Nýggj summarsending í ÚF:Máta trýstið á summarinum

Nýggja summarsendingin hjá Útvarpi Føroya eitur Barometrið. Hon fer av bakkastokki mánadagin, og vertirnir lova, at brotið verður upp úr nýggjum í føroyskum útvarpi

Í kendu vísuni um Havnina verður sagt, at í Havn ganga unglingar klæddir sum menn við hvítum manskettum.
Hendan mikudagin í Sandagerði er búnin hjá teimum fýra monnunum summarklæðir. Shorts, T-Shirts, sandalir, gummistylar og badmintonketjarar hava teir fýra ungu menninir við sær á sólstronduna í Sandagerði.
Teir eru Heri Jakobsen, Rúni Jákupsson, Kári Sólstein og Bjarni Mohr. Hesir fýra fara næstu seytjan vikurnar at syrgja fyri, at føroyski útvarpslurtarin fær nakað fyri sínar pengar seinnapartar. Í summar verða teir vertir fyri sendingini Barometrið, sum eftir ætlan skal skáka seg inn á higartil órørd støð í føroyskum útvarpshøpi.

Barometur
Sendingin Barometrið verður at hoyra seinnapartarnar næstu sjeytjan vikurnar í summar. Tá tað er sagt, so vita flest øll, at tað ikki eru sjeytjan vikur av summari í Føroyum.
Barometrið verður sent alla summarskránna hjá Útvarpi Føroya. Summarskráin endar í oktober, og tá verður eisini síðsta umfar av Barometrinum sent.
Sendingin verður frá kl. 15 til 17 fýra dagar um vikuna. Mánadagar verður sendingin ikki send. Tá fara klaksvíkingar úr Studio Pegasus at halda mikrofonina heita. Henda fyrsta mánadagin verður tó sent sum vanligt við fýra vertum.
Tað verða tríggir vertir knýttir at hvørjari sending. Av tí at summarfrítíðin rennur saman við sendingini, so verður neyðugt at hava fýra vertir sum skiftast um at gera sendingina. Tann eini verturin, Heri Jakobsen, fer eftir summarfrítíðina aftur í sítt borgarliga starv sum lærari, og hann verður sostatt ?bert? við í sendingin, meðan skúlarnir halda frí.
Røddirnar á teimum fýra eru allar kendar. Tríggir teirra, Bjarni Mohr, Rúni Jákupsson og Kári Sólstein hava sína dagligu gongd í Útvarpinum. Bjarni og Rúni eru kanska mest kendir fyri sendingina Leið 5, ið verður send leygarkvøld. Kári Sólstein hevur verið nógv at hoyrt í sambandi við barnasendingar í Útvarpinum.
?Vit hava allar royndir í útvarpinum við ymiskum. Vit vilja fegnir eisini sleppa at royna okkurt heilt nýtt, siga teir tríggir.
Fjórða stigið á barometrinum er Heri Jakobsen. Hann hevur áður verið at hoyrt í Útvarpi Føroya. Hann var nevnliga vertur í legendarisku Náttarravna sendingin eitt skifti fyri nøkrum árum síðani.
Upprunin til sendingina eru Rúni og Bjarni. Hugskotið sá dagsins ljós í roykbølinum í Sortudíki. Teir gjørdust tó skjótt greiðir yvir, at teimum tørvaði størri manning. Fyrstu nøvnini teir komu á ? sambært teimum sjálvum ? vóru Kári og Heri, sum ikki bíðaðu leingi við at siga til tilboðið.
Navnið Barometrið hildu teir eisini vera hóskandi, tí teir fara at taka fleiri mátingar.

Muntert
Fyrsti orðið tú hoyrir frá vertunum um sendingina er muntert. Áðrenn tær fýra hvítu føroysku strandarleyvurnar/útvarpsvertirnir stilla upp fyri myndamanninum, verður tað gjørt heilt greitt, at henda sendingin hoyrir til tann lættara endan av stiðjanum ? muntra endan.
?Hetta skal vera ein løtt og frísk sending. Tú skalt ikki noyðast at fylgja við í tveir tímar, men eigur at kunna fáa nakað við at skifta yvir til sendingina til eina og hvørja tíð. Tað skal óformelt, men tó skipað, sigur Heri Jakobsen.
Vit sláa okkum niður á nøkrum steinum í Sandagerði, og skjótt kemur fram, at henda sendingin skal vera nakað serligt í mun til aðrar sendingar ? bæði minni og meira líkar.
?Tað er eingin meining í at gera tað sama, sum onnur hava gjørt. Tú mást heldur royna at bróta upp úr nýggjum, sigur Bjarni Mohr.
Sendingin verður merkt av góðum og løttum og fyri tað nógva summartónleiki. Teir hava við viljað soldað fleiri góð hugskot frá við teirri grundgeving, at hesi hava verið roynd áður.
?Vanliga verður koyrt við tveimum vertum í studio og einum úti. Hesi skal so gera ymisk innsløg og prát, og hetta nýtist ikki at hava tað stóra tíðindavirði, sigur Rúni Jákupsson.
Talan verður m.a. um at hava eitt dagsins evni, sum kann verið okkurt lætt, sum lurtarar fáa høvið at kjakast um á heimasíðuni hjá sendingini, ið vertirnir leggja stóran dent á fer at verða nógv uppdaterað við m.a. einum web camera og einum sokallaðum playlista.
Onkur temadagur verður eisini, har eitthvørt serligt evnið verður tikið upp, og roynt verður at geva tí eina øðrvísi viðgerð enn hana, ið vit kanska kenna frá tíðindasendingum ella øðrum.
Sendingin verður tveir tímar hvønn dag, og teir lova at fylla væl til eina fríska og dámliga sending.

Gløggasta virki
Eisini hava teir fýra ymsar kappingar á skránni. Ein teirri snýr seg um at leita á Internetinum. Lurtararnir fáa eina spurning, sum kann snúgva seg um hvat sum helst ? bæði nær og fjar ? og lurtararnir skulu síðani út á netið fyri at finna svarið, og tann fyrsti sum ringir inn við rætta svarinum verður vinnari av kappingini.
Ikki nokk við tí. Barometrið hevur eisni sett sær fyri at kjósa Føroya gløggastu fyritøku. Ætlanin er at fáa 32 føroyskar fyritøkur at dystast í einari spurnarkapping fyri at finna útav, hvør teirri er hin gløggasta. Kappingin verður eftir Cup-skipanini, og fyritøkurnar vera fyri tað nógva paraðar móti líknandi fyritøkum.
Vinnandi fyritøkan fær so ein rimmar býtúr til 20 fólk við bowling, døgurða og uppihaldi umframt sjálvan heiðurin.
Eisini verður kappingin Kenn tín maka á skránni. Har fara vertirnir at spyrja pør nærgandi spurningar um hvønn annan. Samsvara svørini er virðislønin ein romantiskur døgurði.
Summarsendingin Barometrið verður send mánadagin fyri fyrstu ferð.