Løgmaður eigur at fylgja kanningini

Bólturin liggur hjá løgmanni og Jørgin Niclasen, og teir eiga at fylgja niðurstøðunum í kanningini hjá Turið Debes Hentze advokati. Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldisflokkin, ið reisti fyrispurningin, sum førdi til kanningina av embætisførsluni hjá Jørgini Niclasen.

KANNING

? Eg fari ikki at svara uppá, um eg reisi eitt misálit í tinginum, ella um eg atkvøði fyri einum misáliti ímóti landsstýrismanninum, tí hartil er málið als ikki komið enn, sigur Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldisflokkin.
Kendi rokskiparin av Glyvrum noyðist at sigla millum skerini í hesum døgum. Hann vil ikki siga nakað beinleiðis um, hvørt landsstýrismaðurin við fiskimálum eigur at fara frá, eftir at ein kanning hevur staðfest, at feilir eru gjørdir í hansara umsiting, ið hava sett almennan pening í óneyðugan vanda.
Anstøðan í løgtinginum hevur boðað frá, at hon setir fram misálit, um landsstýrismaðurin ikki fer frá við góðum, ella løgmaður setir hann frá. Men Tórbjørn Jacobsen, sum kann gerast avgerandi 17. løgtingsmaðurin í hesum máli, vil altso ikki siga, hvørt hann hevði atkvøtt fyri einum uppskoti um misáliti, sum kann fella landsstýrismannin.

Tobbi reisti málið
Tað var annars Tórbjørn Jacobsen, sum reisti fyrispurningin í løgtinginum, ið hevur ført til kanningina av embætisførsluni hjá Jørgin Niclasen landsstýrismanni. Fyrispurningur nr. 28 í 1999 hevði við sær, at Landsstýrismálanevndin hjá løgtinginum, ið hevur eftirlit við landsstýrinum, vildi hava málið kannað. Seinni setti Finnbogi Ísakson, táverandi løgtingsformaður, Turið Debes Hentze advokat at standa fyri kanningini.
Hennara niðurstøða er, at umsitingin í Fiskimálaráðnum í tveimum førum hevur verið á samanstoytskós við lógina um umlegging av lánum til fjarfiskiflotan. Talan er um rækjutrolararnar Arctic Viking og Høgafoss, sum kostaðu landskassanum milliónir, tí mannagongdir ikki vórðu fylgdar í sambandi við umlegging av lánum.

Røtt niðurstøða
Tórbjørn Jacobsen hevur lisið frágreiðingina hjá Turið Debes Hentze tvær ferðir, og hóast hann ikki sigur tað beinleiðis, so hoyrist á honum, at landsstýrismaðurin onkursvegna átti at tikið avleiðingar av málinum sjálvur.
? Eg eri ikki løgfrøðingur, men soleiðis sum Turið Debes Hentze byggir málið upp, so er niðurstøðan røtt. Tá ein kanning av hesum slagi er gjørd, so má handlast, antin tað er positivt ella negativt, og niðurstøðurnar eiga at verða fylgdar. Men bólturin liggur hjá løgmanni og landsstýrismanninum, og teir eiga næsta leik. Tað skuldi verið óneyðugt at reist misálit í løgtinginum, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Hann vísir í somu vending á, at í Fólkatinginum er tað bara hent einstakar ferðir, at ein ráðharri er farin frá við misáliti. Tað hevur altíð verið nóg mikið, at ivi er sáddur um embætisførsluna, og antin er ráðharrin farin sjálvur, ella hevur forsætismálaráðharrin koyrt hann frá av politiskum ávum. Í hesum føri eru umstøðurnar skerpandi, tí talan er um eina uttanveltaða løgfrøðiliga kanning, heldur Tórbjørn Jacobsen.