ringt, er tað bæði rætt og gott, at stig verða tikin til tess at bøta um hetta vána álit. Beinleiðis sendingar úr tinginum kunnu vera við til at byggja uppaftur álitið á okkara politisku skipan. Tað er greitt [...] føroyingar til at taka størri ábyrgd av okkum sjálvum, so er altavgerandi, at kluftin millum politikararnar og vanlig fólkið má verða fylt uppaftur. Tað er vissuliga neyðugt at byggja brúgv millum tingið og so [...] sendingar úr tinginum kunnu bøta uppá mista álitið! Sjálvandi skal hetta hetta takast við fyrivarni. Her er talan um nakað nýtt, sum vit mugu venja okkum til. Hetta krevur avgjørt nakað av tingmonnum og somuleiðis
ikki dømdur. Hann er ákærdur, men tað merkir ikki, at hann er sekur. Tað skal rættarmálið gera av. ÁKÆRAN, ið reist er, er fyri siðamisbrot. Slík brot eru revsiverd sambært straffilóg. Men tey eru sanniliga [...] rættinum og skal sum so ikki viðgerast her, men eftir sum skilst á fjølmiðlunum so væntar løgmaður at hann um einar 14 dagar kann taka høvdið úr sandinum, tí tá er dømt og so er alt sum fyrr. VIT mugu tíverri [...] dagar. Vit vita eisini, at sakin er kend langt ú tum landamark og kann hon vera við at skaða okkara umdømi út eftir bæði so og so, hóast eingin er funnin sekur enn. Her hevur løgmaður eina ábyrgd av at
knappliga var deyður. Ta fyrstu løtuna hugsar tú í stuttum um alt tú minnist um vinmannin, ið farin er. Og Vøgg var av sonnum góður vinmaður. Trúfastur sum fáur. Summi kendu mest Vøgg frá arbeiði hansara [...] Slíkt krevur dirvi, tí kommunistar vóru tá sum nú jagstaðir av máttmiklu íhaldskreftunum, ikki minst her á landi. Eg ivist onga løtu í, at tað gleddi Vøgg almikið, tá hann saman við nøkrum fáum øðrum, ið [...] tey, sum við mær minnast Vøgg við størsta takksemi. Men hjá tykkum, familjuni, og serstakliga Olgu, er missurin ófatuliga stórur, og eg havi mína djúpastu samkenslu við tykkum, sum mist hava so nógv. Arnbjørn
monnunum. ? Har er ein ávís menning, men tað eru teir somu, sum menna seg allatíðina. Tað er ov lítil tilgongd, og kappingin í 1. og 2. deild er alt ov lítil, heldur Klæmint. Tá vit spyrja, hví so er, svarar hann [...] at hondbólturin er størri og organisatoriskt er betri fyri enn flogbólturin, vísir Klæmint á. Málið er betri úrslit á Oyggjaleikunum Næsta stóra avbjóðing hjá flogbóltslandsliðunum er Oyggjaleikirnir á [...] væl fyri á nógvum økjum, men fyri at siga tað sum tað er, so er ein stórur partur av tí »gamlir menn«. Rutinan og teknikkurin er í lagi, men fysiskt er tað trupult við smáskaðum o.ø. Men eg ivist ikki í,
miðstaðarøkinum. Her er Listaskálin við grafiska verkstaðnum, í Havn eru fleiri listafólk við egnum verkstaði, her er Norðurlandahúsið og framsýningarhøli. Eg veit í grundini ikki, hvat er í Klaksvík og hvørjir [...] sølu til ferðafólk er ógvuliga avmarkað og næstan tað sama, sum vit hava sæð í 30 ár, somu turrikløðini, hosurnar og vøtturnar. Her er lítil og eingin nýhugsan, tað er alt ov einstáttað, og vit hava sum [...] viljin er til staðar kemur hann upp at standa. Eitt sum eisini eigur at verða tikið við er ferðafólkavinnan. Nógv ferðafólk koma til landið og vit kunnu hugsa okkum, at talið veksur. Tað sum er til sølu
