jarin í síðstu viku valdi teir átjan, sum hann vildi hava við. Sum vit søgdu í gjár, so hevur fyrrverandi liðformaðurin, Magni Jarnskor, givið avboð, tí hann heldur seg ikki hava tíð til so langa ferð [...] fysioterapeutar skiftast um at ferðast við, alt eftir sum tað liggur fyri, og hesa ferð eitur læknin Jens Pauli Marstein, og fysioterapeuturin eitur Álvur Hansen, sum sjálvur er venjari hjá U-18 kvinnulandsliðnum [...] ferð, og í gjár var greitt, at Allan Mørkøre er so mikið illa fyri, at hann kann ikki fyrireika seg til dystirnar og spæla. Í staðin fyri teir báðar hevur venjarin valt Jóhannes Joensen úr HB og Jan Joensen
heiðraðir undir hátíðarhaldinum leygardagin. Hesi vóru Johannes Andreas Næs, Hans Kristiansen, Eilif Samuelsen, Marita Petersen, Hans Trygvi Teirin, Inga Høgenni, Esmar Berg og Jenny Lydersen. Eisini 3 fyrrverandi [...] og kór, solistar og tónleikarar framførdu kantatuna væl, sigur Andras L. Samuelsen. Hann metir somuleiðis, at Pauli í Sandagerði og Aleksandur Kristiansen eru komnir væl frá uppgávuni at skriva eina kantatu [...] fyri trúgva tænanstu. Kantatan Andras L. Samuelsen sigur, at eisini framførslan av kantatuni, ið Pauli í Sandagerði og Aleksandur Kristiansen skrivaðu felagnum til framførslu hátíðardagin, var væleydnað
jarin var ikki blíður, tá fyrrapartsvenjingin var av í fyrradagin. Hann hevði undan fráferðini til Litava boðað vertunum frá, at hann ætlaði at venja klokkan seks hóskvøldið, og tað vísti segb ikki at [...] fylja matarskránni, sum læknin hjá føroyska liðnum, Jens Pauli Marstein, hevði sent yvir higar undan frá ferðini Allan Simonsen harmast um, at hann ikki hevði fingið boð um, nær tað ikki bar til at venja [...] roknar kortini við, at avrikið fer at vera gott. Hann heldur, at lærdómurin frá stórtapinum í Estlandi fyri fýramánaðum síðani framvegis svíður, og hvørki hann ella spælararnir eru hugaðir í at koma í somu
hvussu hesin maður fær smør upp á breyðið, átti hann at verið tann seinasti, ið kendi trongd til at skriva um nass. Men nú skilja vit betur, hví hann eisini hugleiðir um at geva skarvin yvir, leggja seg [...] Maðurin eg skrivi um eitur Jens Pauli Heinesen. Um eg minnist rætt, hevur hesin maður framt hesa illgerð níggju ferðir áður. Inngangurin til tað fyrsta álopið var ein lýsing um opningstíðir, ein frágreiðing [...] nass, háð og spott. Og fyri m.a. slíka skriving fær hesin maður frá tí almenna ? frá teimum, sum hann útspillir ? útgoldið 20.000,- kr. árliga. Her vil eg fegin undirstrika, at øll hini, sum eru á hesum
Jónleif Sólsker er aftur í ár venjari hjá StÍF. Hann ætlar sær ikki at spæla so nógv við sjálvur í ár, tí sum hann sjálvur sigur við Sosialin, so verður hann ikki venjari hjá strandingum í nógv ár framyvir [...] sær aftur. Spælandi VÍF-venjarin Daniel Rapa vísti enn einaferð, at hann er væl fyri bæði leikliga og ikki minst kropsliga, og hann og Áki Olsen skutu 18 mál sínámillum. Ikki heilt nøgdir við verjuspælið [...] tveir minuttir, og hetta oyðilegði nakað av rútmuni hjá strandingum. Tveir minuttir eftir hetta varð Pauli Hansen eisini rikin av vølli í tveir minuttir fyri at hava forbrotið seg móti reglunum, og í somu
