Mohamed El Baradei, sum er stjóri í altjóða kjarnorkustovninum IAEA, segði í gjár, at tað kann fara at taka nakrar mánaðir at fullføra arbeiðið, sum vápnaeftirlitsmenninir hjá ST gera í Irak. Sambært seinastu [...] vikurnar sagt, at altjóða samfelagið noyðist at bera yvir við okkum, tí hetta arbeiðið tekur tíð. Kunnu vit avvápna Irak við eftirliti og kanningum og á tann hátt sleppa undan kríggi, haldi eg, at tað hevði [...] vápnagoymslu og sín vápnaídnað. Men hann viðmerkti, at enn er nógv eftir at kanna, áðrenn tað ber til at gera nakra niðurstøðu.
av, at ein saktans kann klára seg sjálvan, og torir at royna nakað, ein helt seg vera ósikran í«, sigur Guðrið, og tekur sum eitt dømi, at tær ikki fyrr høvdu ferðast við toki, og hildu tað fara at verða [...] seg upp. Vit eru noyddar at klára okkum sjálvar, sigur Durita, sum, hóast langt vekk, hevur havt gott samband við familjuna heima við at brúka fríu teldurnar á skúlanum til at senda mail við. Treyðugt [...] tær hava sagt frá, er meira enn vælnøgdur við at hava føroyingar á skúlanum og vil hann fegin, at fleiri leggja leiðina til Hadsten. Finn Wehner skoytir uppí at føroyingar fella fínt inn í mátan, Linieskúlin
um verður klárur at taka í nýtslu, tá ið hann er liðugur, at hann er til reiðar at slíta samgonguna, hendir tað ikki. Sjálvur er hann lækni og hann sigur, at nýggi bygningurin fer at lyfta heilsuverkið [...] tikin í nýtslu, fer at stytta bíðilistar munandi og fara at gera viðurskiftini hjá sjúklingum nógv betri. Tað sigur Jenis av Rana, løgtingsmaður. Og tí leggur hann so stóran dent á at nýggi bygningurin hjá [...] styttst bíðitíð. Av tí at frítt sjúkrahúsval er sett í gildi, merkir hetta, at danir frítt kunnu velja tað sjúkrahúsið í landinum, sum hevur styttst bíðitíð. Hetta merkir tó ikki, at sjúklingarnir altíð velja
Glyvrum noyðist at sigla millum skerini í hesum døgum. Hann vil ikki siga nakað beinleiðis um, hvørt landsstýrismaðurin við fiskimálum eigur at fara frá, eftir at ein kanning hevur staðfest, at feilir eru gjørdir [...] Jacobsen. Hann vísir í somu vending á, at í Fólkatinginum er tað bara hent einstakar ferðir, at ein ráðharri er farin frá við misáliti. Tað hevur altíð verið nóg mikið, at ivi er sáddur um embætisførsluna, [...] sær, at Landsstýrismálanevndin hjá løgtinginum, ið hevur eftirlit við landsstýrinum, vildi hava málið kannað. Seinni setti Finnbogi Ísakson, táverandi løgtingsformaður, Turið Debes Hentze advokat at standa
Oliviu, tá hann gjørdi av at keypa bátin, og eg átti hana í desember í 1992 í Havn. Og eg minnist, at Pól Eyðfinn hevði so nógv um at vera tá, at hann hevði slettis ikki tíð til at vera har, sigur Simona [...] Tað fløvir at fáa at vita, at so mong hugsaðu um okkum hasa tíðina. Jólini Vanlukkan hendi 31. oktober - bert knappar tveir mánaðar fyri jól. Og tað kann tykjast at vera mest sum ógjørligt at skapa jólahugna [...] og hon er sannførd um, at børnini gjørdu sítt til, at tað eydnaðist henni. - Eg veit sjálvandi ikki at siga fyri vissu, hvussu tað hevði verið uttan børnini, men eg eri vís í, at tað hevði verið heilt øðrvísi
