Finnlands, ikki eru gingin á møti. Teir høvdu fingið at vita, at skuldi vera innspræning av kaldari luft á kømurunum, men tað er tað ikki. HB hevði biðið um, at teir kundu venja á stadion seint fyrrapartin [...] . Her er summar og sól, og spælararnir, sum vandu fyrrapartin í gjár og í gjárkvøldið skuldu venja á vøllinum, har dysturin verður í kvøld, hava fingið boð frá venjaranum um at hvíla nógv, drekka nógv [...] gjørdist tað greitt, at tað fór ikki at bera til at fáa størsta partin av viðførinum við í sama flogfarinum, sum spælararnir vóru, og tað hevði aftur við sær, at mánakvøldið gingu spælararnir í ítróttarbúnum
Hjørleif á toftini tita, Kristin og Aage næst teimum sita, »Suðringur« fram mundi strúka. Sniálvur knassin mikli er, ei okur nú skulu lúta. Kári hin rádni var eisini við, mangt takið hann tók á hesi ferð [...] Farast skuldi av Tvøroyri sunnumorgun við einum enskum trolara, sum skuldi koma á Tvøroyri, so farast kundi klokkan sjey á morgni. Men tíðin gekk, og eingin trolari. Men so um 10 tíðina kom trolarin undan [...] klokkan sjey um kvøldið, men klokkan 10 - 11, áðrenn leyst varð, so tað var langt út á mánamorgun, áðrenn okur komu aftur á Tvøroyri. Hetta vóru so nakrar hugleiðingar um ferðir. Tað kundu verið fleiri aðrar
fyribrigdið, at menniskju í hjartanum gjørdust gripin av persóninum Jesusi. Hansara tíð á jørðini er mettað av góðsku. Tá hann á sinni skuldi dømast til deyða, ja tá var eingin orsøk at finna. Og nú heima við [...] ikki at skoða himinsins dýrd. Jesu navn, hetta dýrabæra navnið yvir øll onnur nøvn. Persónurin Jesus á jørðini, hann, ið gekk um og gjørdi væl. Miskunnar maður, vinur alra teirra, sum ongan góðan áttiu. [...] trónuna. Heima í dýrdini í forbøn fyri børnum sínum. Dýrabærur, og heilagt er navn hans. Undurfulla trúgv á frelsarans fullgjørda verk. Tilbiðjandi andi í djúpari tøgn. Tilbiðjandi lovsangur ljóðar av vørrum
skoraði í 3., 15. og 40. minutti. Greipan á skránni Nú altjóða uppgávurnar hjá ÍBV eru av á hesum sinni, verður næsta takið at endurvinna landskappingina, har ÍBV er á øðrum plássi, og at endurvinna steypa [...] Europa Cup á hesum sinni. Allan Mørkøre og hinir í ÍBV vóru í Budapest og spældu seinna dystin móti MTK. Fyritreytirnar vóru einki serligar, tí ungverska liðið hevði vunnið fyrra dystin 2-0. Á heimavøllinum [...] í steypafinaluni, sum verður spæld á Laugardalsvøllinum í Reykjavík sunnudagin 26. september. Sunnudagin skal ÍBV spæla í Grindavík, og í morgin skal Leiftur spæla á heimavølli móti Víkingi úr Reykjavík
leiða teir upp á takið á Hafnia til myndatøku og eitt stutt prát. Kenna teir aftur Big Fat Snake er bólkur, ið hevur leikt í eini 8 - 9 ár og 9 fløgur hava teir givið út. Teir eru fastir gestir á summarfestivalunum [...] forhøllini hjá M.C. niðri á Hotel Hafnia. Avtalan var at hitta teir klokkan 18:00 og hon er eftir føroyskum viðurskiftum ?ikki meira enn 4 minuttir yvir?, tá tygara útsendi kemur innar á Hafnia. Men teir eru [...] okara tónleik, so hevði hitt við at vera ein góður konsertbólkur heldur ikki komið upp á tal, vísir Peter Viskinde á. Hann heldur, at bólkurin heldur saman, tí teimum dámar tað, ið teir fáast við og hann
