Fyrstu dystirnir hetta kappingarárið er leiktur í SMS-deildini.
Í høllini við Streymin vann EB 26-22 á VB. EB var á odda 14-7 í steðginum.
Nadja Pejovic var toppskjútti hjá EB við átta málum. Agatha Kjærbæk Djurhuus og Krista Mohr Leo vóru við fimm málum hvør toppskjúttar hjá VB.
Í høllini á Skála vann H71 stórsigur 37-20 á StÍF. Í steðginum vóru hoyvíkskvinnur frammanfyri 17-12.
Klokkan 18 vera hesir báðir dystirnir leiktir: Stjørnan-Neistin og Kyndil-VÍF.
HER eru dómaraseðlirnir hjá HSF frá dystunum, ið eru leiktir seinnapartin í dag:
##med2##
##med3##