B36 bjargaði føroyska heiðrinum

Fótbóltur: Lagt er upp til stórdyst, tá Ankaragücü annan hósdag fer at spæla í Gundadali

Tá HB fyrr í summar tapti stórt í Haka staðfestu vit, at føroyskur liðfótbóltur als ikki hevur rokkið tað altjóða støðið, sum landsliðið ferð eftir ferð hetta seinasta árið hevur rokkið. Útsøgnin varð staðfest, tá KÍ tapti stórt á Svangaskarði tíðliga í fyrrakvøldið, men seinni á kvøldi undirstrikaði B36, at allir reglar hava síni undantøk.

Undir ikki serliga føroyskum viðurskiftum í turkiska høvuðsstaðnum eydnaðist tað Tomislav Sivic og hansara monnum at fáa eitt so mikið gott úrslit móti Ankaragücü, at tað má metast sum meiri enn 50 prosents møguleiki fyri, at B36 verður við í hattinum, tá lutur annan fríggjadag verður kastaður um, hvussu liðini skulu møtast í fyrsta veruliga umfarinum í UEFA Cup.

Í blaðnum í fyrradagin segði Tomislav Sivic, at hann vónaði, at nógvu landsliðsspælararnir á liðnum hjá honum fóru at borga fyri, at teir kundu sleppa úr Turkalandi við einum úrsliti, sum kundi brúkast til nakað á heimavølli, og soleiðis var tað eisini.

? Eg eri sera fegin um avrikið, sum mínir spælarar hava framt í kvøld. Um tað skuldi eydnast okkum at sleppa til hús aftur við einum úrsliti, sum í samantalda roknskapinum kann fara at vísa seg at hava verið gott, so var tað alneyðugt, at allir spælararnir góvu alt tað, teir høvdu í sær, og samstundis spældu skilagott, og tað gjørdu teir, segði ein ovurfegin Tomislav Sivic, sum avgjørt heldur møguleikan vera til staðar fyri, at hansara lið fer at megna at spæla seg víðari.

Heimaliðið fekk mál longu tá tólv minuttir vóru farnir, men B36 menninir hóraðu undan trýstinum, og teir megnaðu í einum álopi at spæla seg til dupultan møguleika. John Petersen legði innfyri, og Øssur Hansen snittaði móti málinum, bólturin kom út frá aftur og fór upp í loft, og bæði Jákup á Borg og Øssur Hansen vóru framvið, men tíverri spurdist einki burturúr.

Eitt mál á útivølli hevði havt sera stóran týdning, tí um tað í samlaða roknskapinum eftir seinna dystin fer at standa á jøvnum, so verða tað málini, ið eru skotin á útivølli, sum fara at gera av, hvat liðið sleppur víðari í kappingini.

Tí verður takið hjá B36 á heimavølli í fyrsta lagið at skora eitt mál og samstundis at binda heilt fyri í verjupartinum. Um tað eydnast mótstøðuliðnum at skora, so skal B36 skora tríggjar ferðir fyri at koma víðari í kappingini.

Men Tomislav Sivic og allir hinir við mongu altjóða royndunum vita alt um hetta, og vit mugu bara staðfesta, at síðani B36 í 1992 tapti 1-0 á útivølli í Luxemburg hevur einki føroyskt lið verið tættari við at spæla seg víðari í Europa Cup, enn B36 er nú. Megna teir í árstalsfelagnnum uppgávuna, sum teir heilt víst fara at fáa stuðul til frá øllum tí føroyska fótbóltsheiminum, so verður talan um søguskriving.

Í gjár ferðaðist B36 umvegis Istanbul úr Ankara og til Keypmannahavnar, og í dag koma teir aftur til Føroya. Í morgin skulu teir av nýggjum seta seg upp til eina á pappírinum nógv minni uppgávu enn hana, sum teir hava greitt í vikuni, men tað verður ikki minni týdningarmikil dystur, tá teir í B36 skulu til Fuglafirðar!