Kappróður
Mikudagin settu Sosialurin og Rás2 OL-rógvarunum, Julianne Elander og Katrini Olsen stevnu niðri í snotuligu hølunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyum. Tryggingarfelagið Føroyar er sponsorur hjá Katrini Olsen og Julianne Elander, sum skulu taka lut í teimum olympisku summarleikunum, sum verða í Beijing. Katrin Olsen, sum tann fyrsti føroyingurin nakrantíð, sum tekur lut í summar-OL.
Julianne metir, at hon og Katrin eru komnar langt í fyrireikingunum. Tær hava tikið lut í trimum World Cup-kappingum, og metir Julianne, at tær báðar eru komnar tíðliga úr startholinum við fyrireikingunum til OL í Beijing. Men Julianne leggur dent á, at enn eru slakar sjey vikur til OL-kappingin byrjar, og at tær koma at venja sera hart hesa tíðina.
Fyri Julionnu er tað eingin ivi, OL er hæddarpunktið hjá teimum. HM, EM og World Cup kappingarnar kunnu ikki kappast við OL, tá tað kemur til umtalu og prestisju. Men mentala viðførið hjá teimum í strembani eftir at vinna eitt olympiskt heiðursmerki, eru sjálvsagt góðu úrslitini, tær hava havt til aðrar kappingar. OL er bert fjórða hvørt ár, meðan HM er hvørt ár, og tískil gerst OL nógv størri.
Katrin er heldur ikki í iva um, at Heimsins eygu eru nógv meiri vend ímóti einari rógvikapping, sum er partur av teimum olympisku summarleikunum, samanborið við tað fokus, sum er til EM og HM-kappingar.
Julianne heldur, at íðkarnir geva eina tonn eyka, tá tað er OL. Fyri hana er tað eisini ein ótrúlig kensla at verða partur av einum stórum donskum ítróttarliði, sum skal til OL fyri at verja donsku litirnar.
9-10 ferðir um vikuna
Hesar mergjaðu kvinnurnar leggja nógv fyri, fyri at kunna verða í optimalari venjing. Tær venja minst 9-10 ferðir um vikuna. Umframt ferðing og upphiting, so fer minst hálvurannar tími til venjing við bátinum á sjálvum vatninum, sum nevnist Bagsværd Sø. Tær venja sum oftast standard-teinin, sum er 2.000 metrar langur. Julianne flennir eftir, at oftast er eitt frískt lot eftir vatninum, og at Katrin tí kennir seg heima á Bagsværd Vatninum.
Onkuntíð mugu tær avlýsa venjingina á vatninum, orsakað av ringum veðri. Men har eru væl útgjørd venjingarhøli, sum hava góðar rógvimaskinur, ið eru góðar til at taka.
Julianne heldur, at tað hevur gingið væl við venjingini í ár, bæði á venjingarlegum og til kappingarnar. Partur av at verða væl fyri til eina stórhending innan ítrótt eru eisini stuttu tíðarskeiðini, har kroppurin skal hvíla, áðrenn tær jarnhørðu venjingarnar fara í gongd aftur.
Og nú tá World Cup kappingin er farin aftur um, so beyðst høvið hjá Katrini og Julionnu at koma ein túr til Føroya, áðrenn venjingarlegan verður á skránni. Í samstarvi við sponsorarnar, Tryggingarfelagið Føroyar og Eik Banka kom túrurin í lag.
Katrin og Julianne fáa høvið at heilsa uppá sínar stuðlar, og Katrin fær høvið at vitja familjuna. Julianne dámar væl at verða í Føroyum, og hevur roynt at róð við Jarnbardi, og helt hon tað verða eina ógvuliga forkunnuga uppliving, sum var heilt øðrvísi, enn róðurin hon og Katrin fáast við á Bagsværd Vatninum. Julianne heldur ikki, at tað kann útilokast, at føroyskur kappróður kundi vunnið frama í okkara grannalondum.
Julianne er væl nøgd við sín føroyska bátsfelaga, og heldur hon, at tað gongur framúrskarandi væl. Julianne heldur, at tað merkist, at Katrin hevur nakað av tí føroyska villskapinum í sær.
Katrin heldur, at Julianne er ein undangongukvinna, tá tað kemur til at venja hart, og at hon dugir væl at fokusera uppá dygdirnar, sum tær hava. Julianne hevur eina góða ávirkan á seg, tá tey tungu tøkini skulu takast, og tá tær tungu løturnar skulu yvirvinnast.
Fara eftir heiðursmerkjum
Fyri Julianne og Katrin hevur tað stóran týdning, at tær eta rætt í samband við venjingar og kappingar. Tær sova og eta í mun til, nær tær skulu venja ella taka lut í kappingunum.
Báturin tær brúka er innanfyri lættvektsrógving, og tí er alneyðugt, at tær báðar ansa eftir sjálvar, ikki at gerast ov tungar. Og sjálvsagt fokusera tær nógv uppá matin. Tær hava verið so nógv ár í toppítrótti, at tær kenna mørkini, tá tað kemur til mat, hvat ein eigur at eta, og hvat ein ikki má eta.
