuna.
- Spanska fyritøkan hevur seksti ár á baki innan hesa “bransju”. Nú hava vit teir við okkum. Teir virka evnið úr animalskar rávøru, meðan vit á Eiði fara at virka evnið úr fiskaskræðu.
Eyðun Gaardbo vísir á, at spanska fyritøkan hevur allar tær royndir, sum brúk er fyri, og tað merkir, at fyritøkan á Eiði hevur allar møguleikar at sleppa undan nógvum barnasjúkum.
- Teir kenna hesa framleiðslu gjøgnum hesi mongu ár, og teir eru inni á marknaðinum. Tað er okkara fyrimunur, nú vit fara í gongd her norðuri, leggur stjórin aftrat.
Vælegnað virki
Nevndarformaðurin í Seanergy, spaniumaðurin Michael Junka, sigur seg síggja nógvar møguleikar í samstarvinum við fyritøkuna á Eiði.
Hann sigur, at spanska fyritøkan hevur verið væl nøgd við samstarvið við føroyingar, sum vísir seg at rigga sera væl.
- Fyritøkan á Eiði hevur eisini eina hóskandi stødd til slíka framleiðslu. Eg haldi, at møguleikarnir til hesa framleiðslu úr fiskaskræðu sum heild eru góðir í Føroyum. Nógv og gott vatn er neyðugt í framleiðsluni, og hetta er nógv mikið til av á Eiði.
Michael Junka sigur, at nú verður bara bíðað í spenningi eftir, at framleiðslan úr fiskaskræðu kemur í gongd.
Skjót úrslit
Stjórin, Eyðun Gaardbo, er bjartskygdur og væntar, at úrslit fara at síggjast heilt skjótt.
- Vit miðja eftir at hava avlop í rakstrinum av framleiðsluni longu í komandi ári. Nú royndarkoyra vit, og síðan verður pulvurið sent úr á marknaðin. Fyrr enn vit veruliga eru komnir út á marknaðin við okkara vøru, kunnu vit ikki siga, hvussu stórur eftirspurningurin er, men framleiðslan á Eiði verður so tillagað eftir eftirspurninginum, leggur hann aftrat.
Tað er ikki at taka seg aftur í, at nýggja virksemið á Eiði er eitt frambrot, sum hevur vakt stóran áhuga millum vinnulívsfólk og myndugleikar í Føroyum.
Egil umrøddur
Pionerurin Egil Olsen fekk við móttøkuna á Eiði nógv rós fyri sítt hugskot og sítt dirvi at taka upp samstarv við sponsku stórfyritøkuna á hesum øki.
- Vit hava góðar vónir um hesa framleiðslu, og vit eru sera spentir eftir at koma í gongd, sigur stjórin, Eyðun Gaardbo.