Samferðsla
Suðuroy: Nú hómast endin á tí tíðarskeiði, tá ið suðuroyingar máttu koyra allan vegin upp um Hovsegg fyri at sleppa ímillum syðra og norðara part í oynni.
Samstundis verða endalig stig nú tikin til at bøta um vánaligasta landsveg í Føroyum, í hvussu so er á teimum stóru oyggjunum.
Tí nú verður nevniliga farið undir at bora tunnil ímillum Øravík og Hov.
Tá ið fíggjarlógin varð til viðgerðar beint fyri jól, varð nevnt, at tá ið tunnilin til Gásadals var liðugur, skuldi útgerðin flytast til Suðuroyar, tí so skuldi byrjast uppá tunnilin ímillum Øravík og Hov beinanvegin.
Útgerð og manning suður
Og nú váttar Landsverkfrøðingurin at so verður!
Hann sigur, at tá ið arbeiðið at gera Gásadalstunnilin er liðugt, verða bæði útgerð og manning flutt til Suðuroyar, tí tá verður byrjað uppá tunnilin ímillum Øravík og Hov.
Arbeiðið at sprongja ogt bora í Gásadali verður liðugt heilt skjótt, men so er eftir at tryggjað tunnilin og at gera teir seinastu snøklarnar liðugt og tað tekur nakrar mánaðir afturat.
Landsverkfrøðingurin sigur, at gongst sum ætlað, verður byrjað at bora tunnilin ímillum Øravík og Hov í juni, men møguliga verður arbeiðsplássið rigga til eitt sindur áðrenn.
Byrjað verður at bora norðaru megin.
Í ár eru sjey milliónir settar av á fíggjarlógini til tunnil ímillum Øravík og Hov og tað væntar Oyvindur Brimnes verður nóg mikið til at hava arbeiðið gangandi r tað, ið eftir er av árinum.
Hann væntar, at umframt at rigga arbeiðsplássið til, fer tað at bera til at bora nakrar hundrað metrar inn í fjallið fyri játtanina í ár.
Spurningurin er so, nær tunnilin verður liðugur.
? Tað veldst alt um, hvussu stór játtanin til arbeiðið verður. Tað hevði borið til at bora ígjøgnum uppá hálvtannað ella tvey ár, men tað er nakað eftir at gera, áðrenn tað kann takast í nýtslu. Men hvussu skjótt tað gongur, veldst í mestan mun um, hvussu stór játtanin verður.
Tunnilin ímillum Øravík og Hov verður 2100 metrar langur. Landsverkfrøðingurin mintist ikki akkurát í høvdinum, hvussu nógv hann kostar. Men í einum skjali, sum varð handað fíggjarnevndini, tá ið hon viðgjørdi fíggjarlógina fyri í ár, verður upplýst, at tilsamans er arbeiðið mett at kosta 126 milliónir.
Sjálvur tunnilin er mettur at kosta 84 milliónir, vegagerðin norðanfyri er mett at kosta 28 milliónir og vegagerðin sunnanfyri er mett at kosta 14 milliónir.
Tilsamans skulu 2800 metrar av vegi gerast norðanfyri tunnilin og 1400 metrar av vegi sunnanfyri.
Politisk neyðsemja
At tunnilin ímillum Øravík og Hov verður gjørdur nú, er ein politisk neyðsemja í samgonguni, tí tað er minst eitt ár fyrrenn enn upprunaliga ætlað.
Einferð stóð hesin tunnilin á langtíðar fíggjarætlanini hjá landsstýrinum til at byrja í 2004 og onkuntíð hevur tað eisini verið nevnt, at tað varð enn seinni at farið varð í holt við hann.
Men nú Vágur verður slept sum samferðsluhavn hjá Smyrli, endaði tað við, at tunnilin verður framskundaður ístaðin fyri at gera sambandið ímillum norðaru og syðru helvt í Suðuroynni nøktandi, tí tað hevur verið tann størsti fløskuhálsurin í samferðsluni í Suðuroynni í mong ár.