Lon Jacobsen. -Tað skal vera so smidligt sum til ber, leggur Jóhan Hendrik W. Poulsen afturat. Út á netið Tað verður ikki soleiðis, at tað ein orðabók fer at verða givin út sum úrslit av verkætlanini. Ætlanin [...] oljuvinnan vil hava fitt av fremmandu orðum við sær. Hóast ikki øll eru so von við oljuvinnuna og fakorðini innan oljuvinnuna, so verða við tíðini fleiri føroyingar við í oljuvinnuni, og serheitið innan [...] hesar komandi sjey mánaðinar ella so. Jóhan Hendrik greiðir frá, at hann skal taka sær av tí dagliga arbeiðinum. Higartil hevur hann eitt nú lisið fleiri frágreiðingar, sum eru skrivaðar í sambandi við o
stóru verð. Men alt hetta hevur verið á veg leingi, ger høvundurin vart við. So tá tá silvurbrúðurin í 1967 ger nakað so óhoyrt sum at halda røðu fyri manninum, og altso ikki øvugt, verður tað eitt sigandi [...] Staun, til hann sum 14 ára gamal flutti til ein størri bý at ganga í realskúla. - Tað var nokk eisini best fyri øll, tí tað var lítil dugur í mær sum bóndasoni, flennir Jens Smærup Sørensen, sum er glaður um [...] aðrari tíð. At vit, sum minnast hesa tíðina, skjótt fara at fækkast, var enn ein orsøk at fortelja hesa søguna, sigur hann. Á skeið í tær sjálvum Skal Jens Smærup Sørensen nevna okkurt, sum serliga eyðkennir
barnagarðinum, sum sluppu í Venjingarskúlan, og hon er ikki komin fyri seg síðani. Tað kann lætt henda fyri mína dóttir eisini. Børn eru ikki heima í dag í sama mun sum fyrr, vinarbondini, sum tey knýta eru [...] trupulleiki, tí skúlarnir hava ikki somu frídagar, tiltøk og annað. Felags upplivingar, sum systkini kundu havt, so sum jólahald og annað verður einki av og tað er harmiligt, sigur Gunnvá Sandoy. Tað eigur [...] Tróndur og Billa Sandoy, sum eru seks og níggju ára gomul, hava sum systkin fylgst alt teirra lív, í barnagarðinum, í frítíðini og í grannalagnum. Men stendur tað til Tórshavnar býráð og Venjingarskúlan
leikferð. Intensitetur, sum sømdi seg tveimum oddaliðum. Hópin av málmøguleikum í góðveðrinum. Og fram um alt: Tvey lið, sum vildu vinna. Tvey lið, sum ikki óttaðust vandan fyri tapi, og sum tí løgdu doyðin á [...] grava seg niður. Heldur tvørtur ímóti, so hildu vertirnir støðugt nógv fólk frammi á vøllinum, og hvørja tí einastu ferð, at møguleiki beyðst, royndu teir at spæla skjótt móti EB/Streyma-málinum. Størsta møguleikan [...] HB-byrjan Tað er í stuttum tað, sum er at siga um toppdystin í Gundadali millum HB og EB/Streym. Í góðveðrinum sunnudagin hevði stór mannfjøld leita sær oman í Gundadal. Ikki óvæntað, so rúgvaðu áskoðarar hjá báðum
hjá fólki, so er tað fótbóltslandsliðið. So tað er ikki ov nógv sagt, at kombinatiónin føroyska og týska fótbóltslandsliðið er at meta sum ein gullhøna fyri føroysku ferðavinnuna. Tað er ikki so langt síðani [...] Føroyar og føroyska vørur. So einfalt er tað. So kemur restin av sær sjálvum. Vit hava longu fingið høvið forerandi. Vit kærdu okkara neyð, tá vit komu í bólk við lond sum Rusland. Nú vit hava fingið [...] David móti Goliat, so er hetta at meta sum ókeypis reklama í Týskalandi fyri Føroyum. Vit fara at fáa ótrúliga nógva og vónandi góða umtalu í týsku fjølmiðlunum, tí er tað nakað, sum rørir hjartastreingir