sum verða endurgivin í greinini eru: ? Tað er beinleiðis ósakligt ...«, sigur Hans Pauli Strøm. Og Hans Pauli heldur at hann kennir orsøkina til orðavalið hjá landsstýrismanninum. ? Høgni Hoydal hevur lagt [...] her heldur Hans Pauli at varaløgmaður er farin av sporinum. ? Høgni hevur sagt, at tað er ósakligt at kroysta fólk í básar, men hann er ein tann ringasti at gera tað sjálvur, sigur Hans Pauli Strøm og leggur [...] snýr seg um stórmál, heldur Hans Pauli Strøm, sum í sambandi við fullveldismálið er vorðin troyttur av tjóðveldismonnum og serliga av Høgna Hoydal, landsstýrismanni. Hans Pauli Strøm heldur, at landstýrismaðurin
73. Venjari: Kestutis Lataza Føroyar: 1. Jákup Mikkelsen, Herfølge ? 4. Pól Thorsteinsson, B36, 5. Hans Fróði Hansen, HB, 2. Óli Johannesen, TB, 3. Jens Kristian Hansen, liðformaður, B36, 7. Henning Jarnskor [...] Venjari: Allan Simonsen Hjálparvenjari: Jógvan Martin Olsen Liðleiðari: Heðin Askham Lækni: Jens Pauli Marstein Fysioterapeutur: Álvur Hansen Dómari: Charles Schaack, úr Luxemburg. Linjuverjarnir vóru
fekk væl spælt. Alan Johnston var kringur í 1. hálvleiki, men eg haldi ikki, at hann fekk nakað burturúr í 2. hálvleiki, tá hann varð tikin út. Hvat gekk fyri seg, tá teir skoraðu fyrra málið? ? Bæði John [...] neyvan verið tann besti, tá málverjin hjá honum seinnapartin í gjár møtti til venjingar, eftir at hann hevur verið burtur síðani mikudagin í síðstu viku. Herfølge skal í kvøld klokkan 19 spæla móti Brøndby [...] kappingini fyri meistaralið móti Manchester United. Allan Simonsen, Jákup Mikkelsen og læknin, Jens Pauli Marstein, komu til Føroyar at venda, áðrenn teir í gjáramorgunin fóru aftur til Danmarkar. Símun Eliasen
samgonguna og eisini hevur verið tosað um seriøsitet, ella mangul upp á sama. Í blaðnum týsdagin vísti Hans Pauli Strøm, tingmaður Javnaðarfloksins á, at landsstýrismaðurin kallar øll tey, sum hava kritiskar [...] ósaklig ella bæði tvey. Hetta vil landsstýrismaðurin ikki hava sitandi á sær. Í eini viðmerking sigur hann, at nú er tíðin komin, har tingmenn eiga at steðga á og saman hyggja frameftir, heldur enn at standa [...] fingið eina skiftisskipan. Eg havi ikki javnsett føroysku samfelagsskipanina við ta á Malta, sigur hann. Landsstýrismaðurin vísir á, at Malta í hesum føri er ein ávísing um at tað ber til og einki annað
aflúgving í Føroyum, sigur Alex, at báðar ferðirnar hann hevur verið í Føroyum, fyrru ferðina í mars í ár, hevur tað verið nógvur vindur og sum hann skilir, er so gott sum altíð vindur í Føroyum, men [...] havnaløgini eru góð at koma til hjá flogførunum, leggur hann so aftrat. Tað er eitt felag undir stovnan, sum hevur ætlanir at fara undir innanoyggjaflúgving í Føroyum við júst slíkum vatnflogførum av slagnum [...] eisini sendur landsstýrinum um tað, men enn er einki svar komið frá landsstýrinum. Samstarv Jens Pauli Rasmussen, ein av stigtakarunum til nýggja felagið, sigur, at umhugsað verður at fara undir samstarv