Tórshavnar kommuna fer undir eina størri KT-umlegging seinnapartin fríggjadagin 17. apríl. Arbeiðið hevur við sær, at fleiri av okkara talgildu tænastum ikki eru tøkar.
Millum annað eru Pláss-skipanin, ForeldraGluggin og umsóknarmøguleikar á Vanganum ikki tøk frá klokkan 17 fríggjadagin. Og frá klokkan 21 eru eisini heimasíðan torshavn.fo og tiltakskalendarin Tímin óvirkin.
Tænasturnar eru óvirknar, til arbeiðið er liðugt. Vit vóna, at tænasturnar eru tøkar aftur seinnapartin leygardagin 18. apríl, skrivar torshavn.fo.










