Royna at selja føroyingum eitt Cessna vatnflogfar

Teir fóru úr Wichita í Kansas frá Cessna verksmiðuni sunnudagin tann 11. oktober, og lendu í Vágum mikudagin tann 14. oktober. Hósdagin gekk so leiðin víðari til Maldivaoyggjarnar suður-eystur úr Indiu. Hesi Cessna vatnflogførini kosta 1,5 mió. dollarar stykkið ella einar 9 mió. krónur

Ólavur í Beiti


Ætlanin var at flúgva yvir um hav og millumlenda í Santa Maria á Asorunum og so víðari til Malta, sum Alex og Robert vanliga gera, tá teir flúgva nýggj flogfør fyri Cessna verksmiðuna, men nú ætlanir hava verið at seta slík flogfør í millumoyggjaflúgving í Føroyum, løgdu teir leiðina hendavegin.

Ferðin hjá Alex og Robert byrjaði sunnudagin tann 11. oktober, tá teir lættu frá Cessna verksmiðjuni í Kansas. Flogið var 9 tímar til Bangor í Maine, haðani leiðin gekk dagin eftir til Goose Bay í Labrador. Síðan var flogið í 8 tímar til Reykjavíkar og dagin eftir varð kósin sett móti Føroyum. Hesin túrur var góðar tveir tímar.


Til jazz í Havn

Í sambandi við at Jazz festivalur er í Tórshavn, vórðu Alex og Robert so bodnir av Jens Paula Rasmussen til Havnar mikukvøldið at hoyra systrina Sigrid Rasmussen syngja, og hósdagin um 13-tíðina settu teir seg so aftur í Cessna-flogførini og settu kósina móti Prestwick í Skotlandi. Millumlent verður so á Malta, í Luxor í Egyptalandi, í Oman, áðrenn kósin verður sett móti Maldivunum.

Tað er felag í Maldivunum, sum hevur keypt flogførini og kostnaðurin er 1,5 mió. dollarar stykkið ella um 9 mió. krónur. Hetta felag eigur 6 slík flogfør frammanundan, og sum skiltist á Alex, hava royndirnar um allan heim verið stak góðar við hesum flogførum frá Cessna verksmiðjuni.


Góðar havnir

Spurdur um hesi flogfør eisini høvdu kunnað røkt slíka millumoyggjaflúgving í Føroyum, sigur Alex, at báðar ferðirnar hann hevur verið í Føroyum, fyrru ferðina í mars í ár, hevur tað verið nógvur vindur og sum hann skilir, er so gott sum altíð vindur í Føroyum, men havnaløgini eru góð at koma til hjá flogførunum, leggur hann so aftrat.

Tað er eitt felag undir stovnan, sum hevur ætlanir at fara undir innanoyggjaflúgving í Føroyum við júst slíkum vatnflogførum av slagnum Cessna, og fyrispurningur er eisini sendur landsstýrinum um tað, men enn er einki svar komið frá landsstýrinum.


Samstarv

Jens Pauli Rasmussen, ein av stigtakarunum til nýggja felagið, sigur, at umhugsað verður at fara undir samstarv við felagið á Maldivunum um leigu av vatnflogførum ein part av árinum, men so leingi einki svar er komið frá landsstýrinum er eingin samstarvsavtala gjørd.

? Í sjálvari uppkoyringini er ætlanin at fáa hjálp frá landsstýrinum á líknandi støði sum Atlantic Airways fær tað, tá Atlantic Airways byrjar nýggjar rutur, men tað er nakað striltið at fáa nakað svar frá vinnumálaráðharranum viðvíkjandi hesum nýggja felag og tess ætlanum, leggur Jens Pauli Rasmussen aftrat.