Eingin katastrofa at fara frá

Løgfrøðiliga er onki at koma eftir, sigur hann, men politiskt eru dagarnir kanska taldir. Hendir tað, at hann noyðist frá, so er tað kortini ongin persónlig katastrofa, tí tað eru treytirnar í politikki, sigur Jørgin Niclasen landsstýrismaður við fiskivinnumálum

DEADLINE

Hann er í sínum higartil harðasta ódnarveðri sum landsstýrismaður við fiskivinnumálum. Lagnan stóð til at vera avgjørd hósdagin 9. januar 2003.
Spurningurin er, um hann yvirlivdi dagin á brúnni. Og gjørdi hann tað, so stendur ein blóðtyst andstøða klár at reisa misálit, sum eisini fólk í samgonguni eru sinnað at styðja.
Jørgin Niclasen vardi seg líka til »deadline«, tá løgmaður skuldi skera ígjøgnum. Sjálvur heldur hann seg onki skeivt hava gjørt. Men avleiðingin kann kortini gerast, at hann antin verður koyrdur ella sjálvur leggur frá sær, tí hann gerst ein byrða fyri samgonguna og kann skaða álitið á politisku skipanina.
Alt stavar frá, at ein kanningarstjóri hevur funnist at hansara umsting fyri handfaringina av umlegging av nøkrum lánum hjá fjarfiskiflotanum.
? Kanningarstjórin viðger málið juridiskt, men juridiskt er onki at fara eftir. Tað útilokar kortini ikki, at málið kann fáa ta politisku avleiðing, at eg noyðist frá. Eg veit um aðrar landsstýrismenn, sum hava lagt frá sær, hóast teir onki skeivt halda seg hava gjørt, sigur Jørgin Niclasen.
Hann stríðist fyri sínum politiska lívi, har hann er gyrdur í brøkur, men persónliga óttast hann ikki at missa sessin.
? Tað er ongin persónlig katastrofa fyri meg, um eg noyðist frá. Tað eru treytirnar, tá tú ert landsstýrismaður, tí tú veitst frammanundan, at tú bert hevur starvið í eitt avmarkað tíðarskeið, sigur Jørgin Niclasen.
Rýkur Jørgin Niclassen úr landsstýrinum, heldur hann kortini fram í føroyskum politikki, tí hann er valdur tingmaður fyri Fólkaflokkin í Vágum.
? Eg havi sagt við míni fólk í Fiskimálaráðnum, at tey hava onki at ræðast, tí eg eri tann fyrsti, sum rúki, um nakað er galið. Og tað skal eg nokk klára at liva við. Eg havi bæði tingsessin at detta afturá og eitt virki at reka, sigur hann.
Tá blaðið fór til prentingar, var landsstýrislagnan hjá Jørgin Niclasen framvegis óviss. Kanska løgmaður slepti honum av húkinum, men avleiðingin kundi vera, at øll samgongan kom sær í vandasjógv. Tí kundi hugsast, at skiparin í Fiskimálaráðnum noyddist í land eina tíð.