Tá ið skipini plagdu at fara útaftur beint eftir nýggjár, kundi roknast við, at gongd kom á flakavirkisvinnuna einar 10-14 dagar inn í nýggja árið. Men soleiðis verður eftir øllum at døma ikki í ár. Eingin [...] men so skjótt nýggjárshøgtíðin er farin aftur um, loysa øll tey skip, sum liggja klár at fara. Einstøk skip plaga tó at ríva manningina upp úr bleytu stovustólunum beint eftir jól og gera ein stuttan túr [...] eftir, at samráðingarnar við reiðararnar slitnaðu, 18. desember. Men hesar samráðingar komu heldur ongantíð í gongd, tí partarnir kundu ikki semjast um samráðingargrundarlagið. Og tá er ikki nógv at gera
av fólki at gera. Hagan frá og so til einki at hava við nakran at gera, tað er ein veldug broyting, sum eg havi ringt at venja meg við. Tað er nakað tú verður noyddur at meditera teg fram til, at tá tú er [...] sjúk leingi uttan at vita tað, hon fekk staðfest krabbamein í apríl 1999 og funnið var fram til at einki var at gera og longu 13. desember doyði hon. - Hon var við til at keypa húsið og at innrætta og tað [...] hann. So tú lærdi at ansa eftir? - Jú, Tað er eitt gamalt orðatak sum sigur, at tað er gott at stinga fingurin í jørðina og lurta hvar man er, men man má ansa eftir ikki at lurta so nógv, at ein missir sína
takið so lágt, at til ber at stíga uppá, men niðanfyri er hæddin hálvan sjeynda metur. - Eg ætlaði at ganga oman á niðara enda á takinum, sum er meira slættur. Tað var myrkt, og eg visti ikki, at har var glerstoytt [...] høgru lið í brestinum. Trúði, eg fór at doyggja..." Men hvat hugsaði so hesin 16 ára gamli drongurin í høga fallinum? - Eg hugsaði, at nú fór eg at doyggja, tí eg visti, at høgt var oman av niðanfyri, rættiliga [...] klárur, men hevði ógvuliga ilt í fótinum og arminum. Joan sigur, at tað var ein lætti at síggja, at drongurin var livandi og klárur, og at hann kundi flyta beinini. Men hann kundi ikki reisa seg. - Tá ið
Fiskimálaráðnum, at tey hava onki at ræðast, tí eg eri tann fyrsti, sum rúki, um nakað er galið. Og tað skal eg nokk klára at liva við. Eg havi bæði tingsessin at detta afturá og eitt virki at reka, sigur hann [...] frá, at ein kanningarstjóri hevur funnist at hansara umsting fyri handfaringina av umlegging av nøkrum lánum hjá fjarfiskiflotanum. ? Kanningarstjórin viðger málið juridiskt, men juridiskt er onki at fara [...] fiskivinnumálum. Lagnan stóð til at vera avgjørd hósdagin 9. januar 2003. Spurningurin er, um hann yvirlivdi dagin á brúnni. Og gjørdi hann tað, so stendur ein blóðtyst andstøða klár at reisa misálit, sum eisini
Oyvindur Brimnes verður nóg mikið til at hava arbeiðið gangandi r tað, ið eftir er av árinum. Hann væntar, at umframt at rigga arbeiðsplássið til, fer tað at bera til at bora nakrar hundrað metrar inn í fjallið [...] upplýst, at tilsamans er arbeiðið mett at kosta 126 milliónir. Sjálvur tunnilin er mettur at kosta 84 milliónir, vegagerðin norðanfyri er mett at kosta 28 milliónir og vegagerðin sunnanfyri er mett at kosta [...] m til at byrja í 2004 og onkuntíð hevur tað eisini verið nevnt, at tað varð enn seinni at farið varð í holt við hann. Men nú Vágur verður slept sum samferðsluhavn hjá Smyrli, endaði tað við, at tunnilin