snævurskygt. - Tilfeingið er sera avmarkað og fellur aftur á tað sama. Her verður hugsað um ullina og tað sum vit kunnu fáa burtur úr henni. Tað er avgjørt ikki til at kasta burtur, men tað er ikki nóg mikið. Hinvegin [...] ein slíkan skúla, sum tað almenna skal gjalda, er neyðugt, at fleiri spurningar verða gjølla lýstir. Og tað er í hesum sambandi, at ein arbeiðsbólkur er settur, mannaður við fimm limum, ið allir á ein [...] skúlanum. Verður skúlin bert fyri ungfólk, er vandi fyri, at næmingagrundarlagið verður ov tunt, tí sannlíkt er, at nógv teirra halda uppat um tey finna út av, at tað er einki fyri tey og at tey ikki kunnu liva
sjálvstýrismálum, Høgni Hoydal og Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins. Uttan her at taka dagar ímillum, hvør teirra er á rættari kós í fullveldismálinum, so skurrar í oyrunum, tá tosað verður um, at [...] vallógina við tí endamáli, at fáa nøkrum føroyingum úti í heimi valrætt, sum annars ikki hava tað. Tað er sjálvsagt, at skal vallógin broytast, so skal tað gerast á rættan hátt. Tá valrættaraldurin verður
fyri umstilling og hugflogi betri enn í stórum fyritøkum, og tað er júst hetta sum er grundarlagið fyri nýskapan í vinnulívinum. Tað er nevniliga fyrst og fremst tann teknologiska nýskapanin (innovasjónin) [...] fyri framleiðslu av skóm, Sunnmøre í Noreg er kent fyri møbilframleiðslu, Småland í Svøríki er kent fyri sínar glasverksmiðjur og Tríkantsumráðið í Jyllandi er kent fyri nógvar specialiseraðar smávinnur [...] ið tey hava uppiborið. Men nú er kortini okkurt, sum kundi týtt uppá, at vend spakuliga er við at koma í hugburðin innan fiskiídnaðin. Aftaná eina sera torføra byrjan er líkt til, at Fiskavirking bæði
nøkunlunda væl stappaði, skuldu skjølini verið í minsta lagi tvær miljónir, so her er sanniliga dúgliga arbeitt. Hvat er so komið burturúr? Eg hugsi tað mundu vera einir 150 menn, ið fingu óbodna vitjan [...] løgregluni, og gera av, um tað tilfarið, ið er fingið til vega m.a. av løgregluni, er nóg álítandi til at ákæra kann verða borin fram fyri dómstólarnar. Í Danmark er skipanin væl lakari, hvat rættartrygd viðvíkur [...] klemmu« um hann letur málið falla, tí hann hevur jú onga ábyrgd av kanningararbeiðinum. Í Føroyum er øðrvísi. Her er fútin sum politimeistari ovastur fyri løgregluni og hevur sostatt ábyrgdina av øllum hennara
Brá helt upp at at koma út. Hví er knappliga tøgn? Hetta her við at viðurskiftini eru smá í Føroyum, at øll kenna hvønn annan og tí halda seg frá at ummæla trúgvi eg bara er ein vánalig undanførsla. - Miðlarnir [...] bøkurnar út, nevniliga at formidla bókina til lesararnar. Men veruleikin er, at tey hava ikki ráð. Tá ið bókin er komin í bókahandlarnar er teirra arbeiði liðugt. Ei heldur bókahandlarnir, sum hóast alt fáa [...] mást tú hava hana út. Akkurát sum at eiga eitt barn. Munurin er kortini, at tá ið tú hevur slept bókini er hon úti av verðini. - At skriva er sálarbót. Tað hevur stóran týdning fyri meg og eg verði glað