Okkara mentan er í upploysn

- So skjótt vit byrja at kjakast um grundleggjandi virði, er okkara mentan longu í upploysn. Men tað nýtist ikki at vera eitt negativt tekin, heldur virðislønti rithøvundurin Jens Smærup Sørensen, sum verður at hoyra í Norðurlandahúsinum í morgin



Við skaldsøguni Mærkedage gjørdist Jens Smærup Sørensen ein tann mest virðislønti danski rithøvundurin í fjør. Og tað vóru ikki bara ummælarar og bókafólk, sum funnu mest rósandi orðini fram. Eisini breiða lesarafjøldin hevur tikið óvanliga væl ímóti bókini, og líka síðani hon kom út, hevur rithøvundurin ferðast runt land og ríki og greitt frá bókini.

Sjálvur er Jens Smærup Sørensen ikki í iva um, hví júst hendan bókin hevur vunnið so stóran tokka milllum fólk.

- Við Mærkedage sigi eg bara søguna hjá okkum øllum. Tað er hóast alt ikki serliga langt síðani, at gamla bóndasamfelagið hvarv, og tey, sum ikki minnast tað sjálvi, hava hoyrt um tað frá foreldrunum ella ommum og abbum. Tí viðkemur ein slík søga okkum øllum onkursvegna, sigur Jens Smærup Sørensen. 



Saknur í felagsskapum

Bókin Mærkedage er ein ættarliðsskaldsøga um tvær familjur í Staun, heimbygdini hjá høvundanum. Søgan verður søgd við støði í eini konfirmatión í 1934, einum silvurbrúdleypi í 1967 og einum 60 ára føðingardegi í 2003, har nakrir av somu persónunum ganga aftur.

Hesir tríggir merkisdagarnir gerast harfrá støðið undir eini hugtakandi lýsing av, hvussu gamla bóndasamfelagið spakuliga fer í upploysn. Siðir broytast, sonur ein av høvuðspersónunum vil ikki yvirtaka garðin, abba- og ommubørnini gerast vinnnulívsfólk og akademikarar og nógv av teimum flyta frá heimbygdini, út í stóru verð.

Men alt hetta hevur verið á veg leingi, ger høvundurin vart við. So tá tá silvurbrúðurin í 1967 ger nakað so óhoyrt sum at halda røðu fyri manninum, og altso ikki øvugt, verður tað eitt sigandi tekin um, at tað gamla av álvara er farið.

- Tað liggur jú í tí, at so skjótt vit byrja at kjakast um grundleggjandi virði og siðir, er felags mentanin longu í upploysn. Men tað merkir ikki í sær sjálvum, at tað verður ein verri mentan. Vit fara bara víðari, tí soleiðis skal tað vera, sigur Jens Smærup Sørensen og leggur afturat, at nógvar av broytingunum sjálvandi hava verið til tað betra.

Hóast Mærkedage sostatt ikki málar eina nostalgiska mynd av tí farna, heldur høvundurin seg síggja nógv tekin um, at vit í dag sakna at verða partur av onkrum størri felagsskapi. Her hugsar hann serliga um óvanliga nógvu heimstaðar- og ættarliðsskaldsøgur, sum eru komnar út seinnu árini. - Ikki tí hesar bøkurnar endiliga romantisera tað farna, men tær kundu bent á ein longsul eftir at síggja seg sjálvan í einum størri samanhangi. Eina ásannan av, at vit ikki eru heilt nøgd við einstaklingatilveruna, vit annars hava mett so høgt., heldur høvundurin.

At flestu av hesum nýggjaru ættarliðsskaldsøgunum ikki eru skrivaðar fyrr enn nú, heldur høvundurin eisini hava sína orsøk.

- Vit hava ikki havt tíð til at skriva tær fyrr, tí vit hava havt meir enn nokk um oyruni við at gerast modernaði. Tað er nústani, tað gongur upp fyri okkum, at vit kanska brutu út í stóru familjunum við í so bláoygdum eldhuga.



Seinasta útkall

Hóast Mærkedage er ein íspunnin søga, dylur Jens Smærup Sørensen ikki yvir, at hann eisini skrivaði bókina fyri at kanna sítt egna lív. Sjálvur vaks hann upp á einum bóndagarði í Staun, til hann sum 14 ára gamal flutti til ein størri bý at ganga í realskúla.

- Tað var nokk eisini best fyri øll, tí tað var lítil dugur í mær sum bóndasoni, flennir Jens Smærup Sørensen, sum er glaður um, at hann ikki noyddist út í nakað kjak fyri foreldrini um, hvønn veg hann skuldi fara.

- Ongin kroysti meg til at verða verandi ella til at fara. Tað lá líkasum bara í luftini, at ongin framtíð var í gamla bóndahaldinum longur. Vit høvdu longu fingið vaskimaskinu og onnur húsarhaldstól, so tað var ikki neyðugt longur at hava ungar gentur í starvi, og fyrsti traktorin var eisini á komin á garðin. Men vit syrgdu alsto fyri at hava ein av hestunum eftir, tí vit ivaðust í, um traktorurin mundi klára arbeiði hjá hestunum, minnist Jens Smærup Sørensen og kemur í tankar um enn eina orsøk til at hann skrivaði Mærkedage.

- Tað gekk knappliga upp fyri mær, at eg havi livað í eini heilt aðrari tíð. At vit, sum minnast hesa tíðina, skjótt fara at fækkast, var enn ein orsøk at fortelja hesa søguna, sigur hann. 



Á skeið í tær sjálvum

Skal Jens Smærup Sørensen nevna okkurt, sum serliga eyðkennir skiftið fra tí gamla til tað modernaða, má tað vera 'uppfinnsemi' heldur hann. Onki var so illgrunasamt í gamla bóndasamfelagnum, sum fólk, ið funnu uppá okkurt nýtt. Tí hvat skuldi tað nú vera gott fyri?

- Í dag er uppfinnsemi kanska tann menniskjaligi eginleikin, sum er hægst í metum. Vit kunnu enntá uppfinna okkum sjálvi av nýggjum, vit kunnu í øllum førum altíð byrja umaftur og um tað ikki riggar, kunnu vit fara á skeið fyri at blíva øðrvísi menniskju. Tað sigur seg sjálvt, at í einum slíkum tíðaranda fær eitt orð sum 'lagna' ein heilt annan týdning.

Hvørja lagnu persónarnir í Mærkedage fingu, verður høvið at hoyra Jens Smærup Sørensen greiða frá í fyrilestri í Norðurlandahúsinum í morgin klokkan 15.