Sammett við fyrra dystin móti íslendska FH, so verður tað eitt skert HB-lið, sum klokkan 19 í kvøld fer á vøllin móti íslendska FH.
At Christian Høgni Jacobsen er farin aftur til NSÍ er sjálvandi stórur missur fyri liðið, har breiddin eisini er skerd við missinum av Pæturi Jørgensen, Svend F. Jacobsen og Bárður Mittelstein.
Hartil kemur, at Jákup á Borg ikki verður við í hópinum í kvøld. Liðskiparin hjá HB hevur alt árið drigist við ein skaða í lærinum, og nú eru boðini, at talan verður um longri steðg, soleiðis at lærið veruliga fær tíð at koma fyri seg.
Á pluss-síðuni telur sjálvandi, at Rógvi Jacobsen aftur er tøkur, eftir at hann hevur sitið sítt leikbann av sær. Og móti kropsliga sterku íslendingunum er tað sjálvandi ein góður stuðul hjá HB.
Hóast teir í fyrra dystinum taptu 4-1, og harvið eru at kalla avskrivaðir undan seinna dystinum, so er málið hjá HB avgjørt, at teir skulu hava stig burtur úr dystinum.
- Vit vilja fyrst og fremst reisa okkum eftir dygga ósigurin í Íslandi. Tí somikið nógv betri enn vit vóru teir ikki. Fyri sjálvsálitið í hópinum hevur ein sigur eisini nógv at siga, eins og tað eisini hevði sæð betri út á pappírinum. So sigurin er avgjørt tað, sum vit fara eftir, sigur HB-málverjin, Tróndur Vatnhamar.