Tað er av fagrasta veðri, og klokkan 18 verður fyrra hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið í Klaksvík millum KÍ og NSÍ.
Áhugin í Klaksvík og Norðoyggjum og í Runavíkar kommunu fyri fótbóltsdystinum er øgiliga stórur. Eisini millum býráðslimirnar í Klaksvíkar býráð og Runavíkar býráð.
Síðsta hósdag í hvørjum mánað er regluligur býráðsfundur í Runavík og í Klaksvík. Felags fyri báðar fundirnar í dag er, at teir eru framskundaðir. Frá báðum býráðunum ljóðar, at býráðsfundurin í dag er framskundaður og verður klokkan 16.
Býráðsformaðurin í Runavík sigur soleiðis:
-Tá ið landsliðið spælir, fer maður av húsi, og tá er einki í vegin fyri at flyta, framskundað ella avlýsa fundir og tiltøk. At NSÍ í kvøld fer at spæla hálvfinalu í Klaksvík er eins stórt fyri okkum her á plássinum, sum tað er, tá ið landsliðið spælir. Eg havi spurt allar býráðslimirnar, um nakar hevur nakað ímóti, at fundurin verður framskundaður, og allir taka undir við tí, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Tú roknar við, at tit vera liðug at viðgera málini í so mikið góðari tíð, at tit vera har norðuri til dystarbyrjan?
-Eg havi sagt við teir, at eg ætli mær av fara at Glyvrum í seinasta lagi, tá ið klokkan verður tjúgu minuttir í seks, so tað rokni eg við, at vit øll fara at innrætta okkum eftir, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Tað fer at bera til hjá býráðslimunum í Runavík at heilsa upp á starvsfelagarnar í Klaksvík. Teir fara í hvussu so er ikki at sita á fundi. Teirra fundur verður eisini klokkan 16, og farleiðin hjá klaksvíkingunum av Varpinum og fram eftir sløttum heim á vøllin á Eiðinum tekur tað ikki meiri enn tveir minuttir at koyra í bili ella ikki meiri enn átta minuttir at ganga, um onkur skuldi gjørt tað, nú veðrið er av tí fagrasta!