ein virkin kolvetnisskipan í føroysku undirgrundini. Hyggja vit so eftir økinum, sum varð tillutað Agip, so var tað ikki júst tað økið, sum gravgangur varð eftir at fáa. Úrslitini frá brunnum í grannalagnum [...] Men hvat hendir so á oljuøkinum. Er oljan bara gloymd ella er hon so væl goymd, at vit mugu brynja okkum við toli og aftur toli! Eftir dvalalíknandi støðu nú í eina tíð tykist nú at koma røringur í aftur [...] aftur. Italski oljurisin Agip er farin at ressast og setir skjótt klørnar í Marimas ? sum er prospektið - tað staðið í undirgrundini, har serfrøðingarnir halda, at oljan er goymd. Í hvussu er hava teir brúkt
Katrini Olsen og Julianne Elander, sum skulu taka lut í teimum olympisku summarleikunum, sum verða í Beijing. Katrin Olsen, sum tann fyrsti føroyingurin nakrantíð, sum tekur lut í summar-OL. Julianne metir [...] Umframt ferðing og upphiting, so fer minst hálvurannar tími til venjing við bátinum á sjálvum vatninum, sum nevnist Bagsværd Sø. Tær venja sum oftast standard-teinin, sum er 2.000 metrar langur. Julianne [...] tær jarnhørðu venjingarnar fara í gongd aftur. Og nú tá World Cup kappingin er farin aftur um, so beyðst høvið hjá Katrini og Julionnu at koma ein túr til Føroya, áðrenn venjingarlegan verður á skránni. Í
Tað var rættuliga skjótt, at konseptið hjá FC Suðuroy varð oyðilagt í Klaksvík í gjár, og so snúði tað seg meiri um at avmarka tapið, tí heimaliðið í 1. hálvleiki fór so langt framum. Tá ið teir fóru at [...] Suðuroy skal hava møguleika at varðveita sessin í bestu deildini, so er tað ein treyt, at stig og sigrar skjótt verða vunnir, og tá kann høvið ikki verða betri enn á heimavølli. Sigurin hesa ferð var tann [...] KÍ megnaði ikki at skora fleiri mál enn tey fimm, sum undan steðginum vóru sett á kontu, og í næstsíðsta minutti eydnaðist tað Jón Krosslá Poulsen, sum hesa ferð var sentralur miðvallari, at senda fríspark
verður tó sent sum vanligt við fýra vertum. Tað verða tríggir vertir knýttir at hvørjari sending. Av tí at summarfrítíðin rennur saman við sendingini, so verður neyðugt at hava fýra vertir sum skiftast um [...] Hesi skal so gera ymisk innsløg og prát, og hetta nýtist ikki at hava tað stóra tíðindavirði, sigur Rúni Jákupsson. Talan verður m.a. um at hava eitt dagsins evni, sum kann verið okkurt lætt, sum lurtarar [...] Lurtararnir fáa eina spurning, sum kann snúgva seg um hvat sum helst ? bæði nær og fjar ? og lurtararnir skulu síðani út á netið fyri at finna svarið, og tann fyrsti sum ringir inn við rætta svarinum verður
gjørt fast, og fólk fara at syngja. »Tit sum í fjøru fóru«. Ein gamal, væl kendur sangur, sum passar til høvið. Tað vóru tit, sum løgdu lunnar undir hetta samfelagið. So er lagt at, og borgarstjórn fer til [...] ílatin oman á bryggjuna at taka ímóti. Fitt av fólki er komið. Bæði gøtufólk og onnur. Slík, sum varða av teimum, sum við eru. Skipið kemur spakuliga inn um grótkastið. Kommunuskrivarin er í ferð við at rigga [...] í hondini. Onkur býtir út, so felagssangur verður helst eisini. Jú, tey hava gjørt seg út til at taka ímóti skipi á Gøtukaj í dag. Skipið er heldur langt, heldur onkur, sum sær tað glíða spakuliga inn