Katrin letur ongan iva verða um, at hon og Julianne fara eftir heiðursmerkjum í Beijing. Sæð í ljósinum av, hvussu gott tað gekk við HM í Onglandi í fjør, tá tær vunnu silvur, so halda tær avgjørt, at tær standa við einum góðum møguleika at vinna heiðursmerki. Men tær eru fullgreiðar yvir, at har eru fleiri bátar um boðið, so talan verður um eina beinharða kapping, har einki verður givið við dyrnar.
Katrin leggur dent á, at bara at koma í finaluna verður hart í sær sjálvum, men koma tær í finaluna, so verður so tætt millum bátarnar, at alt er møguligt tá.
10. August rógva tær teir innleiðandi róðrarnar. Um tað gongst væl við teir fyrstu róðrarnar, og eru tíðirnar optimalar, so kunnu tær vinna seg í finaluna beinavegin. Vinna tær seg ikki í finaluna beinavegin, so býðst høvið aftur í hálvfinaluni. Men í einari hálvfinalu skal ein verða millum 3 teir fremstu bátarnar fyri at vinna seg í finaluna.
Tær báðar fara til Beijing 2. August, átta dagar áðrenn fyrsta kappingin hjá teimum stendur á skránni. Áðrenn tær fara til OL í Beijing, fara tær á venjingarlegu í Eysturríki. Tær hava valt Eysturríki, fyri at fáa eitt gott venjingarumhvørvið við frískari luft og góðum venjingarumstøðum. Julianne metir, at eru tær í Beijing 8 dagar áðrenn kappingina, so skuldu tær nátt at vant seg við veðurlagið og umstøðurnar í Kina.
Tær koma at búgva beint við róðrarøkið í Beijing, og er tað ein fyrimunur, sum tær fegnast um. Men tá tær eru lidnar at kappast – tað verður aftaná ta fyrstu vikuna - flyta tær inn í tað Olympisku Bygdina, fyri at kunna verða saman við hinum donsku ítróttarfólkunum, eisini fyri kunna stuðla teimum í teirra kappingum.
Glað fyri føroyska stuðulin
Spurd, um hon fer at markera eitt møguligt olympiskt heiðursmerki á nakran serstakan hátt, svarar Katrin, at so langt hevur hon ikki hugsað enn. Men sjálvsagt verður talan um ein stóran dag, og liggur tað djúpt í Katrini, at hon er føroyingur, og fer tað eisini at kennast, sum ein vunnin heiður fyri heimlandið.
Tað hevði givið henni ein stoltleika í sinnið at vunnið eitt olympiskt heiðursmerki, bæði sum føroyingur, og sum ein íðkandi á olympiska liðnum hjá Danmark. Og verður talan um eitt heiðursmerki, so er sjálvsagt, at Katrin skal heim til Føroya at luta gleðina saman við familju, vinum, kenningum og stuðlum.
Rós frá føroyingum hitar, og hevur stóran týdning fyri Katrina. Fyri Katrin og onnur føroysk elitu-ítróttarfólk er einki val, ein kann ikki umboða Føroyar til olympisku leikirnar, um ein so gjarna vildi tað. Katrin býtir tað ikk upp, men onkursvegna kennir hon tað, sum umboðar hon bæði Danmark og Føroyar til OL í Beijing.
Tað hevur ikki ligið fyri hjá Katrini at verða so nógv heima í summarfrí síðstu árini, tí hásesongin innan rógving, er júst um summarið. Men Katrin følir ikki, at hon hevur givið avkall uppá nakað, tí rógvingin hevur givið henni nógvar góðar upplivingar. Hon velur heldur at hugsa um allar møguleikarnar, sum hon hevur fingið við rógvingini.
Men sjálvsagt er, at tað ikki altíð liggur líka væl fyri at fylgja við hvat hendir heima í Føroyum, og tað fer ofta framvið, hvør hevur átt børn og soleiðis.
Katrin hevur lisið til lækna, hon hevur skrivað sína uppgávu, og skal upp til tað endaligu próvtøkuna um nakrar fáar dagar. Hon ætlar at byrja í læknastarvi tann 1. Oktober. Aftaná OL - sum alla tíðina hevur verið aðalmálið hjá Katrini - verður ikki líka nógv venjing á skránni. Tað verða nógv ting at seta seg inní, sum nýútbúgvin lækni, so tíðin má vísa hvat Katrin fær tíð til innan rógving. Henni dámar at rógva, men aftaná OL verður kanska talan um at venja 3-4 ferðir um vikuna, ella alt eftir hvat tíðin fer at loyva.
Spurd um hon kanska gerst venjari í framtíðini, so er tað ein leiklutur, sum hon ikki dugir at síggja seg sjálva í, enn. Men hon heldur, at tað er altíð stuttligt at kunna geva øðrum nøkur góð ráð, og at kunna inspirera onnur.