Á landsfundi Sambandsfloksins seinasta vikuskiftið hevði Finnbogi Arge eitt innlegg um ríkisfelagsskapin. Innleggið var væl fyrireikað, og tað reisti fleiri relevantar spurningar. Her var talan um eitt [...] somuleiðis at styrkja verandi felagsskap, uttan at skerja møguleikan hjá ríkiseindunum fyri at samstarva á jøvnum føti. Trygvi F. Guttesen
Jákup á Borg og Øssur Hansen vóru framvið, men tíverri spurdist einki burturúr. Eitt mál á útivølli hevði havt sera stóran týdning, tí um tað í samlaða roknskapinum eftir seinna dystin fer at standa á jøvnum [...] jøvnum, so verða tað málini, ið eru skotin á útivølli, sum fara at gera av, hvat liðið sleppur víðari í kappingini. Tí verður takið hjá B36 á heimavølli í fyrsta lagið at skora eitt mál og samstundis at [...] hetta seinasta árið hevur rokkið. Útsøgnin varð staðfest, tá KÍ tapti stórt á Svangaskarði tíðliga í fyrrakvøldið, men seinni á kvøldi undirstrikaði B36, at allir reglar hava síni undantøk. Undir ikki serliga
Europa Cup, og fyrsta takið á tí leiðini verður at vinna í Runavík komandi sunnudag. Megna vit at vinna á NSÍ, so endurvinna vit fjórða plássið, og so eiga vit eina grannauppgerð á móti B36. [...] fegnaðust, men samstundis ásannaðu teir, at teir vóru ógvuliga troyttir: ? At vit hóskvøldið á grasvøllinum á Svangaskarði høvdu runnið í 90 minuttir aftaná eysturríkarunum var ikki heilt burtur úr kroppinum [...] havi alla tíðina sagt við spælararnar, at teir skulu hava eyguni fest á málið, sum er FM. Vit liggja best fyri, og eg eri fullur í áliti á, at spælararnir fara at megna at halda tørn um oddasessin. Men nú
liðini, ið á støðutalvuni vóru omanfyri mótstøðuliðini, og tað sigur eitt sindur um, at talan er um støðug avrik, at fýra av teimum fimm sigrunum vóru vunnir á útivølli. Einasti heimasigurin var á grasinum [...] altjóða luttøku. Hesa ferð løgdu teir HB afturum seg, og nú eru teir á Intertoto Cup plássinum, sum teir í síðsta umfari í fjør mistu á Svangaskarði. NSÍ lá annars nógv tann størsta partin av kappingarárinum [...] seg upp. Tað hevur NSÍ í hvussu so er møguleikar til, tí teir eiga dystir á móti øllum trimum liðunum, ið eru omanfyri teir á støðutalvuni. Sunnudagin kemur HB til Runavíkar. Um HB tapir, so mugu teir
Jónsson hevur sama rætt sum liðfelagarnir at fáa frí til landsliðsuppgávur, uttan at tað á nakran hátt hevur árin á hansara støðu í felagnum, og tað hevur FIFA gjørt. Ísak Mikladal er aðalskrivari í FSF: [...] Um alt gongur, sum tað hevur verið ætlað, so koma við flogfarinum úr Keypmannahavn í dag Óli Johannesen og Todi Jónsson, sum í gjárkvøldið stríddust móti hvørjum øðrum, og sum í annaðkvøld í felag skulu [...] einum landsdysti, har undankapping ikki stendur uppá spæl. Todi var við í 1-1 dystinum móti Ísrael á Svangaskarði 5. august í 1992. Síðani tá hevur landsliðið spælt seks vinardystir, men Todi Jónsson hevur