Einki at tjena, tá ið flotin liggur

Tá ið skipini undir vanligum umstøðum fara útaftur beint eftir nýggjár, verður roknað við, at gongd kemur á flakavirkisvinnuna einar 10-14 dagar inn í nýggja árið. Men soleiðis verður eftir øllum at døma ikki í ár, nú ísfiskaflotin er raktur av verkfalli

Sáttmálastríð

Vanliga eru ikki nógv ísfiskaskip úti millum jól og nýggjárs, men so skjótt nýggjárshøgtíðin er farin aftur um, loysa øll tey skip, sum liggja klár at fara. Einstøk skip plaga tó at ríva manningina upp úr bleytu stovustólunum beint eftir jól og gera ein stuttan túr millum høgtíðirnar, men hetta eru tey allar fægstu.
  Hesaferð verður tó eingin slíkur túrur gjørdur, tí Føroya Skipara-og Navigatørfelag hevur lýst verkfall eftir, at samráðingarnar við reiðararnar slitnaðu, 18. desember. Men hesar samráðingar komu heldur ongantíð í gongd, tí partarnir kundu ikki semjast um samráðingargrundarlagið.
  Og tá er ikki nógv at gera...

Eingin fiskur

Tá ið skipini plagdu at fara útaftur beint eftir nýggjár, kundi roknast við, at gongd kom á flakavirkisvinnuna einar 10-14 dagar inn í nýggja árið. Men soleiðis verður eftir øllum at døma ikki í ár.
  Eingin veit, hvussu drúgt verkfallið kann gerast, men óhugsandi er ikki, at tað verður ein tungur burður hjá semingsmonnunum, Høgna Høgnesen og Suna S. Jacobsen, at fáa semju millum partarnar.
  Tey, sum starvast á fiskavirkjunum kring landið, kunnu tí ikki rokna við at sleppa til arbeiðis aftur, fyrr enn í øllum førum nakrir dagar eru farnir av nýggja árinum, 2003.
  Útróðrarflotin er tó ikki raktur av verkfallinum, men hóast útróðurin hevur verið góður í vetur, er avmarkað, hvussu nógvan fisk hesin parturin av flotanum kann føra til lands.
  Sum er, verða gólvini á flestu fiskavirkjum turr eina tíð frameftir - og eingin peningur verður at tjena hjá teimum, sum vinna sítt lívibreyð á virkjunum kring landið.