20.000 kr. árliga fyri m.a. at útspilla føroyingar

Nú gjørdi hann tað so enn einaferð, hann møðist ikki av at niðurgera, útspilla og kalla sínar landsmenn fyri nassireyvar, snultarar og mangt, mangt annað ósømiligt, sum er sera køvandi fyri allan sunnan hugsunarhátt.

Maðurin eg skrivi um eitur Jens Pauli Heinesen.

Um eg minnist rætt, hevur hesin maður framt hesa illgerð níggju ferðir áður. Inngangurin til tað fyrsta álopið var ein lýsing um opningstíðir, ein frágreiðing um nær føroyingar, klubbalimir og fólk í sovjetiskum fangalegum kunnu sleppa á bukkuna (egnu orð hjá J. P. Heinesen).

Eftir inngangsorðini verður komið til sjálvt evni, sum er ein ógvuliga meinfýsin og eisini beinleiðis ósonn lýsing av túsundtals føroyingum. Skrivingin er so ljót og ótespilig, at hon als ikki er skikkað til endurtøku.

Øll tíggju álopini hjá hesum kennara, sum ikki tímir at brúka sína útbúgving, snúgva seg um armóð, nass, háð og spott. Og fyri m.a. slíka skriving fær hesin maður frá tí almenna ? frá teimum, sum hann útspillir ? útgoldið 20.000,- kr. árliga.

Her vil eg fegin undirstrika, at øll hini, sum eru á hesum nógv umrødda heiðurslita, hava sína heiðursgávu uppiborna.

Men J. P. Heinesen, sum áhaldandi brúkar so nógva orku til at niðurgera og útspilla meira enn helmingin av sínum landskvinnum og monnum, hevur als ikki uppiborið nakra heiðursgávu.

Og tá hugsað verður um, hvussu hesin maður fær smør upp á breyðið, átti hann at verið tann seinasti, ið kendi trongd til at skriva um nass. Men nú skilja vit betur, hví hann eisini hugleiðir um at geva skarvin yvir, leggja seg í songina aftur, meðan hini fara til arbeiðis.

Lat meg enda við at seta Jens Paula Heinesen nakrar spurningar:


1.Hvør kann orsøkin vera til, at allir flokkar, uttan Sambandsflokkurin valdu at fremja yvirtøkur uttan gjaldsskyldu (olmussuyvirtøkur)?


2.Hví skuldseta Sambandsflokkin fyri blokkin (olmussublokkin) tá ið hann,s um einasti flokkur, einki eigur í nevnda blokki? Blokkurin er ein avleiðing av teim yvirtøkum, sum eru framdar uttan gjaldsskyldu, t.e. sambært § 9. í Heimastýrislógini.


3.Hvussu kann ein loyva sær at tosa um størri sjálvræði, størri sjálvbjargni, tá tú ikki vil gjalda fyri framdar yvirtøkur, so sum tilskilað við § 2 í Heimastýrislógini?


4.Ert tú samdur við mær um, at fullveldisætlanin hevði verið munin nærri, um allar yvirtøkur vóru framdar sambært § 2. í Heimastýrislógini?

Hví ynsktu allir flokkar, uttan Sambandsflokkurin, heldur at brúka § 9, sum eyðsæð kom at gera okkum meira fíggjarliga bundin?

Hvar finnur tú fullveldisynskini í hesum gerðum?


5.Hvør háttur heldur J. P. Heinesen tænir okkara fólki best, og røkkur longst í fullveldisspurninginum:

a) at skriva brot úr ókendum riti, ið er óprentað, og sum lýsir allar samríkisborgarar at vera eitt helvitis pakk, sum vit eiga at læsa kjaftin á. (tíni orð)

   ? ELLA

b) at viðgera okkara samfelagsspurningar á ein høviskan og sømiligan hátt eins og Høgni Hoydal, ið viðger málið heldur enn persónar?


Trygvi F. Guttesen