Oddaliðið noktar at geva seg

Hóast HB fekk eina dreymabyrjan viðå skjótari 2-0 leiðslu, so fullu gestirnir ikki í fátt. Í kanska besta fótbóltsdystinum higartil í ár stríddu teir seg aftur, soleiðis at teir kortini fingu eitt stig norður við sær

Fótbóltur

Høg leikferð. Intensitetur, sum sømdi seg tveimum oddaliðum. Hópin av málmøguleikum í góðveðrinum. Og fram um alt: Tvey lið, sum vildu vinna. Tvey lið, sum ikki óttaðust vandan fyri tapi, og sum tí løgdu doyðin á framrættaða spælið.

Buldrandi HB-byrjan
Tað er í stuttum tað, sum er at siga um toppdystin í Gundadali millum HB og EB/Streym.
Í góðveðrinum sunnudagin hevði stór mannfjøld leita sær oman í Gundadal. Ikki óvæntað, so rúgvaðu áskoðarar hjá báðum liðum heilt nógv upp, og fyri HB mundi tað ikki koma illa við, at B36 hevði spælt longu leygardagin. Í øllum førum togaði tað helst fleiri floksmenn oman í Gundadal, har hesir vildu síggja, hvussu leikur fór í oddadystinum, sum eisini hevði sína avgjørdu ávirkan á støðuna hjá B36.
Áskoðararnir høvdu ikki meira enn sett seg, áðrenn bólturin lá í EB/Streyma málinum. Eftir frísparksinnlegg fekk EB/Streymur ikki ruddað bóltin reiðiliga burtur, og so fann Jákup á Borg við eini millimetur-neyvari sending høvdið á Páll M. Joensen, ið stútaði í kassan.
Rómurin var øgiligur, og tað skuldi bara ganga eitt korter, áðrenn heimaáskoðararnir aftur lupu uppfrá. Aftur hesa ferð var væl upplagdi Jákup á Borg upp á spæl. Heldur lætt slapp hann at reka fram við trimum mótstøðumonnu, og so kelaði Rókur bóltin upp í hornið frá brotsteigarmarkinum, tá Jákup rullaði tvørturum.

Noktaðu at gevast
Soleiðis sum HB hevur spælt seinastu vikurnar, var illa hugsandi, at gestirnir upp á nakran máta skuldu vinna seg aftur í dystin. Eina løtu tóktust teir eisini at vera hálvgum groggy. Men teir noktaðu at geva seg.
Tvørtur ímóti so løgdu teir skjótt heilt nógv fyri, soleiðis at spenningur skuldi fáast aftur í dystin. Fleiri ferðir royndu teir at spæla seg upp í síðunum, soleiðis at bóltar kundu sendast innfyri, og vandastøður íkomu eisini.
Ein deyðbóltur skuldi tó til, áðrenn munurin minkaði. Rafal Kwiecinski varð tikin, tá hann royndi at bróta ígjøgnum í vinstru. Bárður Olsen sendi frísparkið væl móti handara stólpa, og tó at tað ikki var meira enn akkurát, so fekk Arnbjørn Hansen við høvdinum stýrt bóltinum inn um strikuna.

Dýrt málmansspæl
Málið tóktist vera júst tað, sum skuldi til, soleiðis at dysturin nú gjørdist víðopin.
Í øllum førum kom EB/Streymur inn til seinna hálvleik við eini vón um, at uppgávan kundi loysast, og HB hevði avgjrøt ikki í kvittanunum bert at grava seg niður. Heldur tvørtur ímóti, so hildu vertirnir støðugt nógv fólk frammi á vøllinum, og hvørja tí einastu ferð, at møguleiki beyðst, royndu teir at spæla skjótt móti EB/Streyma-málinum.
Størsta møguleikan av øllum fingu teir, tá Jákup á Borg dróg seg leysan í høgru. Men heldur enn at rulla til púrasta leysa Tór-Ingar, smekkaði hann til bóltin, og so var Tór-Ingar einar tveir-tríggjar sentimetrar ov stuttur.
Í hinum endanum royndu gestirnir støðugt at trýsta. Sorin Anghel var ta einu ferðina um at gerast heilt vandamikil, men vinkulin gjørdist dekan ov spískur, so Bárður kundi bjarga. Tað gjørdi hann tó ikki, tá Ronnie Samuelsen løtu seinni javnaði. Heldur stóð málverjin tá í eini keðiligari støðu, tá hann ferðaðist langt út í brotsteigin, uttan at fáa neva bóltin serliga langt burtur. Ronnie gjørdi skjótt av, og tó at skotið ikki var av teimum harðastu, so ferðiast bólturin í manntóma málið til javnleikin.

Opið kríggj
Restina av dystinum varð talan nærum um opið kríggj. Fótbóltskríggj í orðsins besta týdningi.
Tí hóast gestirnir helst vóru best nøgdir um javnleikin, sum nú stóð á talvuni, so mundu partarnir ikki halda, at hetta var nóg mikið. Báðir spentu teir álopsbogan, soleiðis at langt varð millum keturnar á liðnum, og tí var undirhaldið í spælinum kanska størri enn góðskan. Tað gav hópin av kvikum kontra-álopum báðar vegir, og møguleikar spurdust eisini burturúr. Tann størsta átti Jákup á Borg, tá hann slapp leysur móti Rene Tórgarð, men havnarmaðurin í EB/Streyma-málinum helt høvdið kalt, tá Jákup royndi at finta. Og í hinum endanum var Gert Hansen sera nær við, tá hann og Sorin spældu eitt kontra eftir bókini. Men ta ferðina sneiddi bólturin sær beint út um handara stólparótina.
Sum minuttirnir gingu, fóru kreftirnar hjá spælarunum at ganga undan, men ferðin varð hildin kortini. Hóast krampar fóru at gera um seg, vildi ikki ein av spælarunum geva seg, og tí helt spenningurin sær heilt fram til seinasta bríkslið av dystinum. Ein dystur, sum setti eina tjúkka striku undir, at tað so avgjørt ikki er av tilvild, at hesi bæði liðini eru partur av oddastríðnum í ársins útgávu av Formula-deildini. Als ikki.